hósdagur 18. juli 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
21
Eitt starv, sum vaktgangandi á MRCC-
Tórshavn (Maritime Rescue Coordination
Centre), er leyst at søkja.
Starvið umfatar hesar uppgávur :
• Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini.
Flestu vaktir eru 12 tímar
• Tilkallivakt
• Móttaka fráboðanir og taka støðu til- og
samskipa hjálparveitingar í føroyskum
sjóøki
• Lurtivakt á Tórshavnradio
• Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini,
t.d. Navtex, siglingarávaringar,
veðurtænastan og ymiskt í sambandi við
tilbúgvingina
Førleikakrøv:
• Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving
• Hava hollan kunnleika til føroyskt,
norðurlendskt og enskt mál
• Hollan kunnleika til teldur
• Fullgilt GMDSS prógv
• Góð samstarvsevni
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt
í 28. lønarflokki sambært avtalu
millum Tænastumannafelag Landsins og
Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er
tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.
MRCC bjóðar:
Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir
altjóðareglum hjá IMO/ICAO og føroyskum
lógarverki.
Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og
hvussu farast skal fram.
Persónligir eginleikar:
Kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl
at samskifta. Vera fyrikomandi og duga at
samstarva við allar partar í tilbúgvingini her
á landi og í útlondum.
Meira fæst at vita um starvið:
við at venda sær til MRCC- Tórshavn tlf.
351302
Umsóknir:
Saman við upplýsingum um útbúgving
og royndir skulu verða Vørn/FVE, Yviri við
Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í
hendi innan mánadagin 12.august 2019,
kl. 12:00. Verður umsóknin send sum
teldupostur skulu øll viðheft skjøl sendast
sum PDF fílar.
Teldupostur : journal@vorn.fo
MRCC TÓRSHAVN
Søkt verður eftir vaktgangandi starvsfólki til Vørn/ MRCC
Frúutrøð 4 · Postboks 6 · FO-110 Tórshavn
Telefon: (298) 35 33 35 · Telefax: (298) 35 33 36
www.jura.fo · jura@jura.fo
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Helga á Borg, adv.
Skrivstovan er stongd
vegna summarfrí frá
mánadegnum 15. juli.
Vit lata uppaftur
mánadagin, tann 5. august
2019, kl. 09.00
Við hesum verður boðað frá, at
Minningargrunnur Johannu og
Conrad Skaale býtir stuðul út sambært
umsóknum.
Endamál grunsins eru:
At veita stuðul til útbúgving til
eftirkomarar eftir systkjunum hjá
Johannu og Conrad Skaale,
at veita stuðul til útbúgving hjá
foreldraleysum børnum uttanfyri
slektina,
at veita stuðul til børn, ið eru
foreldraleys, ella sum hava mist annað
av foreldrunum, og sum eru treingjandi
á ein hvønn hátt, og
í serligum førum at veita stuðul til
onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir
ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til
útbúgvingarendamál.
Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu
vera inni í seinasta lagi 15. august 2019,
og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa
svar, áðrenn august mánaði er farin.
Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar
upplýsingar og prógv um útbúgving
higartil, ætlaða útbúgving og mettar
útreiðslur í hesum sambandi.
Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar
sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir
um skyldskapin saman við umsóknini.
Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum
kunnu eisini søkja um stuðul.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Minningargrunnur
Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn
frp@jura.fo
Minningargrunnur
Johannu og Conrad Skaale
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
um...
...er lisin
-so ert
tú við!