hósdagur 18. juli 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
7
DAGFINN OLSEN
Faroe Offshore Service er
stovnað síðst í 2010. Í 2011 fóru
fyrstu fólkini í vinnu fyri fyri
tøkuna, og fyritøkan vaks
skjótt.
– Vit fingu rættiliga skjótt
góðan samstarvsfelaga, har vit
fingu vitan, royndir, og knýttu
sambond, og møguleikin vaks
fyri at byggja upp, sigur Hans
Jákup Johannesen, stjóri.
– Mínir førleikar innan olju
vinnu hava verið, og eru, ein
fyrimunur, tí so veit ein, hvat
tosað verður um, sigur Hans
Jákup Johannesen.
Sjálvur lærdi hann til skips
elektrikara á Skála Skipa
smiðju. Seinni fór hann við
rækjuskipum, og sigldi hjá
Mærsk, og árini á sjónum
gjørdust mong, men í 1994 fór
hann at arbeiða í oljuvinnuni.
– Vit veita arbeiðsmegi innan
t.d. oljuvinnu, ofta elektrikarar
ella mekanikarar. Ofta er tað
so, at vit vera spurd um tilboð,
og á tann hátt ber eisini til at
gera langtíðarætlanir, og har
við tryggja arbeiðið eitt áramál.
Sum er í dag hava vit arbeiði
fram til 2022, sum vit hava
sáttmála, um og hava bundið
okkum til, sigur stjórin í Faroe
Offshore.
– Vit eru 4 fólk á skriv
stovuni. Fyri tað mesta arbeiða
vit í Noreg, men vit hava eisini
verið so manga arðastaðni,
sigur Hans Jákup Johannesen,
og nevnir eina langa røð, til
dømis Kýpros, Skotland og
Afrika.
Væl rikin fyritøka
– Størsti kostnaðurin, ella
vansin, hjá okkum eru ferðaút
reiðslurnar. Har er størsta av
bjóðingin. Men vit eru ein væl
rikin fyritøka, og vit eru komin
fyri at vera, og okkara kundar
eru væl nøgdir. Tó so, sjálvsagt
merktu vit kreppuna, ið rakti
fyri eini tveimum árum síðani,
sigur Hans Jákup Johannesen.
Fyritøkan hevur í dag eini
60 fólk í vinnu. Um 90% av
arbeiðsmegini er innan off
shore. Men ikki er tað bert
oljuvinnan, ið Faroe Off
shore letur arbeiðsmegi til, tí
fyritøkan hevur eisini verið
við, tá nýbygningar eru gjørd
ir, arbeitt við supply-bátum,
arbeitt innan alivinnu, og letur
arbeiðsmegi til norkar skipa
smiðjur.
– Í heyst verður brúk fyri eini
30 – 40 elektrikarum afturat.
Vit nýta ikki bert føroyska
arbeiðsmegi, men hava fólk í
vinnu úr øllum Skandinavnia,
sigur stjórin í Faroe Offshore,
sum síðstu tíðina hevur arbeitt
nógv umborð á nýggja norska
oljuboripallinum Martin Linge,
ið ætlandi fer undir at bora
eftir olju í 2020.
Nýta arbeiðsmegi úr
øllum norðurlondum
Faroe Offshore Service sendir arbeiðsmegi til
boripallar, nýbygningar, ella har tørvur er á tí,
og í dag eru eini 60 fólk í arbeiði hjá fyritøkuni
Faroe Offshore hevur arbeitt nógv umborð á nýggja oljuboripallinum Martin Linge
Hava borað 98 metrar
av Sandoyartunli
NCC hevur nú borað fyrstu
98 metrarnar av Sandoyar
tunlinum.
Tann 7. juni varð Eystur
oyartunnilin skotin liðugur, og
síðani hevur NCC arbeitt við at
taka útgerð niður og seta hana
í stand.
Síðan er NCC so smátt
byrjað at bora í Traðardali.
Borivognurin varð settur í
gongd 4. Juli, og nú eru 98 metr
ar boraðir.
Fríggjadagin fer arbeiðið
í summarferiu fram til ólav
søkudag. Eftir tað verður eisini
byrjað at bora á Gomlurætt.
NCC hevur sett hol á Sandoyartunnilin
unum hesaferð er Hjalmer
Larsen, sum er sonur kanska
størsta danska sangskrivaran
nakrantíð, Kim Larsen. Hjalmer
Larsen hevur vunnið alt meiri
fram sum solistur, og hann
kemur nú fyri fyrstu ferð til Før
oya at spæla. Hetta er ein ungur
artistur, sum er á veg fram.
Bólkurin Halberg & Friends
umboðar meira tann nostalgiska
tónleikinum í 80’unum og
90’unum.
Poul Halberg var smádrongur,
tá hann byrjaði at spæla gittar
og klaver. Sum 15 ára gamal
byrjaði hann longu tónleikarligu
yrkisleiðina í bólkinum Grace
og næstu mongu árini spældi
hann við bólkum sum Aorta og
Dagspressen við fleiri. Seinni
var Poul Halberg sangskrivari
og tónleikari í bólkum sum Hal
berg/Larsen og Ray Dee Ohh,
sum høvdu nógv hitt. Halberg
og hansara vinfólk fara at spæla
tey stóru hittini frá hansara
yrkisleið – eitt nú sangir sum
»Magi i luften«, »Mandags
stævnemøde«, »Jeg vil la’ lyse
brænde« og »Elskes af dig«.
Føroyskt
Umframt útlendsku gestirnar
fara eisini nakrir føroyskir bólk
ar á pallin. Saint Kodiak, sum
er nýggja navnið hjá Gunnar
Mikkelsen, I AM og Danny &
The Veetos hava fingið pláss
í skránni. Harafturat verður
eisini barnaundirhald, tá ið til
takið byrjar seinnapartin leyg
ardagin.
Skráin fyri Tórsfest er frá kl.
16.00 til 03.00, og konsertirnar
verða á tveimum ymiskum pall
um. Harafturat verður eisini
spæliland fyri børnini.