Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019 SOSIALURIN 82 30 TRÓNDUR ARGE - GUNDADALUR T á klokkan í Gundadali sigur 57 minuttir kók­ ar í HB-skýlinum. Las­ se Andersen hevur júst stútað bóltin í málið til 2-0 til HB. Nú er HJK Helsinki bara fram­manfyri við einum máli í samlaðu støðuni. Í fýra minuttir sær út til, at HB er í holt við eitt av teimum størstu brøgdunum í Evropa- fót­bólti fyri føroysk lið, men so gongur galið. Sebastian Pingel, sum skorar fyrra málið fyri HB, og Lasse Andersen fáa ikki ruddað vekk eftir innlegg. Bólturin endar hjá innskifta Riku Riski, sum smekk­ ar til og so er Champions League vónin sløkt á hesum sinni. -Hetta er hart, tí eg haldi at vit skuldu havt vunnið dystin. Eg haldi at vit missa fokus, tá vit skora til 2-0. Tá eru vit omaná og skulu halda tað eina løtu afturat, men enda við at geva teimum eitt bíligt mál. So skulu vit skjóta trý mál fyri at koma víðari, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, og leggur afturat: -Tað er serliga fyrra málið, sum er eri argur um, tí tað er manglandi samskifti. Vit ynsktu at vinna dystin, men av­rikið her prógvar eisini, at tá vit standa saman so kunnu vit bjóða sterkari mótstøðu av, sigur Heimir Guðjónsson. HB omaná Tað eru ikki tær heilt stóru vón­irnar til, eftir 3-0 ósigurin í Hel­sinki. Bartal Wardum, Adrian Justinussen og Ari M. Olsen eru ikki tøkir, meðan René Shaki Joen­ sen er ikki hevur spælt í HB-toyggjuni á hesum sinni, tí hann er skaddur. Mótstøðuliðið er størsta og søguríkasta felagið í Finn­ landi, men gestirnir gera fleiri broytingar til dystin. Eitt nú sat liðskiparin, Sebastian Dahl­ ström, og málsøknu Riku Riski og Lassi Lappalainen á bonki­ num frá byrjan. HB legði nógv fyri og longu aftaná 17 minuttir er 1-0. Sebastian Pingel, sum stríðist allan dystin í álopinum, kemur í góða støðu í høgru og meddar til. Bólturin fer í stongina og inn. Allan hálvleikin er HB omaná og tað sæst eisini, at teir HJK ikki vóru heilt nøgdir við gongdina í hálvleikinum. Inn komu Riku Riski og Lassi Lappalainen. Hóast innskiftingarnar, so heldur HB fram við at trýsta til Lasse Andersen í 57. minutti skorar til 2-0. Daniel Johansen sendir hornaspark innfyri, har Símun Samuelsen stútar bóltin innfyri aftur til danska miðverjan. Í fýra minuttir stendur nógv á gestunum úr Helsinki, men so ger HB kanska fyrsta stóra mistaka í hesum dytinum. Eitt stórt korter seinni skorar Riku R i s k i fyri aðru ferð og javnar til 2-2. - Tá vit skora til 2-0 trúgvi eg upp á, at vit kunnu koma víðari. Serliga, tá tú hugsar um hvussu dysturin myndaði seg, men tá tú gert slík mistøk móti HJK, so verður tú revsaður. Tað hendir ikki altíð í føroysku deildini og tað skulu vit venja okkum við. Royndirnar m0anglaðu í Helsinki Tað er nokk ikkki ov nógv sagt, at tað er í Helsinki at HB tapti hesa uppgerðina. HJK Helsinki vann tann dystin 3-0, sjálvt um teir fingu ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki. -Í Helsinki eru vit væl skipaðir, men vit eru ikki fokuseraðir, tá hinir skorað. Tá teir eru á odda 2-0 og ein spælari í undirtal, royna vit at trýsta og fáa tveir góðar møguleikar. Í dag høvdu vit eisini møguleikan at s k j ó t a fleiri mál. Hesir báðir dystirnir vísa, at føroysk lið kunnu bjóða av, um tey eru fyrireikaði og væl skipaði, sigur Heimir Guðjónsson og leggur afturat: -Tað er eitt sindur av tíð síðani, at HB var í Evropa. Fleiri av hesum spælarunum hava ikki spælt evropesiskar dystir. Tað er nakað vit skulu læra okkum. HB møtir Linfield Sum nakað nýtt hesi seinastu tvey árini, so skal tapandi liðið í fyrsta umfari í Champions League spæla í Europa League. Í gjár bleiv greitt, at tað verður Linfield FC úr Norðurírlandi. Linfield tapti samanlagt 0-6 móti Rosenborg, ið skal spæla móti banamonnunum hjá HB, HJK Helsinki. Fyrri dysturin millum HB og Linfield verður á ovara vølli í Gundadali týsdagin 23. juli k l o k k a n 16.45. Seinni dysturin verður leiktur á Windsor Park í Belfast hóskvøldið 1. august. Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum. Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undan­ kappingini til Europa League. Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri. Heimir Guðjónsson væntar, at Bartal Wardum, Adrian Justinussen og Ari M. Olsen verða tøkir til dystin. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Champions League: RENÉ IKKI KLÁRUR ENN René Shaki Joensen sat uttanfyri allan dystin móti HJK Helsinki. Hann hevur ein skaða, sum ger at hann ikki fær spælt enn. Tað er í løtuni óvist, um hann verður klárur til dystirnar móti Linfield FC. Hann var á bonkinum, men tað var ongantíð hugsingur um at seta hann á vøllin. HB tapti samanlagt 5-2 móti HJK Helsinki í 1. umfari í undankappingini til Champions League. Eina løtu legði HB stórt trýst á gestirnar, men manglandi royndir og bílig mál kosta dýrt HB STÓÐ IKKI ROYNDINA – ROYNDIRNAR MANGLA