hósdagur 18. juli 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
12
MÁNALENDINGIN
STEINAR PATURSSON
Í
1610 situr Gallileo Gallilei og hygg
ur eftir náttarhimlinum í nakrar
dagar. Hann fær eyga á tríggjar
mánar kring Jupiter, men varnast
eftir nakrar dagar, at ein er horvin.
Gallileo staðfestir, at hetta má vera,
tí at mánin er aftanfyri Jupiter, og at
hetta má so eisini merkja, at mánarnir
eru í ringrás um Jupiter.
Hetta var í andsøgn við sokallaðu
aristotelisku skipanina, har hildið var,
at allir lutirnir í rúmdini vóru í ring
rás um jørðina, og at jørðin sostatt var
miðpunktið í rúmdini. Rúmdin hoyrdi
altso ikki til mannaættina, men manna
ættin hoyrdi til rúmdina, og eitt nýtt
tíðarskeið við kosmiskari hugsan var
byrjað.
Teoretiska grundarlagið fyri ferðslu
í rúmdini kom tó ikki fyrr enn nøkur
hundrað ár seinni. Við íblástri frá
verkunum hjá Jules Verne gevur russ
arin Konstatin Tsiolovski í 1903 út
verk, sum grundgevur fyri, at ferðsla í
rúmdini er teoretiskt møgulig.
Seinast í 1920'unum og fyrst í
30'num varð arbeitt ymsastaðni við at
gera rakettir, ið skuldu nýta flótandi
brennievni. Amerikanarin Robert
Hutchings Goddard og eysturríkski-
ungarin Herman Oberth gjørdu um
sama mundið hvør sína rakett, ið
nýttu flótandi brennievni. Ein av
næmingunum hjá Oberth, Wernher
von Braun, gjørdist eisini leiðandi
partur av arbeiðinum hjá týska heri
num at menna V-2 rakettina, sum í
1944 gjørdist fyrsta rakettin, ið kom
tvørtur um sokallaða Karman-markið.
Karman-markið, sum er 100 km frá
sjóvarmálanum upp í loft, verður
seinni mett at vera markið millum
atmosferuna hjá jørðini og rúmdina, og
gjørdist Týskland sostatt fyrsta tjóðin
í rúmdini.
Týskarar áttu eisini fleiri av heim
sins fremstu vísindamonnum undir
krígnum, og tá tey sameindu fóru inn
í Týskland í 1944, gjørdist kapping um
at fáa fatur á teimum.
Serliga Sovjettsamveldið og USA
royndu hvør í sínum lag at fanga so
nógvar týskar rakettgranskarar sum
gjørligt, og tann kendasti av øllum,
Wernher von Braun, gav seg yvir til
amerikanarar og endaði sum verk
ætlanarleiðari í NASA fyri Apollo
verkætlanini, sum nógv ár seinni setti
tveir menn á mánan. Hugtaksliga var
kalda kríggið longu byrjað, og bæði
Kreml og Washington vildu styrkja
seg við fremstu vísindaligu heilunum
úr Týsklandi.
Sum avleiðing av kalda krígnum
og vandanum av kjarnorkukríggi
mettu bæði USA og Sovjettsamveldið,
at rúmdarførleikar fóru at vera ein
sentralur partur av tjóðartrygdini.
Sovjettsamveldið hevði fyrst í 50'unum
havt fleiri væleydnaðar royndir at
senda hundar stuttar túrar í rúmdina.
í 1951 vóru hundarnir Dezik, Tsygan og
Lisa fyrstu súgdjór uttan fyri Karman-
markið, og í 1957 var Laika fyrsta djórið,
ið kom í ringrás um jørðina.
Kappingin um rúmdina var nú
av álvara byrjað, men yvirhøvur var
Sovjettsamveldið fremsta rúmdar
tjóðin øll 50'ini.
Sovjettsamveldið var eisini fyrsta
tjóðin, ið fekk fólk út í rúmdina, tá Yurij
Gagarin 12. apríl í 1961 kom í ringrás
umborð á Vostok 1. Amerikanar royndu
at gera teimum hetta eftir ein góðan
mánaða seinni, tá Alan Shepard varð
næsti maður í rúmdini umborð á Free
dom 7. Hann kom tó ongantíð í ringrás.
Greiða málið fyri bæði Kreml og
Washington varð síðani at røkka mána
num, og frambrotini í rúmdarferðslu
vórðu øgilig næstu átta árini, til Neil
Armstrong og Buzz Aldrin trína á
mánan 20. juli í 1969.
Hóast kappingin um rúmdina í ávís
an mun varð mett at vera av, so helt
rannsóknararbeiðið í rúmdini stillisliga
áfram. USA hevði rúmdarstøðina
Skylab í ringrás frá 1973 til 1974, og í
1976 lendi Viking Lander á Mars og fór
undir at senda myndir aftur til høvuðs
støðina hjá NASA.
Í smáum stigum komu alsamt fleiri
frambrot í rúmdartøkni næstu ára
tíggjuni, og sjónarringurin flytir seg
alsamt longur burtur út í rúmdina.
Fleiri tjóðir eru síðani lagdar aftrat
teimum, ið kunnu kalla seg rúmdar
tjóðir. 22 evropisk lond valdu at sláa
seg saman um felags rúmdarstovn,
Kina hevur stórt rúmdarprogramm, og
nú vil India eisini seta fólk á mánan.
Seinastu árini eru eisini privat feløg
upp í leikin. Kendast av øllum man vera
SpaceX felagið hjá Elon Musk, ið ynskir
at gera rúmdarferðslu bíligari, soleiðis
at tað í framtíðini skal vera møguligt
at gera búsetingar á Mars.
Og áhugin fyri Mars er stórur, ikki
minst hjá NASA, sum framvegis ætlar
at kanna lítlu reyðu gongustjørnuna
komandi 20 árini.
50 ÁR SÍÐAN
MÁNALENDINGINA
Hóast eingin maður var á mánanum fyrr enn í 1969, byrjaði tað, sum vit á
føroyskum kunnu kalla rúmdartíðin, nakað áðrenn. Rúmdin hevur hugtikið
okkum í fleiri øldir, og fyrst í 20. øld fóru vísindafólk so smátt at hugsa, at
møguliga bar til at ferðast í rúmdini. Eina hálva øld seinni bar á mál