Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 15 kundi fáa arbeiði har á DTU Space og fór so undir at gera Ph.D, og her eri eg so enn. Hugurin at arbeiða innan STEM økið (STEM - Science, Techno­logy, Engineering & Mathe­matics - er enskt felags­ heiti fyri tøkni og náttúru­vísind) var eisini til staðar á ungum árum. Á Kommunuskúlanum var elektroniskt laboratorium, ið David og fleiri vinmenn gjørdu nógv burtur úr at brúka. - Tað var nakað, sum eg setti prís uppá. Tú kundi sita har og ar­beiða og fáa smakk fyri meira. Og fysisku umstøðurnar telja nógv, heldur David. - Á DTU er eisini nakað, ið eitur Skylab, har fólk hava atgongd til eitt laboratorium við undirvísarum. So kanst tú koma inn har og arbeiða við tí, sum tú hevur hug til. Um tú hevur eitt hugskot, so kanst tú til dømis gera eina prototypu, og so kanst tú sita og spæla við tí, sum tú hevur áhuga fyri. Tú fært møgu­leikan at geva áhuganum okkurt, og tað telir nógv, sigur hann. DTU Space hevur avbjóðingarnar Tá spurdur um hann verður verðandi hjá DTU, ella um onnur ting eru á sjónarringinum, sigur hann, at tað kundi altíð verið, at hann endar aðrastaðni, men sum er, trívist hann væl á DTU Space og sær onga orsøk til at fara víðari. - So leingi eg síggi eina framtíð á DTU, so síggi eg onga grund til at fara víðari. Nú havi eg eisini verið á Caltech/NASA JPL og sæð, hvussu tað fungerar. Tað hálva árið, ið eg var har, sá eg, at tey vóru eisini rættiliga bundin at teirra máta at gera tingini uppá. Á DTU eru vit nokk so frí, sig­ur hann og leggur aftrat, at tað framvegis er nógv at gera hjá DTU innan rúmdargransking. - So leingi sum har eru av­bjóð­ ing­ar, og vit føla, at vit kunnu vera við, síggi eg ikki ordi­l­iga nakra grund til at fara víðari, sig­ur David Arge Klevang Peder­ sen.