hósdagur 18. juli 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
19
som har hersket i huset nu i flere
år, har været og er begrænset til
næsten intet.
Der har været nu og da lidt
syning for folk og bagning for
en handel... Men udgifterne er
store. Berghild søster og jer går
hilseløse, ude af stand til at gøre
det mindste. Moder venter kun på
at vores sygelighed skal forbedre
sig i den grad at vi skulle blive i
stand til at rejse bort herfra og
prøve på at begynde på en eller
anden levevej.”
Leggið nú hesi orðini “at
rejse bort” afturat orðunum “vi
skammer os”, sum eg nevndi í
áðni. Vit koma aftur til tey.
Eftir at pápin var farin, og
Sára Maria sat einsamøll við
barnahópinum, kundi bygda
fólkið í allari neyðini ugga hana
við, at fiskurin var fingin til
høldar og lá stakkaður, klárur
at selja. Men enn einaferð gjørdi
náttúran ein vørr, so ársverkið
kom ongantíð í hús. Eitt øtiligt
óløgið stóð niðan á bakkan og
druknaði tí dýrabaru last. Eitt
heilt ársverk spilt eftir lítlari
løtu. So har reyk eisini einkju
pensjónin.
Vit kunnu helst øll livandi
ímynda okkum tann ekka, sum
mundi bylgjast í mammuni, nú
bæði forsyrgjari og inntøka
hvurvu í einum. Men Sára
Maria var kná. Hon setti í seg,
at børnini skuldu ikki setast út.
Tey skuldu vaksa upp saman
her í heimbygdini, og her hava
grannarnir, bygdafólkið og
familjan norðanfyri heilt givið
verið teimum ein hollur stuðul.
18 ára gamli Petur skrivar
víðari til farbróðurin:
“Moder står i gæld til sine
brødre, men som farbror ser er
vores forhold så fortvivlende at
jeg synes det forventes må i sig
selv være nok til at anbefale os
gyldige til at være berettiget til
den fulde understøttelse foruden
at man ydermere behøver at
blotte sig. Vi kan også oplyse
at moder ikke nyder nogen
understøttelse af nogen kasse
eller fattigvæsenet... Det kan ikke
nægtes, at jeg har levet under
serlige dårlige omstændigheder,
jeg har været syg siden jeg var 13
år, og det meste af tiden har jeg
beholdt sengen.”
Og leggið tykkum nú hesi
orðini “at stå i gæld og at blotte
sig” afturat orðunum “at rejse
bort” og “vi skammer os”, sum
eg nevndi í áðni. Vit koma aftur
til tey.
Heilsan hjá Sáru Mariu fór
skjótt at bila, men hon megnaði
at halda hita í reiðrinum í eini 9 ár
eftir at maðurin fór – við ongari
inntøku ella hjálp frá landi ella
kommunu. Til endans gav hon
tó skarvin yvir og flutti norður
til familjuna í Vestmanna, har
hon andaðist fá ár seinni, einans
47 ára gomul. Sostatt var P. M.
Dam bæði faðir- og móðirleysur
longu 21 ára gamal.
Og lat okkum nú venda aftur
til orðini, sum eg dróg fram úr
brævinum frá unga Petur.
Hann talar um skommina; um
at mamman bíðar eftir, at sjúku
børnini verða nóg frísk til at
kunna flyta burtur; at tey standa
í skuld til næstringar og at tey
mugu blotta seg fyri øvrigheitini
fyri at fáa hjálp.
Hesi sterku orð, sum longu
her bylgjast í 18 ára gamla
dronginum, komu at merkja
allan hans lívsgerning. Tí tey
eru lýsandi dømi um ta ráðandi
og eyðmýkjandi almuguhugsan,
sum P. M. Dam brúkti alt sítt
lív til at gera upp við: Hend
an almuguhugsan, sum trælk
aði og ómynduggjørdi tey,
sum óforskylt mistu inntøku
grundarlagið, antin tey vóru
gomul, sjúk, invalid ella mistu
forsyrgjaran. Nei, menniskjað
skuldi ikki krúpa ella koma
við hattinum í hondini, fyri at
prógva, at tey vóru “værdigt
trængende”. Hinvegin skalt tú
við røttum ryggi kunna taka
ímóti teirri hjálp, sum tú hevur
rætt til - tað er hitt sanna og
ediliga lívsfrælsi.
Tí var tað heldur ikki løgið, at
millum sporini frá Petur Mohr
Dam í húsinum á Tvøroyri
lógu orginalu lógaruppskotini
og røðurnar, sum hann helt
á tingi, tá sosiallóggávurnar
vóru fyri síðst í fimmtiárunum:
Lóg um barnaforsorg, lóg um
invalidurentu, lóg um einkju
pensjón og lóg um fólkapensjón.
Hann vildi víðka og menna
tað, sum fólk høvdu rætt til, tá
tilveran syndraðist. Hann vildi
tryggja fólki eitt virðiligt lív –
eisini eftir at tað ringasta var
hent.
Drívmegin í øllum hansara
virki var hitt fagra hugtak
»Frælsi«, ið stendur ovast í
stevnu Javnaðarflokka um allan
heim. Við fíggjarliga frælsinum
fylgir sanna lívsfrælsi, sum P. M.
Dam var so upptikin av.
Hann tosaði alt sítt lív
um frælsi frá økonomiskum
vesældómi
og
trældómi,
ímyndað við teimum trimum
frælsunum: Bú-, arbeiðs- og
lærdómsrættinum! Ella júst
tað øvugta av tí, hann skrivaði
pápabeiggjanum um.
Hann vildi tryggja fólki frælsi
at búseta seg, har gott er at liva;
frælsi at kunna vinna sær til
lívsins uppihald; og frælsi at
kunna nema sær útbúgving,
andliga ella handliga, sama um
fólk eru rík ella fátæk av burði.
Í dag er kanska trupult at
ímynda sær ta sosialu neyð, sum
valdaði millum tey ognarleysu í
Føroyum. Korini hjá teimum
faðir- ella móðurleysu. Teimum
sjúku og gomlu, kvinnunum og
børnum. Hjá teimum, sum vistu
sær ongan annan útveg enn at
liva av náðini hjá øðrum.
Hesi eru ikki tey, sum søgan
er skrivað um. Hetta eru tey
navnleysu, sum skøldini hava
ikki yrkt um, sum standmyndir
eru ikki reistar av, sum vegir eru
ikki uppkallaðir eftir. Hetta eru
tey, sum ongan gravstein fingu,
tey, sum tóku sporini við sær í
grøvina.
Søgan hevur altíð verið
skrivað av og um tey, sum
ráddu fyri borgum, um kongar
og høvdingar, stórbøndir og
ognarmenn, um skiparar og
reiðarar, restmenn og knáar
kappar. Helst er hetta eisini
orsøkin til, at so forsvinnandi
lítið er skrivað um Petur Mohr
Dam og fyri tað eisini um tann
flokk, sum hann stjórnaði alt sítt
vaksna lív, og sum, um nakar,
hevur myndað modernaða før
oyska vælferðarsamfelagið.
Og tað er spell, tí har eru upp
í leypar av søgum at skriva um.
Tað eru søgurnar um mannin,
sum var floksformaður, sóknar
stýrisformaður og tinglimur
fyri Suðuroynna í heili 40 ár.
Sum var folkatingslimur í 12 ár,
og tvær ferðir varð valdur til
løgmann.
Tað eru søgurnar um mannin
og tey, sum stovnaðu landsins
fyrsta veruliga fakfelag og
Javnaðarflokkin. Um blaðið og
blaðstjóran, læraran, lærara
felagformannin, handils- og
vinnulívsmannin. Um tann
fræga telvaran, hin gávaða
yrkjaran, tann vertskapiliga
avhaldsmannin, um hin altíð
forelskaða ektamannin og um
sorganarfulla familjupápan, hin
hjálpsama svágin og avhildna
barnavinin.
Tað kundi eisini verið søgan
um mannin, sum saman við
Louis Zachariasen longu í 1931
á fyrsta sinni legði uppskot fyri
tingið um at viðurkenna merkið,
sum føroyskir studentar høvdu
hongt út gjøgnum gluggan á
Garði í 1919. Um politikaran,
sum áhaldandi virkaði fyri før
oyskum limaskapi í Norður
landaráðnum. Um faðirin at
heimastýrislógini, sum onnur
denna dag øvunda okkum. Um
tann mann og flokk, sum tók
tey stóru sosialpolitisku sløgini
í Føroya søgu.
Men tað kundi eisini verið
søgan um mannin, sum mundi
verið sprongdur í luftina.
Tað var hin 18. september
1946, at bumban brast undir
løgtinginum, har Dammurin
plagdi at sita og arbeiða til út á
næturnar. Havnin vaknaði við
ein brest, býurin skalv og rútar
knústust heilt oman í Vágsbotn.
Men hin rundleiddi maðurin
við tí runda andlitinum og
teimum rundu brillunum og
hatti á høvdinum var farin tíð
liga heim, tí dótturin, Bjarma,
hevði føðingardag.
Gerningsmaðurin,
sum
hevði ætlað Petur Mohr Dam
bumbuna, varð ongantíð funnin,
hóast politiið lovaði ein dusør
upp á 5000 kr.
Men mong ár seinni, tá
Petur Mohr Dam var løgmaður,
varð hann boðsendur til ein
mann, sum lá at doyggja. Hesin
bekenti nú sína synd og bað um
fyrigeving. Tað fekk hann, og
løgmaður tók navnið á manni
num við sær í grøvina.
Men hetta er eisini søgan
um mannin, ið varð hildin uppi
av tveimum kvinnum, sum vit
ikki skulu gloyma ein dag sum
hendan: Móðurin, Sára Maria,
og konan, Ragnhild, sum tí
betur báðar eru uppkallaðar
og soleiðis liva víðari millum
okkum hvønn einasta dag.
Góðu skopuningar,
góðu áhoyrarar
Enn einaferð vil eg vegna famil
juna takka Skopunar bygd og
borgarstjóra fyri standmyndina,
sum fer at halda lív í minninum
um Petur Mohr Dam.
Mín vón skal vera, at tey, sum
leggja leiðina her framvið, eisini
fara at minnast ta søk, sum hann
fyrst og fremst vígdi sítt lív: At
koma til lívs fátækt og kúgan.
Soleiðis at menniskjuni skulu
ikki dragast við slíkt, sum hann
stríddist við sum 18 ára gamal
í brævinum til farbróðurin:
Skomm og skuld, at muga flyta
burtur av neyð og at muga blotta
seg fyri øvrigheitini.
Kæru vinir
Hansara hugsjón er greið, tí øll
eru vit menniskjabørn fødd inn í
hendan heim. Og øll hava vit rætt
til satt lívsfrælsi; til tað góða lív
ið, í tí góða samfelagnum, har vit
hava frælsi at búgva, har tað er
gott at vera; har ein og hvør skal
kunna forsyrgja sær og sínum,
og øll hava fría atgongd til
lærdóm, upplýsing og mentan,
óansæð um ein er ríkur ella fá
tækur av burði.
Hetta stríð stóð fyri stóran
part á Tvøroyri, sum í stóran
mun var meinlík Skopun – ung
niðursetubygd av fiskafólki.
Men tað var her í Skopun, hans
vøgga stóð. Av korunum, sum
hann sá móðir sína liva í, sáddist
og spíraði tann lívsgerningur
hann trein.
Og hóast hann ongantíð
sjálvur – hvørki tá ella seinni í
lívinum - gramdi seg um pen
ingaligu neyðina og vánaligu
heilsustøðuna í ungdómsár
unum, er veruleikin tann, at Pet
ur Mohr Dam longu sum 9 ára
gamal talaði hesi orð við mammu
sína: Grát ikki mamman. Tá eg
verði stórur, skal eg berjast fyri
teimum veiku!
Takk fyri!
Nógvir Dammarar savnaðir, tá standmyndin varð avdúkað