Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 29 -VIT HAVA FULT ÁLIT Á HVØRJUM ØÐRUM 21 ára gamli liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen var ongantíð í iva um at tað fór at eydnast – Eg kenni at vit høvdu fult tamarhald á dystinum og vit skapa eisini fleiri góðar møguleikar, sigur liðskiparin. KÍ fekk ikki bóltin í málið, men framvegis vóru leikararnir tryggir, greiðir hann frá. – Vit eru slett ikki nervøsir og vit hava so mikið stórt álit á hvønn annan at vit eru púra tryggir í verjustøðu sigur ungi liðskiparin eftir dystin. -Eg havi ongantíð sæð hatta fyrr, sigur Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, eftir dystin. Støðan hann sipar til, er tá ið vinstri vongurin hjá Riteriai, Kazlauskas, roynir at renna ígjøgnum KÍ-verjuna nakað inni í seinna hálvleiki. Litaviski leikarin fer um koll á brotsteigarmarkinum, meðan Simen Sandmæl og hinir KÍ- leikararnir síggja sakleysir út. Kazlauskas krevur eina revsing, men dómarin vil ikki vita av hesum. Í staðin vísir dómarin gula kortið fyri litavanum, ið longu hevur eitt frammanundan. Tað tykist sum at dómarin gerst varugur við hetta og fer at angra sína avgerð. Í øllum førum tekur hann ikki reyða kortið fram, men fer heldur at fáa sær eitt langt prát við annan hjálpardómaran. Avgerðin teir taka er í so sálomonsk. Dómarin ger ein kross við arminum, ið skal merkja at gula kortið verður tikið aftur – Nakað, ið tíðindafólkið hjá Sosialinum og eingin annar, ið tíðindafólkið tosaði við á Svangaskarði hevði sæð fyrr – og í staðin verður Simen Sandmæl róptur yvir til dómaran. Nú sigur dómarin at norðmaðurin skal hava gult kort og at tað er fríspark til Riteriai skamt uttanfyri brotsteigarmarkið. Litavar gagnnýta ikki møguleikan, og tað ið restar í av dystinum leggja KÍ-leikarar, bonkurin og áskoðarar trýst á dómaran, ið svarar aftur við at døma fleiri smá fríspørk til áhaldandi ónøgd í Klaksvíksleguni. Margháttliga avgerðin, ið klaksvíkingar nú tíbetur kunnu flenna eftir, legst afturat at tað tóktist sum at KÍ átti brotsspark í fyrra hálvleiki, tá ið ein bóltur rakar langa sveiggjandi armin á litaviskum verjuleikara. Í leikarametingunum her á síðuni er tað kortini bert gølan við gulu og reyðu kortunum, ið ger at dómarin dumpar. KÍ-leikararnir fáa allir hampiligt met orsakað av góðum verjuavrikið, men fremstu leikararnir kundu gjørt meira um seg – Sosialurin heldur tað ikki vera neyðugt at meta um avrikið hjá Riteriai. Evropa League KÍ 0 0 FK RITERAI 0 0 7 7 6 7 8 6 7 7 6 7 6 KRISTIAN JOENSEN JÓANNES K. DANIELSEN JÓANNES BJARTALÍÐ DENI PAVLOVIC JÁKUP B. ANDREASEN PATRIK JOHANNESEN JESPER BRINCK SEMIR HADZIBULIC SIMEN SANDMÆL ÍSAK SIMONSEN BORIS DOSLJAK Jonn Johannesen Torbjørn Grytten Páll Klettskarð Dómari: Yaroslav Kozyk 2 Dómarin dumpar KÍ – Riterai 0-0 (0- 0) – 1-1 savnað, KÍ kemur víðari við flest útivallarmálum Dómari: Yaroslav Kozyk (Ukraina) KÍ: (4-4-2) Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð (Jonn Johannesen, 84), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Simen Sandmæl (Torbjørn Grytten, 92(, Patrik Johannesen (Páll Klettskarð, 94) Venjari: Mikkjal Thomassen Gul kort: Boris Dosljak, Simen Sandmæl, Ísak Simonsen, Patrik Johannesen RK Riterai 4-4-2 Tomas Svedkauskas, Ricardas Sveikauskas, Valentin Jeriomenko (Lajo Traore, 59), Terem Igobor Moffi, Donatas Kazlauskas, Justinas Janusevskis, Aleksandr Levsin, Dovydas Virksas (Dominyk Kodz, 62), Valdemar Borovskij, Artem Gurenko, Tomas Dombrauskis Venjari: Aurelius Skarbalius Gul kort: Donatas Kazlauskas, Valentin Jeriomenko, Ricardos Sveikauskas Spælarametingar: