mánadagur 22. juli 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Brandur Mortensen Nolsøe
Í septembermánaði tekur
56 ára gamli Chik Collins
við sum nýggjur rektari
á
Fróðskaparsetrinum.
Hann er føddur og upp
vaksin
í
Skotlandi,
har hann eisini hevur
starvast at kalla alla
sína
yrkisleið.
Chick
Collins er professari í
sosialvísindum, og sein
astu árini hevur hann
sitið ovast í leiðsluni á
University of the West of
Scotland.
Á pappírinum eitur
hann Charles William
Collins, men í gerandis
degnum nevnist hann
Chik, sum er ein skotsk
stytting av navninum
Charles. Hann vaks upp
saman við átta systkjum
í býnum Kilmarnock í
landøkinum Ayrshire í
Skotlandi.
Chik
Collins
hevur
verið í Føroyum í sam
bandi við starvssetanina,
men í hesum døgum er
hann aftur í Skotlandi og
leggur síðstu hond á sein
astu
arbeiðsuppgávur
nar, áðrenn hann byrjar
ein nýggjan kapittul í
lívinum í Føroyum.
Chik Collins er settur
sum
rektari
á
Fróð
skaparsetrinum komandi
fimm árini. Hann er sera
spentur um uppgávuna,
og hevur hann longu
eina jaliga mynd av Før
oyum og nýggja starvs
plássinum.
– Tað er torført ikki at
verða bergtikin av før
oysku náttúruni. Men enn
týdningarmiklari er, at eg
eri komin væl frá byrjan
við starvsfeløgunum í
Føroyum.
Chik Collins gleðist
um,
hvussu
eldhugað
fólk í Føroyum eru um
Fróðskaparsetrið.
Og
júst
hendan
fatanin
hevði stóran týdning fyri
í avgerðini at flyta til Før
oya.
– Var tað ikki so,
hevði eg neyvan tikið
av
møguleikanum
at
gerast rektari, sigur Chik
Collins.
Kundi verið tónleikari
Tað var ongin sjálvfylgja,
at Chik Collins um ungur
fór tann vísindaliga vegin.
Hóast tað lá væl fyri á
universiteti, gjørdi hann
av at royna aðrar leiðir,
og fekk hann sær ymsar
starvsroyndir til vega,
eftir loknað útbúgving.
Eitt nú starvaðist hann
sum lýsingarfólk á blað
num The Observer í Lon
don, og innan sosiala
bústaðarbygging.
Eitt
tíðarskeið
var
Chik
Collins eisini yrkistón
leikari og spældi gittara í
ymsum bólkum. Hann er
tó skjótur at minna á, at
tónleikurin í dag ikki er
meir enn eitt ítrív.
– Eg havi skilt, at tón
leikur fyllir nógv í før
oyskari mentan, og at
føroyingum dáma væl
at syngja. Eg vil fegin
gera greitt, at long tíð er
gingin, síðani eg fekst við
tónleik, sigur Chik Collins
flennandi.
Eftir at hava fingið
sær ymsar starvsroyndir
til
vega,
dugdi
Chik
Collins at skyna á, at
veruligi áhugin var fyri
tí akademiska, og hevur
hann starvast á uni
versiteti
síðani.
Chik
Collins sigur, at áhugin
fyri at arbeiða sum aka
demikari komst millum
annað av, at hann slapp at
arbeiða við endamálinum
at tæna samfelagnum.
– Ofta kendist tað í
veruleikanum ikki sum
eitt arbeiði, so væl treivst
eg. Eg var drigin av møgu
leikanum at kunna gera
ein mun í lívinum hjá
einari rúgvu av fólki,
eitt nú næmingunum,
eg undirvísti. Harafturat
var eg drigin av møgu
leikanum at hava eina
hond í framleiðsluni av
nýggjari
vitan.
Vitan,
sum heimurin ikki hevði
havt, var tað ikki fyri ar
beiðnum, eg var partur
av.
University of the West
of Scotland, har Chik
Collins hevur arbeitt tey
seinastu árini, hevur havt
stóra framgongd og er
vaksið nógv í vavi, síðani
tað bleiv sett á stovn
í
2007.
Framburðurin
er ikki komin av sær
sjálvum, men er hann
eitt úrslit av, at leiðsla og
starvsfólk hava arbeitt
miðvíst ímóti ítøkiligum
málum.
– Tað hevur verið ein
fragd at havt ein leiklut í
tí stóra arbeiðinum, sum
er farið fram á University
of the West of Scotland
tey seinastu árini, sigur
Chik Collins.
Fyri
Chik
Collins
hevur tað alstóran týdn
ing, at ein er tilvitaður
um
leiklutin,
eitt
unviersitet hevur fyri
samfelagsmenningina.
Málið,
sigur
hann,
skal altíð vera at tæna
samfelagnum, og at geva
góð íkøst til búskaparligu,
sosialu og mentanarligu
viðurskiftini.
– Fyri mær er eitt
akademiskt
starv
ein
framíhjárættur,
tí
tað
loyvir einum at gera
mun, sum onnur størv
ikki kunnu. Ein eigur at
royna at geva nakað aftur
til yngru ættarliðini, og
til samfelagið í síni heild.
Tað er týdningarmikið, at
íløgurnar, sum samfelag
ið ger í eitt universitet,
verða afturgoldnar við
arbeiði, sum hevur virði,
sigur Chik Collins.
Fekk starvslýsingina
sendandi í spølni
Chik Collins ivast ikki í,
at hann hevur eina stóra
avbjóðing fyri framman.
Hann flytir til eitt nýtt
land við øðrvísi mentan
um. Harafturat verður
ein stór avbjóðing at
læra seg føroyskt. Chik
Collins er varugur við,
hetta verður ikki lætt,
men hann er sannførdur
um, at neyðuga hjálpin
verður til taks.
– Eg havi verið nógv
í sambandi við nýggju
starvsfelagarnar, og eg
havi fingið ta fatan, at
fólkini, sum vera runda
num meg komandi árini,
fegin vilja, at starvstíðin
verður væleydnað. Tá eru
fyritreytirnar fyri, at tað
gongst væl, longu góðar,
greiðir hann frá.
Chik Collins ætlaði
sær upprunaliga ikki at
skifta starvsstað, men um
tað mundið, tá hann bar
eyga við starvslýsingina
hjá Fróðskaparsetrinum,
spældi hann sær longu
við tankan um at royna
okkurt nýtt.
–Eg hevði leingi ímynd
að mær, at eg skuldi vera
í Skotlandi restina av
yrkisleiðini. Men tá børn
ini vóru blivin so vaksin,
at tey sjálvi vóru farin
undir
egna
yrkisleið,
gjørdust
viðurskiftini
nøkur onnur.
Tó var tað ikki nóg
mikið at flyta til eitt nú
Onglands,
ella
onkra
aðrastaðni
nærindis.
Skuldi hann royna aðrar
leiðir, mátti nýggja starv
ið hava heilt nýggjar av
bjóðingar. Hann gjørdi av,
at skuldi hann flyta, vildi
hann fara longur burtur.
Og tá Chik Collins
sá starvslýsingina um
rektarastarvið á Fróð
skaparsetrinum, gjørdist
hann hugtikin.
– Tá ein kenningur
mestsum í spølni vísti
mær starvslýsingina, tók
eg tað ikki sum skemt.
Eg helt tað vera sera
áhugavert og fór beint
at leita mær meiri vitan
um Fróðskaparsetrið, og
um Føroyar. Jú meira eg
lærdi, tess størri gjørdist
hugurin at starvinum,
sigur Chik Collins.
Eitt, sum hann tíð
liga beit merki var, at
Fróðskaparsetrið er ein
sera
týdningarmikil
stovnur fyri føroyska
samfelagið í síni heild,
og hevur ein lyklaleiklut
í samfelagsmenningini.
Í tann mun eru viður
skiftini í Føroyum og á
University of the West of
Scotland ikki heilt ólík,
sigur hann.
Vil raðfesta altjóða
samstarv
Setanarnevndin
legði
millum annað dent á,
at nýggi rektarin hevur
Komandi rektarin á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins,
er sannførdur um, at flestar uppgávur kunnu loysast
við góðum samstarvi. Hann ætlar millum annað, at
altjóða samstarv og gransking skulu raðfestast, og at
fleiri lesandi skulu gerast liðug við útbúgvingarnar
FRÓÐSKAPARSETRIÐ
SKAL TÆNA FØROYSKA
SAMFELAGNUM