Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 14 STEINAR PATURSSON Í hesum døgum verður Mars­2020 mánafarið sett saman í Pasadena í Kali­ fornia. Mars2020 er fyri­ bils­heitið hjá mánafarinum - ella rovaranum - ið eftir ætlan verður sent móti Mars í juli næsta ár. Endamálið við rann­ sóknar­túrinum, um tað kann kallast so, er at gera kanningar og at leggja til síðis jarðroyndir og annað, ið síðani skal takast til jørð­ina aftur seinni. Mars2020 rovarin er ein út­ bygg­ing av Curiosity rovaranum, sum í 2012 fór undir at senda mynd­ir av Mars aftur til jarðar. Hóast Curiosity hevur hildið nógv longuri enn ætlað, og enn virkin á Mars, so er neyðugt við einum nýggjum rovara við nýggjum kanningar- og máting­ ar­tólum. Mátitól til jarðfrøðiligar kanningar Lutirnir til Mars2020 rovaran koma nógva ymsastaðni frá, og talan er tí um nógvar ymsar verk­ætlanir, ið eru knýttar at samlaðu verkætlanini hjá NASA. Millum allar verkætlanirnar, ið eru knýttar at Mars2020, er ein verkætlan á DTU Space, har havnamaðurin David Arge Klevang Pedersen starvast. Ein av mongu kanningunum, ið Mars2020 skal gera, er at kanna evnafrøðiligu saman­ set­ingina í tilfarinum og gróti­ num á jarðskorpuni á Mars. Og tað er har, at PIXL tøkn­in hjá DTU kemur inn í mynd­ina. PIXL, ið stendur fyri Plane­ tary Instrument for X-Ray Litho­chemistry, er eitt slag av spektrometri, ið kann gera neyvar mikroskopiskar mát­ ingar av evnafrøðiligu saman­ set­ing­ini av teimum evnunum, ið eru á jarðskorpuni. Saman við PIXL tøknini er eisi­ni kameratøkni, sum skal stýra spektrometrinum, ið skal gera jarðfrøðiligu kanningarnar. Fleiri av kanningartólunum sita á arminum á Mars2020. Mars­2020 fær boð um at seta arm­in út, og tá armurin er úti, kunnu tólini so fara til verka. Men tað er umráðandi at kenna til frástøðurnar, ið arbeitt verður við, og har skal PIXL tøkn­in hjálpa í stýringini. - Tað er ikki bara sum at siga tað. Tað skal vera rættiliga neyvt, og tað er har, at kameratøknin hjálpir í navigeringini. Kamera­ tøkn­in hjálpir so við tí, sum á ensk­um eitur thermal drift. Hita­munurin millum nátt og dag á Mars er um 100 stig, so tú kanst ímynda tær, at armurin livir og flytir seg nógv av hita­ skiftinum, sigur David Arge Klevang Pedersen. Møguliga fleiri samstarv í framtíðini NASA og ESA, ið er evropeiski rúmdarstovnurin, ætla at gera samstarv um framtíðar kann­ ingararbeiði, har NASA skal nýta Proba-3 tøknina hjá ESA, ið eisini nýtir PIXL tøknina. Proba-3 er verkætlan hjá ESA, ið millum annað hevur til enda­ máls at ávísa virknið - og harvið eisini virðið - í so­kallaðari sjálv­ stýrdari forma­tións­flúgv­ing. For­matiónsflúgving í hesum sam­bandi gongur í stuttum út upp á tað, at tveir fylgisveinar skulu halda fasta og neyva frá­støðu til hvønn annan, og hetta skal so aftur gera betri møguleikar at innsavna dátu í rúmdini. Ítøkiliga skal for­ma­ tións­flúgvingin nýtast til at gera eitt "virtuelt" teleskop við 150 metra fokal longd, ið er umleið 10 ferð longri enn núverandi tele­skopini í rúmdini. Í sambandi við komandi Mars verkætlanir, ið eru mill­ um 10 og 20 ár í framtíðini, leggja ESA og NASA eisini upp til samstarv, har ætlanin er at brúka formatiónsflúgving til at heinta jarðtilfar, ið Mars2020 rovarin hevur savnað og lagt til síðis á Mars. Í grundini er talan um tríggjar verkætlanir: Tann fyrsta, sum er í gongd nú, har tilfar verður savnað saman, tann næsta, har tilfarið skal takast upp og sendast í ringrás um Mars, og tann triðja, har roynd­ irnar verða tiknar, meðan tær eru í ringrás, og sendar aftur á jørðina. Tad er serliga til triðja stigið, har hendan tøknin skal nýtast. Mars er so mikið langt burturi frá jørðini, at signal kunnu taka upp móti 10 minuttir at koma fram. Hetta hevur við sær, at tað ber ikki til at tilpassa og halda frástøðuna fylgisveinana mill­ um frá jørðini, og at tað má tí vera heilt automatiserað. Við somu kamera og navigatiónstøkni frá DTU ber tað tó til hjá fylgis­ veinunum sjálvum at halda røttu frástøðuna, og sostatt er DTU toymið vónandi eisini partur av teirri verkætlanini. Rúmdargranskari av tilvild Tað kundi hugsast, at fyri at gerast rúmdargranskari, so mást tú vera málrættaður frá fyrsta degi og vita, hvat tú ætlar tær í lívinum. Men so var ikki hjá David, ið sigur, at tað var eitt sindur tilvildarligt, at hann endaði á hesari lívsleiðini. - Tað var eitt sindur av tilvild. Pápi mín arbeiðir innan elek­tro­ verkfrøði, og eg hevði altíð hildið at tað var nokk so feitt. Eg var tónleikari, ella tvætlaði eitt sindur við tónleiki, og so helt eg, at tað kundi verið spennandi at gjørt forsterkarar. Eg endaði so á DTU, og tá eg kom til at gera kandidatin sá eg, at har vóru fak, sum høvdu við rúmdina at gera. So hugsaði eg bara at royna tað. Verkfrøðin í rúmdini beit fast hjá David, og tá kandidaturin var avgreiddur, hevði hann tikið øll tey fakini, ið høvdu við rúmdina at gera. - Eg spurdi so, um eg ikki MÁNALENDINGIN Á Mars2020 farinum, sum eftir ætlan setir seg á Mars í 2021, er tøkni, ið havnamaðurin David Arge Klevang Pedersen hevur verið við at menna. Ivaleyst er talan um fyrsta føroyska rúmdargranskaran, og væntandi verður hansara toymi partur av fleiri NASA verkætlanum í framtíðini FØROYSKUR VERKFRØÐINGUR Í NASA VERKÆTLAN