Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 9 fer ikki bara at gagna teimum, sum bera brek. Tað fer eisini at gagna fólki, sum eru illa gongd, fólki við barnavogni og øðrum, so hetta er eitt tiltak, sum gagnar øllum. Blandað tvey viðurskifti saman Men tað er ikki øll, sum halda, at tað treytaleyst er eitt frambrot, at tað nú er eitt krav, at allir bussarnir hjá Strandferðsluni skulu kunna taka koyristólar. Henrik Old, løgtingsmaður, og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur, at tað er sjálvsagt, at bussarnir til og frá flogvøllunum, og á øðrum høvuðsrutunum, skulu hava lyftu til koyristólar. Men hann heldur, at á fleiri rutum í útjaðaranum verður hetta ein stórur trupulleiki, tí Bygdaleiðir seta fólk av á nøkrum fáum, ávísum støðum í bygdunum, teir koyra ígjøgnum og tað kann vera ringt hjá fólki við rørslutarni at verð sett av á einum steðgiplássi, men síðani at hava fleiri kilometrar til hús. Tí skjýtur hann upp, at minni bussar við allari útgerð verða settir í rutu at heinta hesar brúkarar, til dømis frá Smyrli, og koyra tey hagar, tey skulu. – Hesin hugburðurin harmar meg, men eg haldi, at her verða tvey ymisk viðurskifti blandað saman. – Tað er sjálv kjarnin í málinum, at eisini fólk við rørslutarni eiga at fáa javnbjóðis rætt at brúka brúka almennu ferðsluna, eisini Bygdaleiðir. – Her hava vit ein almennan myndugleika, sum bjóðar eina almenna tænastu út, og prinsipielt eigur tann tænastan at vera atkomulig hjá øllum, sigur hon. –  Fólk við rørslutarni eiga at hava fullan rætt at ferðast saman við øllum øðrum. Har, sum øll fara, eiga øll at sleppa. – At hava serligar bussar til tey, eru tað sama sum at vísa teimum til bakdyrnar, tá ið tey skulu inn og út úr einum høli, sigur Tóra við Keldu. – Hvat so kemur afturat tí, er nakað annað, og tað eigur at bera til at finna praktiskar loysnir á hesum trupulleikanum, leggur hon afturat. Eg vænti at tað fer at taka sína tíð hjá fólki at venja seg við tankan