hósdagur 18. juli 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
18
Røða eftir
Rigmor Dam í
sambandi við
avdúking av
standmynd av
Petur Mohr
Dam í Skopun
hin 27. apríl 2019
G
óðu tit øll, sum eru
savnað her í dag, nú
standmynd av abba
num, Petur Mohr Dam,
verður avdúkað.
Ein dagin, tá eg var suðuri í
húsinum hjá Dam á Tvøroyri,
fann eg eitt gamalt bræv. Gult
og falmað, dagfest hin 20. august
1916 í Skopun.
Brævið lá millum mong onnur
brøv og skjøl har suðuri – spor
frá einum langum livaðum lívi.
Til okkum eftirkomarar at lesa
og vónandi eisini at læra av.
Eg fari at loyva mær at lesa
nøkur brot upp úr brævinum,
tí tað lýsir rættiliga væl bak
grundina fyri, at hin ungi Petur
Mohr Dam longu sum blað
ungur fór so heilhjartaður inn
í sosialistiska frælsisstríðið, ja, í
sjálvan klassakampin. Ein kamp,
sum hann gekk á odda í líka til
hann dróg sín síðsta anda 70 ára
gamal hin 8. november 1968.
Kæru áhoyrarar
Komið tit nú við mær aftur í
søguna, aftur til støðuna!
Tað er knøpp vika síðan, at
ungi Petur Mohr Dam í Skopun
fylti 18 ár. Hann hevur dyppað
fyllipennin fyri at orða eitt bræv
til sín kæra farbróðir, Jóhan Chr.
Frederik Dam, kongsbónda við
Sjógv í Kollafirði, sum eisini er
tinglimur fyri Sambandsflokkin.
Ørindini eru greið: Hann
vil hava farbróðurin at hjálpa
sær at orða eina umsókn um
einkjustuðul til mammu sína,
sum nú í skjótt 10 ár hevur
sitið óarbeiðsfør einkja við seks
børnum.
18 ára gamli Petur skrivar:
“Kære farbror
...Moder og vi aller takker eder
hjerteligen for eders interesse
for at hjælpe os at kunne komme
til at gøre brug af loven om
Understøttelse af Børn af Enker,
hvilken ingen trænger hårdere
til end vi... De oplysninger, som
farbror ønsker i henhold til
loven... gives uden forbehold,
enskøndt at vi næsten skammer
os med at opgive vores sande
økonomiske forhold, så elendige
de ere.”
Leggið tykkum her í geyma
orðini “vi skammer os”, tí tey
venda vit aftur til!
Góðu skopuningar,
góðu áhoyrarar
Tá ið Gerhard Lognberg ringdi
til mín herfyri og vinarliga
heitti á meg um at bera tykkum
eina heilsan, nú standmyndin
av abba, Petur Mohr Dam, fór
at verða avdúkað, takkaði eg
sjálvandi fyri álitið. Og eg lovaði
at siga nøkur orð, bæði vegna
familjuna, sum í stórum tali er
savnað her í dag, men eisini sum
hugsjónarliga samsint javnaðar
fólk.
Søgan um Petur Mohr Dam er
tíverri ikki skrivað enn, so lítið
er at finna um hansara lív og
bakgrund. Tí eru vit takksom, at
tit skopuningar við hesi stand
mynd, vilja virða hans minni.
Tí tað var her á plássinum, at
frælsisstríðsmaðurin gekk í
skúla, her hann spældi í bø og
møl, gekk til handa og tók til sín
holla andaliga og mentanarliga
føði.
Í Sosialinum skrivar ands
felagin Heðin Brú føðingar
dagsheilsan til P. M. Dam á 65
ára degnum soleiðis um um
hvørvið her í oynni, sum var
honum til miklan íblástur í
uppvøkstrinum: “Táið hann (P.
M. Dam, red.) var ungur, var
á Sandoynni ein rík og andlig
veking: - A. C. Evensen, J. H.
Poulsen, Jóhan Hentze, Mass
Andr. Winther, Waldemar Dals
gård, Anna Maria Poulsen og fl.
Øll av frígjørdastu og hjarta
heitastu talsmonnum fyri tí
ungu tjóðskaparrørsluni –
háskúlamyndað, livandi vakin
fyri øllum, sum hendi í tíðini,
bæði burtur og heima. Á hes
um jørðildi, sigur Heðin Brú,
fór tíðliga at ríva fyri hesum
viðhvama dreinginum, tokkin
til land og fólk, til “et jævnt og
muntert, virksomt liv på jord...”.
Men tað var eisini her, hann
møtti vónleysa veruleikanum
hjá teimum, sum onki áttu. Hjá
teimum sjúku og veiku, teimum
gomlu, einkjunum, foreldra- og
fæloysingum.
Vit skulu rættiliga langt aftur
í tíðina, tí abbi hevði verið 120 ár
í dag.
Skopun var lutfalsliga ung
niðursetubygd, og skopuning
ar høvdu ikki somu inntøku
møguleikar sum gomlu marka
talsbygdirnar. So bygdafólkið
var tá, eins og í dag, einamest
fiskafólk, sum livdu av tí, sum
havið gav – at fiska, selja og
keypa – og so ein jarðarlut til
kúnna og nøkur epl. Tað var tað.
Men Skopun var eisini ein
bygd, sum vegna sín unga aldur
hevði eitt leysari tilknýti til
statisku bóndamentanina, har
stórbóndin ráddi, meðan hin
ognarleysi lat sína arbeiðsmegi
á sjógvi og landi, og lítlan
møguleika hevði fyri at lyfta
seg og síni upp í ljósið og
fram á leið. So, eins og onnur
niðursetupláss dróg Skopun til
sín tey ognarleysu, men vónríku;
tey, sum brutu upp úr nýggjum -
sum eitt lítið Amerika. Slík pláss
eru spennandi at byggja upp,
men eisini viðkvom fyri sosialari
neyð, serliga fyrstu árini, til
fólkið hevur funnið fótafestið.
Men møguleikarnir at vinna sær
eydnuna eru sanniliga eisini til
staðar.
Millum ungu familjurnar,
sum leitaðu sær suður um
Skopunarfjørð síðst í fyrru øld
vóru hjúnini Sára Maria og Óli
Kristian Dam. Bæði vaksin upp
í tí, sum vit í dag helst vildu rópt
mentaðum heimum, hon av
Heygum í Vestmanna og hann
frá Sjógv í Kollafirði, á kongs
garðinum, sum eldri bróðurin
hevði fest. Forrestin sami garður,
sum Petur Mohr Dam av røttum
skuldi festa eftir barnleysa far
bróðurin, men mátti siga frá sær
av heilsuávum.
Nýliga gift settust tey bæði
niður sum handilsfólk her niðri
á støðini, her tey keyptu og
seldu fisk og handlaðu við vøru.
Her fingu tey, ung og virkin,
børnini sum perlur á rað – í 1894,
‘97, ‘98, og 1902, ‘04 og ’07. Ja, lívið
var gott.
Men lagnan – og náttúran
– kravdi sítt offur
Hin 14. mai 1907 lesa vit í
Dimmalætting undir yvirskrift
ini “Havi tekur sín part, og tað
er slúkið”: “Týsdagin 30. apríl
kvøldist ein Skopunarbátur við
3 monnum í Høddasundi. Allir
umkomust: Óli Kristian Dam,
keypmaður, ið hevur konu og
fimm børn eftir. Prestjógvan, ið
var einkjumaður, hevur 5-6 børn
eftir. Hin triðji var ógiftur. Fleiri
Skopunarbátar vóru á útiróðri
tann dagin; men teir sjólætnu
vóru í síðsta báti, streymurin
var harður, og brim var uppií.”
Óla Kristian var farin á sjón
um, og Sára Maria sat einkja við
fimm smáum børnum millum 3
og 10 ár og tí sætta undir belti.
Hon hevði síðan mangan á
munni, at Petur, sum tá var 8 ára
gamal, skuldi verið við pápanum
á sjónum hendan dagin. Men,
tá ið maður hennara gjørdi seg
til at fara avstað á morgni, helt
hann sonin sova so søtan, at
hann vildi ikki vekja hann.
18 ára gamli Petur skrivar
víðari til farbróðurin:
“Vores årsindtægter er det os
umuligt at opgive eller gøre et
skøn over, da vores fortjeneste
på grund af den store sygelighed
Grát ikki mamman
Petur Mohr Dam og konan Ragnhild, fødd Strøm, á veg í veitslu
Brævið, sum 18 ára gamli Petur skrivaði til farbróðurin,
har hann lýsir støðuna í barndómsheiminum, har
mamman sat einkja við fleiri børnum
Rigmor Dam, abbadóttirin, hevði leitað aftur í
søguna, og kundi staðfesta, at tað var í Skopun at
lunnar løgdust undir lívsgerning P. M. Dams