Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 10 ÁKI BERTHOLDSEN –  Nú haldi eg, at føroyingar skulu gevast at taka myndir av grinda­drápi og at leggja tær á inter­netið. Tað heldur Ólavur Sjúrðar­ berg, formaður í Grinda­manna­ felagnum. Eftir at tað hevur verið rætti­ liga friðarligt í eini tvey ár, eru umhvørvisfelagsskapir aftur farnir rættiliga í hernað ímóti grindadrápi við tí endamáli at fáa okkum at gevast at drepa grind. Í hesum sambandi hevur nógv kjak verið um, at føroyskir fjøl­miðlar javnan taka myndir av grindadrápi og leggja tær á talgildu miðlarnar. Fólk eru í rættiligum tvídrátti um hetta, tí summi halda, at tað er púra óneyðugt, men onnur halda, at vit hava einki at fjala, og kunnu vit ikki vísa myndir av grindadrápi, eiga vit heldur ikki at drepa grind yvirhøvur. Tænir ongum endamáli Ólavur Sjúrðarberg leggur dent á, at trýstið eigur ikki at fáa okkum at slaka ein tumma í okkara rætti til at gagnnýtta okkara náttúrutilfeingi, heldur ikki grindina. Men hinvegin heldur hann ikki, at tað tænir nøkrum enda­ máli, at fjølmiðlar í Føroyum, og før­oyingar annars, taka myndir av hvørjum einasta grindadrápi og leggja tær á internetið. –  Eg haldi ikki at vit skulu ganga umhvørvisfelagsskapum til handa upp á hendan mátan og fóðra teir við myndum, hvørja ferð ein grind leggur beinini, sigur hann. Hann sigur, at um­hvørvis­ felags­skapir fáa helst sínar mynd­ir kortini. Tað er so hvat tað er, men tað er eingin orsøk til at vit skulu hjálpa teimum við myndum, sum teir síðani brúka aftur ímóti okkum sjálvum. Formaðurin í Grinda­manna­ felagnum sigur, at øll grindadráp líkjast, so hava vit tikið mynd av onkrum grindadrápi, er eingin orsøk til at blíva við. – Vilja vit lýsa gerandisdagin í Føroyum, er so nógv annað, vit kundu tikið myndir av, eitt nú tá ið vit reka seyð, eru til útróðrar, ímeðan vit hoyggja, og hvat veit eg. – Men tað gera vit sjáldan, og eg haldi heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at halda fram at taka myndir av grindadrápi, sig­ ur hann. Skal ikki haldast loyniligt Ólavur Sjúrðarberg sigur, at vit skulu ikki halda tað loyniligt, at vit drepa grind - og tað kunnu vit heldur ikki. Vit drepa 600 - 800 grinda­ hvalir um árið, men tað er undir opn­um himli, og tað fær ikki verið øðrvísi. Og vit búgva í ein­um frælsum samfelagi, har tað ber til hjá øllum at koma at hyggja at, hvat fyriferst. Danir drepa yvir 50.000 grísar -um dagin. Eisini onnur lond drepa djór í milliónatali øllum, men tað tekur eingin upp á tunguna, helst tí, at tað er alt innandura, burtur úr manna­ eygum. –  At forða fyri at fólk taka myndir av einum grindadrápi, er ein vónleys uppgáva, heldur Ólav­ur Sjúrðarberg. Hann sigur, at royndir eru gjørdar at byrgja alt økið av, tá ið grind er hildin til, men eisini tað er ein vónleys uppgáva, tí eitt grindaøki kann vera víðført og myndatól hava góðar linsur og kunnu taka myndir langt burt­uri frá. –  Tað einasta, grindamenn kunnu gera, er at syrgja fyri at gera sítt arbeiði í ein­um grindadrápi til lítar, so­leið­ is at einki er hjá um­hvørvis­ felagsskapum at finnast at, og so verða myndirnar heldur ikki so ógvusligar. Hann dugur heldur ikki at síggja nakað sum helst endamál í at drepa lítlar bólkar av spring­ arum, tí teir eru so smáir, at tað er einki at býta. Løtt offur Ólavur Sjúrðarberg hev­ur lagt til merkis, at um­hvørvis­felags­ skapirnir hava skift taktikk. –  Eina tíð løgdu tey eftir drápinum sjálvum, men tað slagið taptu tey, tí føroyingar stóðu stinnir um at varðveita rættin til at drepa grind, stað­ festir hann. –  Nú leggjast um­hvørvis­ felag­skapir so á útlendskar tón­ leikarar, sum skulu til Føroyar at spæla, men teir eru løtt offur, tí teir vita ikki, hvat grindadráp snýr seg um. –  Teir standa nokk eisini Tað er eingin grund til at føroyingar hjálpa teimum, sum vilja kúga okkum til at gevast at drepa grind, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum VIT SKULU GEVAST AT TAKA MYNDIR AV GRINDADRÁPI Eg haldi ikki at vit skulu ganga umhvørvis­ felagsskapum til handa upp á hendan mátan