mánadagur 22. juli 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er mangur yngri maður, sum
hevði ynskt sær at havt somu
orku og áræði, sum formaðurin í
Framsókn, Poul Michelsen, sum
í dag fyllir 75 ár.
Maðurin,
sum
rættuliga
komin til árs, valdi at fara úr
Fólkaflokkinum og seta á stovn
nýggjan flokk, Framsókn, bjóða
seg fram til løgtingsvalið og
sjálvur seta seg í Tinganes
við tveimum ráðum, uttan
ríkisráðnum
og
vinnumála
ráðnum.
Bæð hesi ráðini eru arbeiðs
krevjandi
og
serliga
uttan
ríkisráðið
krevur,
at
lands
stýrismaðurin ferðast nógv.
Í hesum valskeiðnum hevur
ráðið arbeitt við at fáa fríhandils
sáttmálar við Japan, Suðurkorea
og Kina umframt við Rusland og
trý av gomlu Sovjet-londunum.
Sáttmálarnir eru ikki enda
ligir komnir uppá pláss, men tað
er ein spurningur um heilt fáar
mánaðir áðrenn tað hendir.
Hesir sáttmálar verða allir
gjørdir fyri at bøta um útflutn
ingsmøguleikarnar hjá føroysku
vinnuni og tað vil sjálvandi fyrst
og fremst siga hjá fiskivinnuni
og alivinnuni.
Rúmari ræsur
Í hesum valskeiðnum hevur
eisini verið arbeitt við at fáa
Føroyum rúmari ræsur, sjálvar
at gera avtalur og sáttmálar á
uttanríkisøkinum.
Tað hevur volt nakað av
trupulleikum
millum
Keyp
mannahavn og Tórshavn hesa
tíðina, men føroysku myndug
leikarnir halda fast við, at hetta
hendir tí danir royna at draga
nakrar av heimildunum inn
aftur, sum Føroyar annars hava
fingið.
Føroyski uttanríkisráðharrin
hevur givið nøkur gleps frá
sær í hesum sambandi. Tað er
eisini eitt eyðkenni fyri Poul
Michelsen, at tá ið hann hevur
sett sær nakað fyri, so arbeiðir
hann við fullari ferð fyri, at tað
skal henda.
Á vinnuøkinum hevur lands
stýrismaðurin eisini verið virkin
hesi árini. Ein nýggj alilóggáva
er gjørd og sjóneykan er sett á
lúsapláguna í alivinnuni.
Landsstýrismaðurin
hevur
eisini verið inni í matvørulóg
gávuni um matveitingar frá
privatum smáveitarum.
Hvussu er so
landsstýrismaðurin
Landsstýrismaðurin, sum hevur
sitið alt hetta valskeiðið, er ein
serligur persónur við serligum
evnum.
Hann er arbeiðssamur sum
fáur. Er morgunmaður, tí longu
áðrenn flestu føroyingar hava
hugsað um atfara á føtur, hevur
hann verið ein langan gongutúr
– ofta gjøgnum býin, har hann
var borgarstjóri í 12 ár.
Tá ið hann kom í tinganes fyri
fýra árum síðani, var tað fyrsta
onkur mátti læra hann, at vísa
honum, hvussu ein nýmótans
kaffimaskina virkar.
Hann kemur aloftast so tíð
liga til arbeiðis, at ongin annar er
á skrivstovuni, so vil hann hava
einn kopp av kaffi, so má hann
gera hann sjálvur.
Tað verður ofta sagt um hann,
at hann er snarsintur. Tað passar
kanska, men tað gongur skjótt
yvir. Hann hevur eitt lætt sinni
og spjaðir ein góðan stemning
har hann er. Hann er eisini
positivur og vil hava tað besta
burtur úr.
Fleiri av teimum, sum ar
beiða saman við honum, siga
eisini at hann er fevnandi og vil
helst hava at øll taka undir við
teimum ætlanum, sum fara í
gongd.
Hetta sigur tó ikki, at hann
helst vil hava at tingini ganga,
sum hann vil hava tey at ganga,
tí tað vil hann helst.
Handilsmaður
Alt sítt lív hevur Poul Michel
sen verið handilsmaður . Fyrst í
starvi hjá øðrum. So hevur hann
havt fyritøkur saman við øðrum
og seinastu mongu árini hevur
hann havt sína egnu fyritøku,
PM Heilsølan.
Fyritøkan hevur ment seg
øll hesi árini og er í dag ein av
størstu heilsølunum í landinum,
umframt at hon hevur annað
virksemi afturat.
Har arbeiða í dag millum
60 og 80 fólk. Nøkur teirra eru
ikki føroyingar, men tilflytarar,
sum ikki duga føroyskt, tá ið tey
byrja. Hetta roynir fyritøkan at
loysa við at hava undirvísing í
føroyskum fyri hesum fólkum.
Sjálvt um hann ikki er partur
av fyritøkuni, nú hann er
landsstýrismaður, so fylgir hann
sera væl við hvat hendir.
Poul Michelsen er visionerur
og hyggur altíð langt fram. Hann
ger sjáldan ætlanir, sum bert
røkka stutt fram, men heldur
longri ætlanir, sum røkka nógv
longur fram enn at hugsast
kann, at hann er til tá.
Men tað er heldur ikki málið.
Málið er, at bæði politikkurin
og handilin skulu virka, uttan
mun til hvør persónur situr fyri
borðendan.
Ítróttarmaður
Landsstýrismaðurin við uttan
ríkismálum hevur alt sítt lív
verið ítróttarmaður og enn fylgir
hann væl við í so at siga øllum
ítrótti.
Sjálvur hevur hann spælt so
at siga øll sløg av ítrótti, men
kanska er hann mest kendur
fyri at hava spælt á besta liðnum
hjá HB.
Hann skoraði annað málið,
tá ið HB vann 2-1 á KÍ í Klaks
vík í 1971 og bleiv Føroyameist
ari. Aðrir hava roynt at drilla
hann við tí, at tað var ein annar,
sum skoraði, men tað var Poul
Michelsen.
Badminton stóð honum eisini
nær og hann vann meistara
heitið
fleiri
ferðir-
Hann
royndi seg eisini í hondbólti og
borðtennis, so hann er ein all-
roundari í ítrótti.
Í dag sæst hann so at siga
allar dystir, sum HB spælir í
Gundadali. Sum oftast krevur
hann pengar inn við inngongd
ina, eins og nógvir aðrir til
komnir HB-arar gera.
Í dag fyllir altso Poul Michel
sen 75 ár. So leingi heilsan
er við verður hann at síggja
í politikki eins og hann er at
síggja sunnudagar við vøllin í
Gindadali.
Tey morgunfrísku fara eisini
at síggja hann á ferð til gongu í
býnum komandi árini, tá ið hann
altso er heima.
Sum uttanríkisráðharri er
hann ofta á flogi. So ofta, at tá ið
fólk møta honum í Havn siga tey
drillandi:
-Nú Poul. Liggur tú heima
veðurfastur!
Júst hetta vísir, at Poul
Michelsen hevur tey evnir, at
hannn dugir at tosa við vanlig
fólk, tolir glósur og svarar sjálv
ur aftur.
Ein
góður
eginleiki
fyri
ein høgtstandandi føroyskan
politikara.
Tillukku við teimum 75, Poul
Michelsen.
Fullur av áræði og
langtíðarætlanum
Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum hevur als
ikki sett ferðina niður, hóast hann í dag fyllir 75 ár
NØVN
ÁTTA ÁR SÍÐANI UTØYA
Í dag eru liðin átta ár síðani yvirgangsálopini í Oslo og á Utøya, sum
kostaðu 77 fólkum lívi. Tann 22. juli í 2011 sprongdi yvirgangsmaður
eina bumbu í miðbýnum í Oslo – beint við bygningar hjá almennu
umsitingini – og síðani skeyt hann frá hond á Utøya, har summarlega
hjá Arbeiðaraflokkinum var. Átta fólk doyði í atsóknini í Oslo, 69
doyði í skjótingini á Utøya. Yvirgangsmaðurin varð handtikin, og
seinni var hann rættarsøktur. Hann situr nú í fongsli. Fleiri dokument
arsendingar og eisini onkrir spælifilmar eru gjørdir um hendingina.