hósdagur 18. juli 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
25
Komandi partur
Tað er framvegis
nógv at fáa og
nógv er at gera
fleiri hvalir so rotnir, at tá spikið var
skorið av teimum, var tvøst og kroppur
tveitt fyri borð.
23. december kom ein maður til skaða.
Hann kom fyri eina beinsag og var
sagaður í andlitið. Tað var tó ikki farligt.
Arbeiðið gongur ongan veg.
24. december var arbeiðið steðgað
kl. 4,30. Tá fingu vit frí til morgunin
eftir kl. 8. Tíðliga um morgunin komu
tveir hvalabátar "Am 1" og "Am 6" frá
Cape Town. Teir høvdu nakað av posti
við sær til útlendingarnar. Tveir hvalir
vóru arbeiddir okkara vakt, tað var
alt. Um kvøldið kl. 8 vóru vit bjóðaðir
fram í messuna, har fingu fekk hvør
maður eina jólagávu. Pakkarnir vóru frá
einum hollendskum kvinnufelag, sum
sendir út jólagávur til allar hollendskar
sjómenn og útlendingar í hollendskari
sjótænastu.
25. december, fyrsti jóladagur, var
arbeiðið byrjað sum vanligt kl. 8. Um
náttina høvdu vit mist fýra hvalir, sum
høvdu hingið aftan í skipinum. Veðrið
var heldur ónossligt við kavaroki, men
stilli. Seinnapartin var óveður, væl av
vindi og ringur sjógvur, og tað gekk illa
at taka hvalirnar inn, av tí sjógvurin
kom skolandi inn gjøgnum reyvina á
skipinum. Tríggir mans komu til skaða
í dag. Richard Nybo úr Heysti var skorin
í hondina. Eitt stórt spikstykki, sum
skuldi koyrast í pottin, slitnaði niður
yvir tveir menn. Palle Frederiksen úr
Sandavági fekk skaða í beinið og ein
ungur hollendari misti vitið. Hann var
tó frægari aftur um kvøldið. Ein ringur
jóladagur fyri teir og ónossligur fyri
okkum allar. Tá náttarvaktin hevði loyst
av fóru Martin Tórgarð og stýrimaðurin,
Hendriksen, at gera fast á ein hval fyri
at taka hann inn. Tá kom eitt óløgið og
skolaði teir báðar um koll. Teir blivu
báðir stúkuvátir. Tað var ein heldur
váttlig byrjan av arbeiðinum hjá teimum
báðum. Arbeiðið gongur spakuliga av tí
at tað er so ringt veður.
Jóladøgverðin var lodnar hønur og
brend suppa, ein øl og ein snaps...
26. december var fínasta veður.
Kl. 10 um morgunin kom kavarok og
seinnapartin var ódnarveður. Tað vóru
fáir hvalir at arbeiða í dag.
27. december var gott veður. Allir
bátarnir fingu hval í dag, so tað stóð á
at halda dekkið klárt í dag.
28. december var gott veður. Í dag
kom ein hvalur, sum var 94 føtur langur.
Tað er tann størsti sum enn er komin.
Ein sandingur skar seg í beinið í dag. Tað
var heldur illa skorið.
Sunnudagin 29. december var lítið
at gera. Bátarnir fingu ongan hval. Á
okkara vakt komu bara tríggir.
30. desember var arbeitt upp á at
klæða veirstroppar við manilla. Kl. 3
komu fýra hvalir, og tað var okkara
arbeiði fyri dagin.
31. december var arbeitt til kl. 4,30
seinnapartin. Tá fingu vit frí eins og
jólaaftan. Um kvøldið sóu vit ljósbíløt í
messuni. Har var óføra stuttligt.
Nú koma vit til 1947
1. januar varð arbeitt allan dagin bæði
í døgurða- og kaffitíðini. Veðrið var av
tí besta.
2. januar var nógv av arbeiði á
dekkinum. Í dag fóru vit um teir fyrstu
100 hvalirnar. "Am 1" hevur fingið 8
hvalir, "Am 2" - 25 hvalir, "Am 3" - 26
hvalir, "Am 4" - 27 hvalir, "Am 5" - 14 hvalir,
"Am 6" - 3 hvalir, tilsamans 103 hvalir.
3. januar var ónossligt at arbeiða
á dekkinum. Tað var bæði vindur og
kavarok og hartil kalt.
4. januar var nógv at gera á dekkinum.
Um náttina var ein lemmari, t.v.s. ein
sum limaði hvalirnar sundur, skorin í
hondina. Tað var stórur skurður. Í dag
skuldu vágamaðurin Palli Frederiksen
leggjast inn á hospitalið umborð.
Fótablaðið var knúst av spikstykkinum,
hann fekk oman yvir seg. Tá teir skuldu
skera eitt kjaftbein úr í dag, slitnaði
krókurin úr veirinum, og beinið datt
niður aftur. Tveir menn lógu undir, men
hvørgin fekk skaða. Í dag var heilt gott
veður.
5. januar var arbeitt sum vanligt
á dekkinum. Veðrið var av tí besta.
Timburmaður, Poul Hansen úr
Tórshavn, datt oman í dag, soleiðis at
knæið fór úr lið. Ein ringur sunnudagur
fyri hann.
6. januar var einki gjørt fyrrapartin á
afturdekkinum uttan at reinsa og spula
tað. Seinnapartin var nógv av arbeiði.
Veðrið er tað allar besta.
7. januar gekk arbeiðið sum vanligt.
Tó var fleiri ferðir støðgir í vegna tess,
at veirar og spøl gingu fyri. Veðrið er
heilt gott.
8. januar var lítið gjørt á dekkinum
av tí orsøk, at veirar slitnaðu. og spøl
brotnaðu. Veðrið er støðugt av tí besta.
Ein afrikanari, sum er flensari, datt í dag
og fekk skaða í armin.
9. januar var gott veður fyrrapartin,
men seinnapartin bleiv bæði vindur
og kavarok. Ein vágamaður, Herlon
Jacobsen, datt í dag og fekk skaða í
knæið. Tórolvur bleiv ringur í hálsinum
og mátti fara í koyggjuna. "Am. 7" og "Am.
8" komu í dag kl. 4 frá Cape Town. Tá teir
komu - "Am. 7" sleipaði "Am. 8" - slitnaðu
tveir hvalir frá skipinum. "Am. 8" slepti
"Am. 7" og fór eftir hvalunum. Hvørgin
báturin var komin til skipið aftur, tá ið
vaktarskiftið var kl. 8.
10. januar kl. 8 um morgunin kom
"Am. 7" á borðið at fáa sær útgerð
umborð. Vit vóru lidnir við hann kl.
4 um dagin. Tá kom "Am. 8" at borði
at fáa sær sína útgerð, hann var ikki
liðugur okkara vakt. "Am. 7" fór frá, og
vit tóku tann hvalin, hann hevði, uppá
dekkið og flensaðu hann. Tað var tann
einasti hvalurin, sum var arbeiddur á
afturdekkinum okkara vakt í dag.
11. januar var reint dekk, tá vit komu
upp um morgunin. Kl. 11 kom "Am. 4"
við einum bláhvali. Tað var tann einasti
hvalurin, sum var arbeiddur okkara vakt.
Annars var arbeitt uppá at beklæða
veirar og annað í dag. Í dag høvdu vit ein
tíma til døgurða, og vit fingu frí kl. 7½.
Sunnudagin 12. januar fingu vit frí
allan dagin. Dagin fyri var byrjað at sigla
longur inn í ísin. Tað var siglt allan dag.
13. januar var siglt allan dagin. Einki
var at gera. Veðrið var av tí besta. Vit sóu
nógvan ís í dag, ongan í gjár.
14. januar var veðrið av tí allarbesta.
Kl. 7 um morgunin kom "Am. 7" og "Am.
8" við hvør sínum fýra spermasethvalum
og tóku hvør sín til fríholt, meðan
teir tóku sær línurnar og aðra útgerð
umborð. Tríggir aðrir hvalir komu í dag.
Teir vóru allir tiknir inn á dekkið, og so
var farið aftur at sigla longur inn í ísin.
Teir rokast á dekkinum. Her síggjast Palli Frederiksen, Miðvágur, og Richard Nybo, Hestur
Ísfjøll vóru eisini á leiðini
Hvørjir munnu hesir vera? Tann sum veit kann ringja til tlf.
285769 ella senda teldupost: olijacobsen@olivant.fo