Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 TÍÐINDI Næstforkvinnan í Lærara­felag­ num heldur handa­ligu útbúgv­ing­ar­nar fylla ov lítið. Mortan Østerø Sambært Andreu á Rípu­ni, eru nógv føgur orð um, at handaligu læru­greinarnar skulu fáa meira rúm á tíma­ talvun­um, men tað sæst ikki aftur í verki. – Hesar lærugreinar fylla lítið í tímatalvuni, hóast tað í fleiri ár hevur verið eitt ynski um at leggja størri dent á tey skapandi evnini. Vónir­ nar fyri, at hetta fer at henda, eru ikki góðar, tá man hugsar um, at hesar lærugreinar eiga nær­um onki rúm í út­ búgv­ingini, skrivar hon á heimasíðuni hjá lærara­ felagnum.  Næstforkvinnan í Før­oya Lærarafelag vísir á, at allir næmingar – bæði teir bókliga sterku, og teir minni bók­l­iga sterku – sum fáa ágóðan av skapandi læru­grein­ um. – Vit eiga nógvar næm­ingar í skúlanum, ið njóta væl av teimum skap­andi tímunum, ið eru. Vit hoyra ofta um teir næmingar, ið ikki eru sterkir bókliga, men sum klára seg ser­ stak­liga væl í teimum handa­ligu/skapandi læru­greinunum. Eg vil leggja dent á, at tað eru ikki bert teir bókliga veiku næmingarnir, ið fáa ágóðan av hesum læru­greinunum. Tað fáa allir næmingar, skrivar Andrea á Rípuni.  Tó at summir skúlar hava skapandi læru­ greinar á tímatalvunum, hava fleiri lærarar gjørt vart við vánaligar undir­ vísingar­umstøðurnar, og tískil er trupult at fáa eina góða og saman­ hang­andi undirvísing. Sam­bært Andreu, er tað myndug­leikarnir, ið eiga at taka um endan, fyri at tryggja betri umstøður. – Eitt svar hjá myndug­leikunum til at betra um handaligu lærugreinarnar er, at man kann umskipa tveir tímar og brúka teir til til dømis skapandi læru­ greinar. Alt gott um tað, men tað kennist, sum ein fær tímar av náði, og kanska bert í eitt ár. Eg haldi, at myndugleikin má gera sær greitt, hvussu hetta økið skal rað­festast, ikki einans í orð­um, men í verki øllum at frama, skrivar Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag. Skal rættiliga gongd fáast á íbúðar­bygg­ ingina, eigur felagið Bústað­ ir, at verða umskipað, heldur stjórin Áki Bertholdsen Tíðin er farin undan okkum og tí eigur virk­ semið at verða um­ skipað. Tað heldur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Bústaðir eru ein al­ mennur grunnur, men stjórin heldur, at tíðin sum almennur grunnur, er farin. Tí heldur hann, at felagið eigur at verða gjørt til eitt al­ment partafelag, ið kann virka  á jøvnum føti við onn­ur feløg í byggi­vinn­ uni og í fíggjar­heimi­ num. Bústaðir meta, at tað mangla 2.000 íbúðir, bæði leigubústaðir ella lutabústaðir. Men tey halda ikki at tað er ráði­ ligt, at Bústaðir skulu byggja og eiga tær allar. Tað hevði verið betri at kapitalurin, sum annars er í landinum, verður brúktur til at loysa hesa avbjóðing, siga Bústaðir í árs­frá­ greið­ingini fyri 2018, sum nýliga varð løgd fram. Men fyri at fáa gongd á, er tað neyðugt, at Bú­staðir fáa fríari og greiðari handilsligar karm­ar at virka undir.  Fáa Bústaðir tað, kann felagið fara undir eitt javnbjóðis samstarv við pensjónsfeløg, aðrar íleggjarar, kommunur, arbeiðs­takarar. Og tá kunnu Bústaðir stovna parta­feløg, saman við øðr­um um at byggja íbúð­ir Við FM1 sigur Andras Róin, at tað er ógreitt, hvat ein almennur stovn­ur í roynd og veru, er, og hvørjar heimildir hann hevur at virka. Bústaðir lænir peng­ ar út og rindar skatt, og vinningsbýti til land­ið. Men kortini er grunnurin ikki skrá­sett­ ur sum vinnurekandi grunn­ur, sigur hann.  Tí heldur hann, at Bú­ staðir eiga at verða um­ skipaðar til eitt alment partafelag. góðkennir sáttmála Handaligu útbúgv­ing­ ar­nar eiga at raðfestast Bústaðir eiga at verða umskipaðar til eitt alment partafelag, heldur stjórin Andras Róin Vit klára tað ikki einsamøll – Vit eiga nógvar næmingar í skúlanum, ið njóta væl av teimum skapandi tímunum, ið eru, sigur Andrea á Rípuni Mynd: Føroya Lærarafelag ur grundarlag fyri at halda, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og um­ legg­ingina av ung­dóms­ húsinum, skrivar Kom­ mu­nala Eftirlitið. havi rannsakað mína sam­vitsku leingi. Tað, at eg spæli her, stuðlar ikki grinda­drápi á nakran hátt, eins og at vera ferða­ fólk her ger tað heldur ikki. Ikki til átøk móti Føroyum Fred Ruddick, samskipari hjá G! Festivalinum, segði eftir hesa fráboðan, at Fatboy Slim letur ikki pengarnar til felags­ skapir, sum beinleiðis royna at steðga grinda­ drápi. Fráboðanin skuldi sam­bært ikki skiljast sum eitt álop á føroyingar. – Peningurin fer til tveir felagsskapir. Vit vita ikki hvørjir teir eru, men tað er ikki ætlanin, at pen­ingurin skal steðga grinda­drápi. Annar av felags­skapunum er um­ hvørvis­felagsskapur, ið fæst við varðveitslu av sjón­um, og tey síggja jú gjarna, at grindadrápið held­ur uppat. Men tað er ikki so, at tað skal skiljast, sum at tey nú fara at arbeiða fyri, at grinda­ drápi heldur uppat, segði Fred Ruddick. - Fatboy Slim hevur veru­liga roynt at gera tað rætta. Hann var und­ ir øgiligum trýsti, áðrenn hann kom upp til Før­ oyar, og tað sóu vit eisini á sosialu miðlunum hjá honum. Men hann hev­ ur veruliga roynt at vera rættvísur yvir fyri før­oy­ ing­um og at síggja málið frá báðum síðum, segði hann. Watson fegnast Leiðarin fyri felagsskapin Sea Shepherd ger nú vart við seg í heusm málið. Hann sigur seg vera fegnan um, at Fatboy Slim hevur latið sína løn til umhvørvisfelagsskapir, og at hann hevur sagt seg vera ímóti grindadrápi. – Vit eru vónbrotin av, at hann ikki avlýsti sína kon­sert, men vit fegnast um, at hann hevur gjørt tað greitt, at hann er ímóti grindadrápi í Før­ oy­um, sigur Paul Watson um vikuskiftið. Spaniastova í Klaksvík hýsir konsertum, mentanartiltøkum og annað Paul Watson heldur, at Fatrboy Slim skuldi havt avlýst sína konsert í Føroyum, men fegnast um fráboðan