hósdagur 18. juli 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
23
Listamaðurin
Frits Johanne
sen sýnir verk
fram í Glæmuni
í Norðagøtu
ORÐ OG MYNDIR: DÁVUR WINTHER
M
ikudagin lat lista
maðurin Frits Jo
hannesen enn eina
framsýning upp.
Hesaferð var tað í Glæmuni í
Norðagøtu, sum er eitt sera væl
egnað høli til endamálið.
Har er gott av dagsljós inni,
og tó at hølið er rímiliga rúmligt,
var stovan full, og onkur valdi at
taka eitt túnatos uttanfyri, til
tað var fjarðað so mikið av, at
til bar at fara innum.
Tey mest sum stóðu seg ikki
at seta grønar prikkar á mynd
irnar, so hvørt tær vóru seldar
– og tað gekk skjótt.
Frits beyð vælkomin og
hugleiddi nakað um myndirnar.
Um hálvu skjørdrarnar og hálvu
hjólini, sum sambært heimspek
ini gjørdu seg liðug ella heil í
heilanum hjá hyggjaranum.
Frits tók til flytingar millum
bygdirnar, Gøta og Fuglafjørður,
og at enn livur á mannamunni
Gøt-Óla Jákup og Gøtu Jógvan
og aðrir við, sum fluttu til
Fuglafjarðar. Tað hevur altíð
verið góð samvinna millum
Fuglafjørð, Gøtu og Lorvík –
eisini í skúlahøpi.
Krokodillan
Eisini hugleiddi Frits um kroku
dilluna, sum oftast liggur á
lærinum á honum ella henni,
ið situr við klaverið ella flyglið.
Hetta kundi skiljast sum ein
parafrasa til onkrar av máln
ingunum hjá Mikines, har hann
hevur hvalin, ið er spentur sum
ein bogi – Her hevur Frits heldur
valt eina krokudillu. Og heldur
enn at menn standa kring hvalin
við hvalváknum, helt Frits, at
tað var fittari og hugnaligari, at
fólkini stóðu kring korkudilluna
við onkrum ljóðføri.
Hetta er ein stuttlig og hug
leiðing flyting, tó at tær ikki
nýtist at vera ræddur fyri, at
Frits ikki er við í grindadrápi
onkuntíð og dámar væl grind.
Hetta er enn ein av teimum
ljósu, fjálgu, litríku og glaðu
framsýningunum hjá Frits,
sum gleðir mangan hyggjaran –
tað greiddi gjárdagurin frá, við
nógvari vitjan, har at kalla alt
varð selt.
Men tó skal tú ikki halda tær
aftur í at vitja framsýningina, tí
hon er serstøk og hongur upp
fram til 30. juli.
EIN GLAÐUR
FRITS Í GLÆMUNI