Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 22 KJAK JÓNLEIF JOHANNESEN, VALEVNI JAVNAÐARFLOKSINS T á tað nærkast vali, vilja allir flokkar tekkjast javn­aðarpolitikkinum. Tað er ein royndur lutur. Sjálvt Fólkaflokkurin, ið ligg­ur á konservativa borgarliga høgra­vonginum roynir seg nú til vali, við nýggjum slagorðum. Slag­orð og hugsanir, har broyt­ ingar sleppa fram at. Slagorð og hugsanir, sum hoyra undir javn­ aðarhugsjónina, og sum kosta skattakrónur. Og hetta at vilja fáa góðar tænastur, men ikki gjalda fyri tær, ger, at fólka­ flokspolitikkurin er í tvístøðu. Ein kann nemliga ikki koyra fram í bakkgir. Úrslitið er, at Fólka­flokkurin, sum í fýra ár var so aftur­haldsgreiður, nú stendur fættur sum nýfolað fyl í fløkjum millum blómur. Við at tekkjast øllum, men ikki hava fólksliga grundvøllin at byggja á, er Fólkaflokkurin ótýði­ligur. Vit vita jú øll, at tað hongur ikki saman, tá Fólka­ flokk­urin sigur, at øll skulu hava meira, men vinnan skal einki rinda og eingin skal rinda meira enn 30 % í skatti. Fólkaflokkurin hentar polit­ iska lesull, stingur í munnin og blæsir so í allar ættir. Í fýra ár var boðskapurin : hjúnar­bandið er millum mann og kvinnu. Nú er boðskapurin: Um undirtøka er fyri tí, er hjúnar­ bandið millum mann og kvinnu. Í fýra ár var boðskapurin: Vit skulu bakka aftur til gomlu fiskivinnuskipanina. Nú er boðskapurin: Stjørnu­ skot okkara hevur sann­ført okkum um, at fiski­vinnu­ný­ skipan­in skal ikki rullast aftur. Í fýra ár var boðskapurin: Før­ oyar skulu rúma føroyingum. Nú er boðskapurin : Fjøl­ broytni ríkar samfelagið. Brúk og pláss skal vera fyri øllum fólka­bólkum her á landi – og samstundis “Nei til flóttafólk”. Í fýra ár var boðskapurin greið­ur. Nú tað nærkast vali, rópar alt í hvør sína ætt. Formanskandidatar stinga seg upp við sam­bands­politikki, stjørnu­skot við javn­að­ar­ politikki, og formaðurin vil koyra fram í bakkgir. Í fýra ár var boðskapurin: Bú­ staðir skal ikki hava pengar at byggja fyri. Nú er boðskapurin: Bú­staðir skulu byggja allastaðni. Vónandi letur veljarin seg ikki lumpa. Tey, sum vilja fólkaflokspolitikk, velj­ ið lista A. Vit onnur, ið vilja javnt góða, sterka og trygga væl­ferðarsamfelagið, standa okkum best við at velja Javn­ aðarflokkin. Javn­að­ar­flokkin, ið greitt hevur meldað út, at vit ikki fara í samgongu við konservativa borgarliga høgra­ flokkin. Tí vit kunnu ikki hava sama politikk. Óansæð hvat floks­formenn, stjørnuskot ella formanskanndidatar í fólka­flokkinum siga, nú valið nærkast. L eygardagin 27. juli verður Faroe Pride á skrán­ni fyri 10. ferð. Ársins Pride skrúð­ gonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Tórshavn leygardagin, 27. juli 2019, kl. 16.00, har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar. Hitað verður upp á staðnum og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer manna­ múgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólav­søkuaftan. Á Vaglinum verður skipað fyri stórari ókeypis konsert, har Boogie O'Kayla, ið er før­ oysk drag queen verður ársins vertinna, meðan Teitur, Jasmin, Helgi og Marble Lost fara at fram­føra. Ársins Faroe Pride verður sett av kenda danska sjón­ varps­vertinum Hans Pil­gaard, sum millum annað hev­ur verið og er vertur fyri sjón­ varpssendingarnar "Hvem vil være millionær", "Go'aften Dan­ mark", ”Den store klassefest” og "Sæt pris på Danmark". Hans Pil­gaard hevur eisini skrivað ævi­søguna ”Støj og fortielser", har hann opið og erligt lýsir sítt privatlív, sína yrkisleið og lívið sum samkyndur maður. Vælumtókti sjónvarpsverturin er giftur við Jobbe Pilgaard, som eisini verður við á Faroe Pride. Onnur tiløk á Pride Í ár eru samstundis hálvt­hundr­ að ár liðin síðani Stonewall upp­reisturin í New York, sum varð byrjanin til altjóða LGBT rørsluna, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Árið eftir var allar­ fyrsta Pride skrúðgongan gingin í New York. Aftaná Pride kon­sertina á Vaglinum, skipar Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) tí fyri ókeypis tiltaki í Perluni, har ljós verður m.a. kastað á aljtóða LGBT søgu. Framløga um 50 ár eftir Stonewall við svensku Dagmar Brunow frá The Swedish Archive for Queer Moving Images er á skránni frá kl. 19.00, umframt at ymiskir stutt­filmar verða vístir í Perluni. Løgtingsval fyri framman Pride Afterparty verður síðani í Sirkus. Hetta byrjar kl. 21.00 og heldur fram til kl. 04.00 um náttina. Á skránni í Sirkus verða m.a. Joe and the Shitboys og ymisk­ir DJs. Faroe Pride er ætlað øllum før­oy­ingum, ið ynskja eitt rúm­ligari og meira fjølbroytt sam­felag, sum gevur pláss og javn­rætt til allar sínar borgarar – sama hvørja kynsliga sannføring ella samleika, ein sjálv/ur hevur. Túsundtals føroyingar hava tess­vegna luttikið á Faroe Pride undanfarnu árini. Hesi fólk hava kravt eitt rúmligari Før­oy­ar og javnrættindi fyri allar føroyingar, eins og størri virðurkenning fyri LGBT føroyingum og teirra av­var­ andi. Tað hava verið fleiri stig, sum hava borið okk­um rætta leið í Føroyum sein­astu árini, men stríðið fyri full­um javnrættindum í Før­oy­um er langt frá komið á mál. Enn er nógv at stríðast fyri javn­ rættinum at frama, um­framt at tørvur enn er á at verja vunnin rætt­indi. LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjøl­ broytt, javnrætt og rúmligt Før­ oyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2019 – til gaman og álvara. Nú løgtingsval verður eftir ólavsøku, er somuleiðis talan um eitt upplagt høvi at vísa kom­andi politiskum valevnum hvøjar framtíðar Føroyar ein ynskir sær. Ein kann ikki koyra fram í bakkgir Pride skrúðgonga við røðu og undirhaldi SIGFRÍÐUR SÍMUNARSON SÓLSKER, VALEVNI JAVNAÐARFLOKSINS A rbeiðs­mark­naðar­ poli­tikkur skal veita arbeiðs­takar­un­um trygd, og sam­stund­ is skapa smidligar og tíðar­ hóskandi skipanir á arbeiðs­ marknaðinum. Ein liður í at skapa smidligar og tíðar­ hóskandi skipanir er at stytta arbeiðsvikuna, so hon hóskar betur til tað samfelagið og familjumynstrið, vit hava í dag. Í grannalondum okkara er arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar, og royndir við góð­um úrslitum eru gjørdar við enn styttri arbeiðsviku. Javn­aðar­ flokkurin tekur undir við at stytta arbeiðsvikuna. Starvsmannafelagið hevur í sambandi við løgtingsvalið arbeitt við einari verkætlan við 6 kjarnumálum, ið varpa ljós á løntakaran og arbeiðs­ marknaðin. Kjarnumál 1 er við lóg at fáa stytt arbeiðsvikuna nið­ur í 37 tímar. Hetta skal gerast uttan at skerja lønina. Í videobrotinum niðan­ fyri lýsir Regin Berg, stjórn­ mála­frøð­ingur, nakrar av positivu avleiðingunum av at stytta arbeiðsvikuna. Dygdin í arbeiðinum økist, í flestum førum hækkar effektiviteturin, starvs­fólk hava minni fráveru m.a. vegna strongd og aðra sjúku, og nøgdsemið økist sum heild. Hetta snýr seg eisini um javnstøðu Í videobrotinum verður ikki komið inn á týdningin, tað hevur fyri javnstøðu at stytta ar­beiðsvikuna. Ein týðandi liður í javn­støðu­ politikkinum hjá Javnað­ar­ flokkinum er at skapa “javn­vág millum familju- og arbeiðs­ lív, so bæði foreldrini og/ ella stakir uppihaldarar hava møgu­leika at útinna leik­lut sín í familjulívinum og á arbeiðs­ mark­naðinum á jøvnum føti, samstundis sum børnini fáa ein góðan uppvøkstur.” Við at stytta arbeiðsvikuna verður javnvágin millum frítíð og arbeiðslív betri, og harvið kunnu familjusambondini styrkna. At stytta arbeiðsvikuna er eitt týðandi stig móti størri javn­støðu millum kynini bæði, við tað, at tað gerst lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri fakøkjum, har tað serliga starvast konufólk m.a. innan barnaansing. Tey, ið arbeiða niðursetta tíð, nærkast eisini fullari løn og eftirløn. Styttri arbeiðsvika