Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 6 Strandfaraskip Landsins hava nú boðið koyringina hjá Bygda­ leiðum í Sandoynni og Suður­ oynni út av nýggjum. Fyrr í ár hevði Strandferðslan út­bjóðing av øllum leiðum hjá Bygdaleiðum fyri næstu sjey árini. Útbjóðingin var í so­ nevndum pakkum, sum um­ fataði fleiri leiðir í sama øki. Tá ið boðini vóru komin inn, vildi Strandferðslan ikki taka av nøkrum tilboði fyri pakka 4, sum er Sandoyggin, og pakka 5, sum er Suðuroyggin. Tað komu tvey boð upp á koyring á Sandoynni, men Strand­ferðslan helt, at ein ávís óvissa var um innkomnu boðini í mun til samlaða ferða­ ætlanartímatalið í út­bjóð­ ing­ar­tilfarinum, og tað hevði við sær, at neyv samanbering kundi ikki gerast av boðunum. Tað kom bara eitt boð upp á koyring í Suðuroynni. Tíma­ prísurin í boðnum upp á hesa koyring var munandi hægri samanborið við boðini í hinum pakkunum, og tí vildi Strand­ ferðslan ikki taka av boðnum. Nú verða sonevndu pakki 4 og pakki 5 bodnir út av nýggjum. Boð upp á hesa koyring skal verða Strand­ ferðslu­ni í hendi í seinasta lagi á mid­degi 15. august. Heimsheilsustovnurin WHO ávarar í móti smábarnamati við ov nógvum sukurinnihaldi. WHO hevur kannað ymisk sløg av smábarnamati, og tey hava funnið fram til, at fleiri sløg innihalda ov nógv sukur. WHO mælir frá, at børn undir hálvt ár læra smakkin av sukri at kenna, tí tað økir um vandan fyri heilsutrupulleikum seinni í lívinum. WHO mælir tí til, at forboð verður sett fyri at selja smá­ barna­mat, har meira enn 15 pro­sent av orkuni kemur frá sukri. Eisini verður mælt til, at smábarnamatur ikki skal innihalda meira enn fimm prosent reina frukt. WHO mælir eisini til, at vøru­lýsingin av smábarnamati skal verða greiðari, so at foreldur ikki verða villleidd. EYÐUN KLAKSTEIN L eygarkvøldið verð­ur árliga ólav­søku­kon­ sert­in, sum seinnu árini hevur verið hildin undir navni­num Tórsfest og er flutt mitt inn í Havnina – á Vaglið. Ólavsøkukonsertin plagdi at bjóða tað besta av tí føroyska, men nú hevur Tórsfest eisini fleiri útlendskar bólkar á skrán­ ni. Hesaferð eru gestirnir serliga úr Danmark, haðani artistarnir Suspekt, L.O.C, Halberg & Friends, Martin Jensen og Hjalmer Larsen koma. Rockstjørna Úr USA kemur ein rættilig rock­ stjørna –  Dee Snider, sum er kendur sum sangari í Twisted Sister, kemur til Føroya við egnum bólki at spæla sangir av soloútgávu og kendar Twisted Sister slagarar. Twisted Sister, sum vitjaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, eru givnir at spæla, men Dee Snider hevur síðani verið virkin sum solist­ ur. Hann gav í fjør út »For The Love of Metal«, og hann hevur ferðast víðahvar at spæla konsertir síðani. Eisini í summar hevur Dee Snider verið á plakatini á fleiri europeiskum rockfestivalum. Nú verður høvi at hoyra sangir sum »We’re Not Gonna Take It« og »I Wanna Rock« live á Vaglinum í Havn. Nýtt og gamalt Ein av meiri forvitnisligu gest­ Bjóða koyring út av nýggjum Ov nógv sukur í smábarnamati Koyringin hjá Bygdaleiðum í Suðuroy og Sandoy er nú boðin út av nýggjum Heimsheilsustovnurin ávarar í móti smábarnamati við ov nógvum sukri Vørulýsingin av smábarnamati skal verða greiðari TÓRSFEST SKAL SETA LÍV Í BÝIN Stóra ólavsøkukonsert skal leygardagin seta lív í miðbýin í høvuðsstaðnum. Tórsfest bjóðar eitt nú rock við Dee Snider, popp við Halberg & Friends og rapp við Suspekt