Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 8 SAMRØÐA: Tóra við Keldu ÁKI BERTHOLDSEN – Tað er ógvuliga gleðiligt, at Strandferðslan traðkaði í karakter og stóð við sítt. Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum er felagsskapurin fyri tey, sum bera brek, og familjur teirra. Nú koyringin hjá Bygdaleiðum hesi næstu sjey árini varð bjóðað út av nýggjum, er tað eitt krav frá Strandferðsluni, at allir bussarnir skulu kunna taka koyristólar, so at fólk við rørslutarni eisini kunnu ferðast við bussunum á jøvnum føti við øll onnur. Tað var ein ávís mótstøða ímóti tí, men Strandferðslan vísti dirvi og helt fast um sína støðu, og tað fegnast forkvinnan í MEGD um. Søguligt frambrot Hon sigur, at eitt arbeiði, tey í MEGD leggja stóran dent á, er, at fólk við rørslutarni skulu hava sama rætt sum øll onnur til tey tilboð, og tær tænastur, sum eru. – Tað hevur alstóran týdning at eisini tey, sum hava rørslutarn kunnu vera við, har lívið verður livað - tað vil siga, á tiltøkum av øllum handa slagi, og har fólk annars savnast. Og ein partur av hesum er eisini at tey skulu sleppa at ferðast ótarnað við bussum og skipum, á jøvnum føti við øll onnur. Tí hava tey í MEGD eisini lagt stóran dent á at almenna samferðslunetið, skal vera atkomuligt hjá fólki, ið bera brek. Tóra við Keldu sigur, at í hesum sambandi hava tey verið í einum góðum samskifti við Strandferðsluna og nú er tað so sett fram sum eitt krav til tey, sum bjóða seg fram at koyra fyri Bygdaleiðir. –  Tað hevur eitt øgiliga stórt virðið fyri okkum, at Strandferðslan helt fast um hesa støðuna, tí tað hevur alstóran týdning, at almennir stovnar ganga undan á hesum øki, sigur Tóra við Keldu. Hon heldur, at í roynd og veru er talan um eitt søguligt frambrot. Og hon ivast heldur ikki í, at við hesum fer Strandferðslan at vera eitt gott fyridømi hjá øðrum, nevniliga at tey fara at hugsa meiri um atkomuviðurskiftini í øllum sínum viðurskiftum. Ikki frá fyrsta degi Ein grundgeving fyri at tað er óneyðugt at krevja, at bussarnir hjá Bygdaleiðum skulu kunna taka koyristólar, hevur verið, at fólk við breki brúka ikki bussarnar. – Tað er ikki so undarligt, at tey ikki hava brúkt bussarnar, tí tað hevur rætt og slætt ikki borið til, sigur hon. Sostatt verður hon heldur ikki bilsin, skuldi tað víst seg, at tað ikki verður frá fyrsta degi, at fólk við rørslutarni í stórum tali fara at ferðast við Bygdaleiðum. – Alt slíkt krevur eina ávísa tilvenjing, og eg vænti at tað fer at taka sína tíð hjá fólki at venja seg við tankan um, at nú ber tað til hjá fólki í koyristóli at ferðast við Bygdaleiðum, sigur hon. –  Tá ið bussarnir ikki hava verið atkomiligir, hava vit heldur ikki fingið upparbeitt ta siðvenju millum fólk við rørslutarni at brúka bussarnar. Men annars heldur hon, at hetta stigið hjá Strandferðsluni Strandferðslan hevur tikið eina djarva avgerð, sum verður eitt fyridømi fyri onnur, heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD HENDAN AVGERÐIN ER NÓGV VERD FYRI OKKUM – Tað er nógv vert, at Strandferðslan helt fast um sína støðu og tað fer heilt víst at vera eitt gott fyridømi fyri onnur, heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD