Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 20 Góði Gubbin Silvurtráðurin er slitnaður, eygað er slóknað og fjørðurin er rógvin. Fjálga smílið og fryntliga røddin er tagnað, hugnaligu prátini og mongu góðu løturnar eru nú søga og góð minnir. Tú er farin heim til eitt betri stað, saman í ævir at verða við okkara kæru sum undan fóru. - Øldirnar fara, øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold, – hetta er livsins cyklus, soleiðis skal tað verða, hóast vit hava ilt við at góðtaka hesa gongd. Fyri mær kemur tú altíð at liva í minninum sum nakað heilt serligt, ein menniskja sum hevur havt alstóran týdning fyri mítt lív og míni val og mína livsleið, tú vart mín mentor, mín reservapápi og tann, sum altið var tøkur við stuðlandi orðinum og hjálpandi hondini. Tann besti wingman, ein kundi ynskja sær. Tað er ringt í stuttum at seta niður orð á blað, orð til minnis um teg gubbin, sum tú altið hevur verið nevndur av mær. Tú var ein serligur, familjukærur, vinsælur, virkisfúsur, evnaríkur og vitandi persónur. Virkisfýsni og viljin til at skapað nakað sást eisini aftur í heimbygdini Famjin, - Famjin við “a” og ikki “á”, sum tú altið legði dent á, at bygdin eitur, ja, tú fór enntá so langt sum at skriva til mentamálaráðið og málnevndina fyri at fáa bygdanavnið rættað til Famjin. Tú hevði mong virkin ár i kommunustýrinum í Famjin. Sum nakað serstakt fór tu eisini til Danmarkar á landsbrúksskúla at nema tær vitan um nakað so serligt sum høsnafarmsrakstur, og setti tú eisini á stovn høsnafarm í Famjin í 1970’unum og seldi eggini kring í oynni, Eg minnist mangan, hvussu hugaligt tað var um kvøldarnar at sita i kjallaranum hjá pápa tínum Petur Michael og pussað eggini og gera tey klár til sølu . Tá tað er sagt, so má eisini sigast, at minni hugaligt var tað at brenna nev á ungunum og reinsa út undan høsnunum, men lærurik tíð fyri okkum ungu var tað sanniliga. Næsta stóra takið, sum tú saman við øðrum var oddamaður fyri, var at seta á stovn smoltstøðina, sum bleiv eitt gott arbeiðspláss í mong ár í bygdini. At tú bleiv biðin at verða deildarleiðari fyri Sjóvinnubankan á Tvøroyri eftir tína starvstíð á Suðurfisk i Vági, uttan áður at hava havt við bankavirksemið at gera, sigur ikki so litið um tað álit, sum menn høvdu á tær, og tú var í mong ár, heilt fram til fráfaringaraldur, í starvi sum deildarleiðari fyri Sjóvinnubankan í norðaru helvt av Suðuroynni, og røkti tú hetta starv, sum átti tú bankan sjálvur. Tín persónsmenska gjørdi, at tú var væl lýddur millum manna, tú tosaði við Gud og hvønn persón og gjørdi ikki mun á høgum og lágum , eins og tín breiða vitan og lyndi gjørdi, at øll høvdu eitt stórt álit á tær og heittu á teg, tá tey høvdu góð ráð og hjálp fyri neyðini, tað verið seg bæði í arbeiðshøpi og privat. Tíðin áðrenn hesa umrøddu fingu vit sum børn og ung eisini innlit í, tí tú var eisini frítíðarmyndamaður um ein háls og tók myndir allastaðni, har tú var, og vetrarkvøldini i Famjin blivu m.a. stytt um við at síggja tini einastandandi ljósbíløt víst á løriti á stovuvegginum frá tínum ferðum og túrum kring um, og ikki minst frá tíni tíð sum formaður í Føroyngahavnini og aðrastaðni við. Hetta eru minnir fyri livið, sum tú sjálvur eisini á tinum ellisárum setti stóran prís uppá at eiga . Tú hevði lagt tær myndir í hópatalið inn á telduna, so tú lættliga kundi leita tær fram, tá tankar tínir sveimaði aftur til farnar tíðir og góðu minnir á lívsleið tíni. Heilt fram til fyri fáum árum síðani var sílaveiða við flugutráðu í ósanum í Famjin og aðrastadni við, nakað sum tú dámdi sera væl at takast við og sama at fara á flot við toskatráuni og fáa tær eitt kók. Hóast bakkøst av sjúku og aldurin byrjaði at tarna tær, so var tú altið fullur av lívsgleði og vilja, tú vildi bliva her millum okkum sum longst , hevði ikki hug og tíð at fara higani, og hevði tú ikki verið so viljasterkur, so hevði tú neyvan náa kempunarárum og blivið góð 92 ár. Tín kærleiki til øll tini nærmastu var ikki til at takað feil av, tú fór gjøgnum eld fyri okkum øll, og Nancy , børn, abba - og langabbabørnini vóru títt eitt og alt. Famjin hevur mist ein av sinum børnum, vit hava mist ein góðan mann, pápa, abba, langabba og samlandi part av okkara familju, - onki verður sum tað var frá nú av, tí tú er ikki her meira . Tað stígur takksemi upp úr góðum minnum, og góð minnir goyma stóran vísdóm verður tikið til, og satt er tað . Eg eri takksamur yvir, at tú var ein av minum kæru, og at tú var júst sum tú var, tað fløvar í sorgini at hava kent hesar so fjálgu og umsorgarfullu hendur, sum nú hava slept. Takk fyri alt tú var fyri meg og mini. Hvil í friði góði gubbin. Tórshavn 16.7.2019 Johan Dahl Fjørðurin er rógvin Minningarorð um gubba min Jacob Albinus Jacobsen, deyður 14.07.2019 MINNINGARORÐ