Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 16 BRANDUR MORTENSEN NOLSØE MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG 24. og 25 juli verður fimta útgávan av DansiEksperimentinum í Norðurlandahúsinum í Havn. DansiEksperimentið er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at menna moder­ naðan dans í Føroyum. Tað byrjaði sum ein roynd at samla dans­arar í Føroyum eina ferð um árið, men nú miða fyri­ skipararnir eftir at skapa eitt varandi dansiumhvørvi, sum kann lyfta støðið á modernaðum dansi í síni heild. - Í byrjanini høvdu vit í kvitta­ num at savna dansarar í Før­oy­ um á einum felags palli, men so hvørt sum verkætlanin er vaksin, hevur arbeiðið snúð seg alt meira um at lyfta støðið á modernaðum dansi í Føroyum, sigur Diana Jógvansdóttir Johannesen. Í 2015 fóru hon og vinkonan Rúna Volmarsdóttir sum úti­ setar undir verkætlanina Dansi­Eks­perimentið. Saman við Andreu Joensen, sum kom við árið eftir, seta tær síðstu hond á fyrireikingarnar til ársins dansitiltak. Diana Jógvansdóttir Johannesen, Rúna Volmarsdóttir og Andrea Joen­sen hava allar útbúgving inn­an fyri dans. Í felag manna tær listarligu leiðsluna av fram­ sýn­ingini. Eitt samanspæl millum listagreinar Hóast dansiframsýningin er um somu tíð hvørt ár, er stað­setin­gin nýggj hvørja ferð. Tað kemst av, at fyriskipararnir vilja, at tiltakið áhaldandi flytur seg í nýggjar karmar, so­leiðis at tað er øðrvísi hvørja ferð. Síðani 2015 hevur dansitiltakið verið í ávíkavíst Øs­trøm, Sjónleikarhúsinum, Smæruni og Læraraskúlanum. Eftir at Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, sýndi fyriskiparunum áhuga, verður konserthøllin í Norður­landa­ húsinum karmurin í ár. Sostatt verður pláss fyri fleiri áskoðar­ um, og sambært fyri­skiparunum endurspeglar hetta eisini menn­ ingina, sum er farin fram tey seinastu fimm árini. Men DansiEksperimentið snýr seg ikki bara um dans. Verkætlanin er eisini eitt høvi at vísa tær fjølbroyttu lista­gávur­ nar, sum eru í Før­oy­um, fram. Farnu árini hevur samanspælið millum dans og aðrar listagreinar myndað tiltakið. Eitt nú hava operasangur, yrkingaupplestur og ymisk tónleikasløg verið við. Í ár fara Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre, sum saman eita Rammatik, at leggja livandi myndir til framsýningina. Livandi myndirnar hjá Rammatik vera eisini reyði tráð­ur­in í framsýningini, siga fyri­reikararnir. Tann, ið skal leik­stjórna øllum tí, ið fer fram á palli­num, er Anfinnur Heinesen. Hansara leiklutur verður millum annað at stýra tí, ið viðvíkur dramatiskum úttrykki. Húsast á Fólkaháskúlanum Heili 70 listafólk fara at upp­ traðka undir framsýningini. Aftr­at teimum føroysku dansar­un­um, tónleikarunum og koreo­grafunum, hava fyri­ skip­ar­arnir eisini fingið út­ lendska hjálp. Yrkisdansarar eru nevniliga komnir úr USA, Kanada, Danmark og Noregi til Føroya á venjingarlegu í sam­bandi við framsýningina. Í hesum sambandi verður skip­ að fyri dansiskeiði á Føroya Fólka­háskúla, sum eisini húsar teimum, meðan tey eru í Før­oy­ um. – At útlendskir yrkisdansarar eru komnir til Føroya at undir­ vísa, hevur avgjørt verið til at geva okkara dansarunum íblástur, sigur Birita Adela Davi­d­sen, sum hevur leiklutin sum verkætlanarleiðari. Hon er útbúgvin operasangari. Hóast DansiEksperimentið hevur verið í stórari menning, síðani verkætlanin byrjaði, er enn ikki komið á mál. Stóri dreym­urin hjá fyriskiparunum er at fáa egið høli til vega, sum skal ognast dansiundirvísing burturav. Ikki fyrr enn tá verður møgu­ligt at bjóða fólki á ungum aldri miðvísa undirvísing, og tað er ein fyritreyt, skulu vit megna at uppala yrkisdansarar í Før­oyum. Til ta tíð, vóna fyri­ skipararnir, at framgongdin heldur fram. – Vit ynskja, at Dansi­Eksperi­ mentið skal rudda slóð fyri einum sjálvberandi dansis­ um­hvørvi, sum kann geva modernaðum dansi gróðra­lík­ indi í Føroyum, siga fyri­skipar­ ar­nir. VILJA SLÓÐA FYRI MODERNAÐUM DANSI DansiEksperimentið er eitt høvi at vísa tær fjølbroyttu listagávurnar, sum eru í Føroyum, fram DANSIEKSPERIMENTIÐ