Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 28 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL KÍ hevði týskvøldið eitt framúr útgangsstøði til dystin ímóti litaviska liðnum Riteriai. Eftir at Jákup Biskopstø Andreasen hevði syrgt fyri at javna til 1-1 í útidystinum í Litava, var Riteriai tvungið at fáa mál í Føroyum. Hendingarík byrjan Tað sást alt fyri eitt, at gestirnir ætlaðu sær hetta málið, tí fyrstu stuttu løtuna løgdu teir eitt øgiligt trýst ímóti málinum hjá Kristiani Joensen. Hjartkiptir áskoðarar fingu andað betri, tá ið KÍ-málverjin endaði við bóltinum í føvninginum, eftir at Riteriai var komið í vandamikla støðu eftir gott uppspæl í vinstru síðu. Lítla løtu seinni kom KÍ í vandamikla støðu í hinum endanum, og sekundir seinni var aftur vandi á ferð frammanfyri KÍ-brotsteigin. Færri enn tríggir minuttir vóru leiktir. KÍ fótar sær Hesa fyrstu løtuna tóktust vinstri vongur og vinstri bakkur at vera sterkasta vápnið hjá mótstøðuliðnum úr Litava. KÍ var trýst langt aftur, men fótaði sær væl. So við og við kendu KÍ-leikararnir seg betri við mótstøðuna, og funnu røttu fjarstøðuna ímillum seg, málið og mótstøðuna. Jóannes Kalsø Danielsen og Jóannes Bjartalíð fingu í felag tamarhald á mótstøðuni í sínari síðu, og í hinari síðuni syrgdu Ísak Simonsen og Boris Dosjlak fyri tí sama og tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tóktist krútið hjá litavum at vera uppi. Litavar brendu krútið skjótt Riteriai-venjarin – hin í donskum fótbólti navnframi Auri Skarbalius – mundi hava ætlað sær at brenna megin­ part­in av krútinum í royndini at fáa eitt skjótt mál. Men tað eydn­aðist ikki at geva KÍ meira enn hvøkkin, tí tað, ið restaði í av fyrra hálvleiki, var tað KÍ, ið kundi iðra seg um at ikki fáa eina leiðslu áðrenn steðgin. Klaksvíkingar fóru at skapa fleiri og fleiri vandamiklar støður. Patrik Johannesen mundi hava hin størsta møguleikan, tá ið hann var sendur einsamallur ímóti má­ lverjanum. Áleyparin fleyg fram við málverjanum, men ov langt. Hann endaði á sjálvari baklinjuni vinstrumegin málið og hevði ongan møguleika at snara bóltin í tóma málið. Bæði ljósagrønir og bláir leikarar komu tuskandi, og at enda eydnaðist tað ikki at finna ein viðleikara, so at bólturin kundi ruddast burtur mitt frammanfyri tóma málinum. KÍ við fullum tamarhaldi KÍ-viðhaldsfólk – og leikarar helst eisini - iðraðu seg um at ikki hava lagt seg á odda áðrenn steðgin, tí eitt mál til Riteriai fór at seta KÍ undir øgiligt trýst. Men tað vóru klaksvíkingar, ið settu seg á seinna hálvleik frá byrjan. Hesaferð vóru tað litavar, ið fingu hvøkk, tí bláu leikararnir vóru sera naskir eftir bóltinum, og syrgdu fyri at eingin mótstøðumaður kendi seg tryggan við bóltinum. Sum seinni hálvleikur leið, linkaðu klaksvíkingar trýstið á Riteriai-málið nakað. Har komu framvegis møguleikar, og í fleiri førum kendist tað sum at bólturin skuldi bert treffast eitt sindur betri við høvdi ella fóti, tá ið bólturin ferðaðist í og kring málteigin hjá litavum. KÍ mátti eisini hugsa um úrslitið Men klaksvíkingar vistu eisini hvat úrslit teir skuldu hava. 0-0 var ein sigur í hesum føri, og tað snúði seg um, at finna javnvág ímillum at royna eftir einum málið og at halda mótstøðuni frá møguleikum. Tí KÍ hevði alt at missa nú. Legði KÍ seg framum, var uppgávan hjá Riteriai hin sama: Tað snúði seg framvegis bert um at fáa eitt mál. Skoraði Riteriai, broyttist uppgávan hjá KÍ fullkomliga. Tá hevði tað brádliga kravt minst eitt mál at spæla seg víðari. Róligir KÍ-leikarar gera arbeiðið liðugt Hetta var eitt sálarligt roysni mest av øllum, og tað tóktist sum, at allir KÍ-leikarar sum ein vóru samdir um hvussu dysturin skuldi gerast liðugur: Við nærlagni og bindindi. Meðan áskoðarar bitu negl, hildu leikararnir høvdini púra køld og sleptu ikki tamarhaldið á dystinum. Eftir dystin søgdu fleiri KÍ-leikarar, eitt nú liðskiparin, Jákup Biskopstø Andreasen, at teir kendu ongan fjáltur á sær. Lykilin var, at leikararnir høvdu álit á hvønn annan og seg sjálvan. Mikkjal Thomassen kendi seg heldur ikki ótryggan. Hann var n ø g d u r v i ð hvussu leikararnir stóðu seg, og hevði heldur ikki hug at broyta liðið fyrr enn einar seks minuttir fyri leiklok, tá ið Jóannes Bjartalíð lat seg skifta út við Jonn Johannesen eftir at hava nýtt meginpartin av orkuni í verjupartinum. KÍ-venjarin tók upp aftur tað, ið liðskiparin segði eftir dystin: Har var ongantíð fjáltur á bonkinum, og hann hevði álit á, at hvør leikari helt høvdið kalt. Og tað gjørdu KÍ-leikararnir púrasta. Riteriai royndi at leggja trýst á við at flyta nógv fólk fram, men har spurdist einki vandamikið burturúr. Klaksvíkingar vóru ov árvaknir og klókir. Hetta var serliga lýst í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat. Patrik Johannesen kendi á sær at bólturin var farin at ganga í so væl hjá mótstøðuni, so hann fór púra tilvitað inn og gjørdi eitt hampuliga ógvusligt fríspark mitt á vøllinum. KÍ-áleyparin fekk gult kort, men rútman hjá Riteriai var brotin og fitt av sekundum fóru av klokkuni. Lítla løtu seinni kundi dómarin bríksla dystin av, og KÍ var komið víðari úr tveimum evropiskum umførum fyri fyrstu ferð í søguni. SJURDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... LUZERN VERÐUR TRUPUL MÓTSTØÐA Í komandi umfari verður mótstøðuliðið FC Luzern úr Sveis. Mikkjal Thomassen er greiður um at tað verður ein stórur biti: - Tað verður stuttligt at spæla ímóti einum liðið, sum hevur eina fíggjarætlan upp á 100 milliónir krónur, sigur venjarin áðrenn hann heldur fyri at hetta verður enn truplari uppgáva enn tá ið landsliðið spældi í Landskrona á sinni. KÍ ætlaði ikki at verja málleysan javnleik heim ímóti Riteriai. Men tað gjørdist neyðugt, og var væl avgreitt á Svangaskarði týskvøldið, tá ið einir túsund áskoðarar frøddust um víðari luttøkuna í Evropa League – ið eisini er longsta luttøkan hjá KÍ í Evropa nakrantíð KÍ VANN 0-0