Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 TÍÐINDI evni at skapa undirtøku millum starvsfólk, og at sam­starva við uttanhýsis part­ar. Sum dekanur og varadekanur hevur Chik Collins hollar roynd­ir at skipa fyri sam­starvi tvørturum vísinda­grein­ ar, og í tvørturum landa­ mørk, og at fáa fígg­ing til vega. Hann er sann­ førdur um, at einum fróð­skaparsetri tørvar nógv samstarv við aðrar stovnar, fyri at skapa fram­burð. Tí skal altjóða samstarv raðfestast høgt kom­andi árini. Hesum við­víkjandi ætlar Chik Collins at gagnnýta tey sambondini, hann hevur frá fyrrverandi starvs­ plássinum. Eitt nú er University of the West of Scotland sinnað at taka upp samstarv við Fróð­ skaparsetrið, sigur Chik Collins. Hann greiðir frá, at stovnarnir báðir hava nógv til felags, og at møguleikarnir fyri sam­ starvi eru nógvir. Millum annað hevur University of the West of Scotland raðfest fiskivinnu og land­búnað, ið tørva tøkni­liga menning. Meðan Fróð­skapar­ setrið í dag hevur nógv sam­starv við Ísland og onnur Norðurlond, heldur Chik Collins, at tað er upp­lagt at breiðka altjóða sam­starvið, so tað fevnir nakað meir um eitt nú Stóra­bretland og onnur evropisk lond. – Eg kundi hugsað mær at Fróðskaparsetrið varð­veitir eitt altjóða út­sýni, og at vit hava eina greiða ætlan um at menna altjóða samstarv. Vit skulu menna tað økið miðvíst, soleiðis at Fróð­ skaparsetrið fær ágóðan av mongu møgu­leik­un­ um, sum finnast. Eitt nú á University of the West of Scotland verður stór­ur dentur lagdur á at bjóða útbúgvingar út uttan­ lands, so lesandi kunnu vera knýtt at uni­versi­ tetinum, meðan tey eru búsitandi í øðrum lond­ um. Næmingarnir dríva verkið University of the West of Scotland fevnir um fýra campus í Skotlandi, og eitt í London. Ein stórur part­ur av arbeiðinum hjá Chik Collins á stovni­ num í Skotlandi hevur verið at sameina fleiri sjálv­støðugar eindir undir ein felags stovn. Uni­versity of the West of Scotland varð sett á stovn í kjallarvørrinum av, at University of Pais­ ley og Bell College vórðu løgd saman til eitt uni­ versi­tet. At skapa slíkt sam­starv krevur miðvíst arbeiði og greið endamál at ganga eftir. Í førinum hjá University of the West of Scotland hevur saman­renningin verið væl­eydnað. Saman við nýggju starvsfeløgunum hevur Chik Collins eisini skift orð um týdn­ing­in av at styrkja Fróð­skapar­ setrið sum eina samlaða eind. Fróðskaparsetrið kann síggjast eisini sum ein samanrenning av fleiri stovnum, sum hava ymisk­ar arbeiðshættir og arbeiðsøkir. Chik Collins fer við íblástri úr Skot­ landi at leggja doyðin á at halda fram við tí arbeiði­num, soleiðis at Fróð­skapar­setrið gerst ein sterk eind, sum sam­ starvast tvørtur um vísinda­grein­ar. Sum varadekanur á University of the West of Scotland hevur Chik Collins havt ábyrgd av granskingar- og út­búgv­ ingar­økinum. Ítøki­liga hevur ein av høvuðs­upp­ gáv­unum verið at menna samstarv og fígging innan fyri gransk­inga, og at skipa fígging­ina, sum stuðlar upp undir gransk­ ingina á uni­versi­teti­num. Leik­lut­ur­in hjá einum universiteti er ikki bara at undirvísa, men eisini at framleiða nýggja vitan. Með­an Fróðskaparsetrið tey seinastu árini hevur miðað eftir at bjóða undirvísing, skal gransking fram­yvir fylla meir á dags­skrán­ni. Gransking hevur eisini stóran leik­lut í bygn­aði­ num á út­búgv­ing­unum, sum Fróðskaparsetrið hev­ur at bjóða. Hetta skal fyrst og fremst gerast til frama fyri føroyska sam­ felagið. Chik Collins sigur, at tað er alneyðugt, at ein stovnur sum Fróð­skapar­ setrið stendur í menning, og ein fyritreyt til tess er fíggingingin. Ein onnur avbjóðing, sum komandi rektarin hevur fyri framman, er at lækka talið av næm­ ing­um, sum antin ikki gera útbúgvingarnar lid­ n­ar, ella eru leingi um at gerast liðug. Gerast fleiri næmingar lidnir til tíðina, gerast lík­indini fyri, at landið tím­ur at veita Fróð­ skapar­setrinum fíggjar­ liga stuðulin, betri, sigur hann. – Hóast ymsir hættir finnast fyri at skapa framburð, eitt nú gransk­ ing og altjóðagerð, skal ein tó minnast til, at næm­ing­arnir dríva verk­ ið. Næm­ingarnir eru sjálv kjarn­in, sum alt annað verður bygt rundan­ um. Við at menna hesi økini, gerst upp­liv­ing­in hjá næm­inginum betri, staðfestir Chik Collins. – Tá ein kenningur mestsum í spølni vísti mær starvslýsingina, tók eg tað ikki sum skemt, sigur Chik Collins