hósdagur 18. juli 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JULI 2019
SOSIALURIN 82
31
VIT VÓRU BETRI
-Tað følist sum vit vóru tætt við. Eg haldi at vit
vóru betri enn teir og vit kundu havt stolið tað.
Hvørtfall skuldu vit havt skorað til 3-0, tí so var
alt opið. Vit hugsaðu bara um at koma víðari, men
sjálvandi er tað betri at spæla javnleik enn at tapa
ein dyst, sigur Tróndur Jensen um 2-2 javnleikin.
Sum heild spældu flestu av
spælarunum hjá HB væl yvir
miðal. HB er omaná tað mesta
av dystinum og var tað ikki
fyri eitt býtt mistak, so hevði
HB helst eisini vunnið dystin.
Sterkastur í myndini
stendur Tróndur Jensen.
Miðvallarin hevur verið nógv
saknaður at byrja við í ár, tá
hann sat uttanfyri við skaða.
Hann stýrdi dystinum og vísti
fleiri ferðir góðan bóltførleika
og góðar eginleikar at spæla
sínar viðspælarar.
Eisini miðverjan hjá HB
stóð sterk í myndini, har bæði
Lasse Andersen og Hørður
Askham vunnu felstu av sín
um nærdystum, meðan Jógv
an Rói Davidsen var meiri
sjónligur enn Magnus Egils
son. Á vinstra vongi spældi
Símun Samuelsen javnt gott,
meðan Sebastian Pingel var
sjónligur í trýstinum og við
at skjóta mál.
Daniel Johansen avloysti
á miðjuni, har hann til tíðir
spældi væl og hevði nøkur
góð innlegg, men hevði
eisini nakrar minni góðar
avleveringar. Dan í Soylu
leggur altíð nógvar kilo
metrar eftir sær, men hesa
ferð eydnaðist lítið við bólti.
Eisini Pætur Petersen er
ágrýting í renningarlagnum.
Nakrar ferðir kundi hann
verið spældur fyrstu ferð, tí
tá hevði hann pláss at renna
í. Er enn nakað klantrasligur
til at skumpast við onkrar av
bulmiklaru spælarunum hjá
HJK.
Champions League
HB
1 2
HJK HELSINKI
0 2
6
6.5
6.5
7.5
8.5
6
7.5
6
5
5
7
TEITUR M.
GESTSSON
JÓGVAN RÓI
DAVIDSEN
LASSE
ANDERSEN
TRÓNDUR
JENSEN
DAN Í
SOYLU
HØRÐUR ASKHAM
DANIEL
JOHANSEN
SEBASTIAN
PINGEL
MAGNUS
EGILSSON
SÍMUN
SAMUELSEN
Dómari: Georgios Kominis (Grikkaland)
Hevði hug at geva gult kort fyri alt, men hetta er eisini
nýggi leisturin hjá UEFA. Annars á eini leið.
5
Fleiri góð avrik
HB - HJK Helsinki
2-2 (1-0)
1-0 Sebastian Pingel (18.)
2-0 Lasse Andersen (57.)
2-1 Riku Riski (59.)
2-2 Riku Riski (77.)
HJK vinnur samanlagt 5-2
Dómari: Georgios Kominis
(Grikkaland)
HB (4-4-2): Teitur M. Gestsson
– Jógvan Rói Davidsen, Hørður
Askham, Lasse Andersen, Magnus
Egilsson – Pætur Petersen, Daniel
Johansen, Tróndur Jensen, Símun
Samuelsen – Dan í Soylu (Binni
Hlöðversson, 77.min), Sebastian
Pingel
Gul kort: Jógvan Rói Davidsen,
Lasse Andersen, Pætur Petersen,
Símun Samuelsen
Venjari: Heimir Guðjónsson
Spælarametingar:
PÆTUR
PETERSEN