hósdagur 18. juli 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
24
Óli Jacobsen
ROKVEIÐA
AV STÓRHVALI
Nú fáa føroyingarnir rættuliga roynt á hesi veiðu, sum fáir høvdu roynt
fyrr. Men teir royndust væl í millum allar hesar tjóðirnar
Hvalaveiðan í Suðuríshavinum:
4. partur
M
anningin á hesi ferðini
í Suðuríshavinum var í
tveimum pørtum. Tað
vóru teir, sum vóru við
hvalabátunum, sum veiddu hvalin og
teir, sum vóru við móðurskipinum, sum
virkaði veiðuna.
Nakrir fingu roynt báðar møgu
leikarnar. Ein av teimum var Marius
Kamban, vanliga kallaður Mara, ættaður
úr Havn. Hann greiddi soninum, Poul,
frá:
Jeg var glad for at være på "Johanna
W. Vinke" (hvalabátinum), hvor vi
matroser altid var på vagt sammen to
og to. Når den ene stod til rors, holdt den
anden udkig efter sprøjtet fra hvalernes
udåndinger oppe fra ”Kragereden”, som
tønden i formasten blev kaldt. Med
jævne mellemrum skiftede vi så. Man
må huske på, at selvom vi var midt i den
antarktiske sommer, så var det alligevel
bidende koldt. Temperaturen lå ofte på
en halv snes minusgrader. Blæste det
så også, blev man hurtigt kold helt ind
til benene oppe i den åbne udkigstønde,
også selvom man var klædt varmt på. Da
det var lyst næsten døgnet rundt, blev
der derfor jagtet hvaler i størstedelen af
døgnets timer. Gik jagten på en hval gik
ind mens vi havde frivagt for at sove,
måtte vi alligevel tørne til for at kvajle
linen op i lasten, når hvalen blev hevet
hjem. De døde hvaler blev pumpet op med
luft og forsynet med et flag på en lang
stang, så de kunne holde sig flydende og
findes igen, når de senere skulle bugseres
hen til hvalkogeren. På kogeren var
arbejdet helt anderledes. Det var snavset
og mere fysisk krævende, når hvalerne
skulle skæres op og de store stykker af
kød og spæk derefter trækkes hen til
kogehullerne.
Her var der også en del arbejde ved
spillene, når hvalerne skulle hales
ombord, eller der skulle flyttes rundt på
de udskårne dele. Men her var vi flere
færinger der arbejdede sammen, og vi
havde et godt sammenhold.
ur
Marius greiddi eisini frá, at hóast
arbeiðið umborð á móðurskipinum var
vandamikið, og nógvir komu til skaða,
so slapp hann sjálvur væl.
Tað var nóg mikið av mati, og hann
var eisini fjølbroyttur. Og sum eina eyka
trygd skuldi manningin eisini taka lýsi.
Hóast Marius ikki helt so nógv um hetta,
so kom hann seinni í lívinum at geva
sínum børnum boð um at taka lýsi, hóast
hetta ikki var so væl dámt av teimum.
Lýsi smakkaði jú ikki serliga væl.
Hóast Marius slapp undan skaðum,
so kom hann seinni á túrinum at uppliva
nakað merkiligt. Nakrar dagar føldi
hann seg undarliga til passar við ófriði
í kroppinum. Helst er meira millum
himmal og jørð enn vit skilja, tí júst um
hesa tíðina fekk kona hansara Ellen,
ættað av Eiði, ein son.
Føðingin var hørð, og heima í Svend
borg, har tey búðu, stúrdu tey fyri,
hvussu hetta fór at ganga. Men bæði
mamma og sonur komu undan í øllum
góðum. Hetta visti Marius sjálvandi einki
um tá. Eftir føðingina varð sent honum
eitt fjarrit við hesum gleðiligu tíðindum.
Men fjarritið strandaði í Cape Town, so
tað tók sína tíð áðrenn hann fekk boðini.
Men kortini fekk hann boðini á henda
serliga hátt.
Kalt í tunnuni
Karsten Hansen var eisini við einum
hvalabáti, og hann greiddi frá ferðini
í Norðlýsinum, har sonur hansara,
Jóannes, tá var ein blaðstjóri.
Umborð á hvalabátinum vóru 13
menn. Skiparin var norðmaður, og
stýrimaðurin var í fyrstuni ein føroy
ingur, men hann fekk nokk so tíðliga
á túrinum skaða, so hann noyddist at
fara umborð á kókaríið. Tá kom ein
norðmaður fyri hann, men hann varð
eisini útskiftur. Tá kom ein afrikanari,
sum var stýrimaður umleið helvtina av
tíðini. Fimm menn arbeiddu í maskinuni
og vóru teir allir hollendarar og norð
menn. Tríggir av dekkarunum vóru før
oyingar, meðan ein var hollendari. Tað
kundi hugsast, at tað fór at gangast illa
at skilja hvønn annan, men allir skiltu
norskt, so tað var eingin trupulleiki.
Tveir og tveir dekkarar vóru á vakt
saman. Annar var í tunnuni, meðan hin
stýrdi. Tað var eitt sindur øgiligt at fara
upp í tunnuna í fyrstuni, tí leytarin gekk
upp gjøgnum vantið. Tá ið tú var komin
heilt upp, skuldi stígast úr vantinum og
upp í tunnuna. Men man venist við alt,
og tá ið ein tíð fráliðin, var hetta ikki
verri enn annað arbeiði.
Tað varð ógvuliga kalt at standa í
tunnuni, tí man stóð bara hálvur niðri
í henni, og varmi var eingin.
Skiparin skeyt altíð, og tá ið skotið
varð, vóru allir menn uppi. Teir dekkarar,
ið høvdu frívakt, vóru í lastini og
kveylaði línuna niður.
Alla ta tíðina teir royndu, sóu teir bara
ein bát, sum ikki hoyrdi til hollendska
flotan. Tað var ein russiskur hvalabátur,
sum sigldi uppá prei ein dagin. Tá bar
tað ikki mætari á, enn at stýrimaðurin
umborð á russaranum var versonur
tann norska skiparan hjá teimum. Teir
høvdu ikki hitst síðan áðrenn kríggið.
Tann norski skiparin hevði verið í
Bretlandi undir krígnum eins og nógvir
aðrir norðmenn og hevði ongantíð verið
heima aftur.
Jól í Suðuríshavinum
Nú koma vit aftur til dagbókina hjá
Mikkjali Gulklett.
21. december. Seinnapartin kom "Am
4" á borði við einum hvali. Tá teir skuldu
hanga hann upp í skipið, sakk hann. Teir
høvdu tí betur ikki gjørt hann leysan, so
teir pumpaðu bara meira luft inn í hann,
so var tað klárað.
Sunnudagin 22. december arbeiddu
vit allan dagin. Kl. 10 um morgunin fór
"Am 5" avstað at skjóta aftur. Í dag vóru
Siðsøga
Hvalabátur við nebbafiski
Hjalmar Ingebrigtsen og Theodor
Samuelsen, kendur sum kongaligur loðsur