Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 11 ÁKI BERTHOLDSEN F øroyingar skulu rakast har tað svíður ringast. Tað er nýggi taktikk­ur­in hjá um­ hvørvis­felags­skapum, sum vilja hava okk­um at halda upp at at drepa grind. Tað er serliga hesi sein­ astu fýra, fimm árini, at um­ hvørvisfelagsskapir hava ligið eftir føroyingum. Men hetta seinasta árið hava teir rættiliga skift taktikk. Fyri nøkrum árum síðani brúktu umhvørvisfelagsskapir tann taktikkin, at tey komu higar við bátum og væl­ mann­aðum liði á landi við tí endamáli at leggja beinleiðis upp í grinda­dráp. Men síðani er virksemið hjá teim­um avmarkað við lóg og tey hava ikki loyvi at koma inn um 12 fjórðingar við skipum ella bátum. Tí hava umhvørvis­felags­ skap­irnir nú lagt á annan bógv. Í fyrstu atløgu er endamáli við nýggja taktikkinum nú at senda fólk til Føroya í loyndum at taka myndir av grndadrápi. Men endamálið er eisini at fáa ferðafólk at boykotta Før­ oy­ar. Eitt nú hava um­hvørvis­ felagsskapir lagt trýst á feløg, sum hava ferðafólkaskip um at boy­kotta Føroyar, og tað hevur eisini eydnast í ein ávísan mun. Umhvørvisfelagsskapir virka eisini fyri at fáa út­lend­ ingar at boykotta føroyskan ali­laks, men tað hevur ikki hepnast nakað serligt. Men serliga sjónskt hevur tað verið, at ávísir um­hvørvis­ felagsskapir brúka nógv orku upp á at fáa tónleikarar at boy­ kotta Føroyar. Í hesum sambandi hava tey, sum skipa fyri konsertum úti í heimi við føroyska bólkurin, Týr, verið undir hørðum trýsti. Og tað er eisini hent meiri enn eina ferð, at konsertfyrireikarar eru hoknaðir undir trýstinum, og hava avlýst konsertir við Týr. Eisini tónleikarar, sum talan hevur verið um at fáa til Føroyar at halda kon­sert­ir eru lagdir undir eitt ómenn­i­ skjansligt trýst frá um­hvørvis­ felags­skapum. Og í einstøkum førum hevur tað eisini eydnast teimum at fáa tónleikarar at boykotta Før­oyar. Tað merkti G! festivalurin svið­an av í summar, tá ið eitt av høvuðsnøvnunum, Lewis Ca­paldi úr Skotlandi, brádliga avlýsti ætlaðu konsertina á G. –  Vit skulu vápna okkum við upptøkutólum fyri at vísa umheiminum, hvussu før­oy­ ingar bera seg at, og vit skulu raka teir, har tað merkist og tað er á pengapungin, er nýggi taktikk­urin hjá um­hvørvis­ felags­skapunum. Vilja raka føroyingar har tað svíður ringast Tað er ein vónleys uppgáva at royna at forða fyri at umhvørvisfelagsskapir fáa myndir av grindadrápi. Men eg haldi ikki, at at skulu hjálpa teimum at fáa myndirnar til vega, sigur formaðurin í Grindmannafelagnum, Ólavur Sjúrðarberg rættiliga veikir, tí uttan iva føla teir seg hóttar upp á sítt livibreyð, tí teir verða hóttir við, at fara teir til Føroya at spæla, fara teir at verða boykottaðir runt um í heiminum. Eisini limirnir í bólkinum, Týr, hava verið undir stórum trýsti, men teir eru ikki so lættir at kúga, tí teir standa fast, leggur hann afturat. Formaðurin í Grinda­manna­ felagnum heldur, at tað er ein máti at sleppa undan keðiligum støðum, sum tey komu í á G! í ár, tá ið ein tónleikari avlýsti í síðstu løtu. Og tað er at taka spurn­ingin um grindadráp upp við tónleikararbar beinanvegin, teir verða bidnir um at spæla. –  Beinanvegin útlendskir tón­leikarar verða bidnir um at spæla í Føroyum, kundi tað verið eitt hugskot at kunna teir um, at teir kunnu vænta at verða lagdur undir trýst av umhvørvisfelagsskapum. Sostatt kunnu teir fáa høvið til at trekkja í land beinanvegin, áðrenn teir verða lagdir undir trýst, heldur Ólavur Sjúrðarberg. Ikki so ógvuslig Annars staðfestir hann, at mót­ mælini ímóti grindadrápi eru ikki so ógvuslig, sum tey ljóða. – Tey gera nógv um seg, men tann sum fylgir við, varnast skjótt, at tað er ikki tann stóra fjøldin av fólki, sum mótmælir grinda­drápi. Tvørtur ímóti eru tað tey somu, fáu, fólkini, sum ganga aftur og aftur, og sum mótmæla allastaðni. – Og í roynd og veru eru tey ikki fleiri enn at tey ofta kunnu teljast á hond­unum, sigur formaðurin í Grinda­manna­ felagnum. – Skulu vit verja grindahvalin, og øll djór, hava vit eina nógv størri avbjóðing enn hana, at vit drepa 600-800 hvalir um árið. Og tann avbjóðingin er, at dálk­ingin, sum er við at beina fyri nógvum djórasølgum, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Teir eru løtt offur, tí teir vita ikki, hvat grindadráp snýr seg um