Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eyðun Klakstein Myndir: Álvur Haraldsen Leygarkvøldið setti Tórsfest lív í mið­býin í Havn. Stóra kon­sert­til­ takið, sum verður hildið viku­skift­ið fyri ólavsøku, bjóð­aði framførslur frá før­oyskum og út­lendsk­ um bólk­um. Hesaferð komu flestu bólk­arnir úr Danmark, men rocksangari úr USA og nakrir føroyskir bólk­ ar vóru eisini á skrán­ni. Konsertir vóru á tveim­ um pallum, skráin var tøtt, og skiftini gingu sum heild væl. Áhoyrarafjøldin var blandað. Nógv vaksin og til­komin fólk vóru kom­ in at lýða á konsertir og hugna sær, og sum kvøld­ ið leið, fyltu tey yngru fólkini alt meira á kon­ ser­t­økinum. Slíkur konsertdagur er krevjandi fyri tey, sum standa fyri tøkni og ljóð­ blandi, tí stutt er millum konsertirnar, og skiftini skulu ganga skjótt fyri seg. Í fleiri førum koma ljóð­blandarar við bólk­ un­um, og tí eru nógv skifti bæði á palli og við knøttarnar. Fleiri av fram­førslurnar vóru lut­ víst elektróniskar, og tá er sum vera man lættari at fáa ljóðið at sita, men til dømis á konsertini hjá Dee Snider haltaði ljóðið nakað at byrja, men varð betri, sum konsertin leið. Undir framførsluni hjá I AM vóru onkrir tøkni­ lig­ir trupulleikar, sum høvdu við sær, at steðgur kom í fram­førslu­na eina løtu. Tí bet­ur hendir slíkt ógvu­liga sjáldan. Lívligar konsertir Fleiri av konsertunum settu lív í áhoyrara­fjøld­ ina. Hóast klokkan bert var átta, tá ið Dee Snider fór á pallin við sín­um rockbólki, var gott lag á áhoyraranum, og Dee Snider dugdi væl at fáa fólkið við. Fram­førslan var frálík. 64 ára gamli rocksangarin er fram­ vegis í toppformi, og rødd­in var sterk alla kon­ sert­ina á tamb. Suspekt, L.O.C. og Martin Jensen høvdu gott tak á yngru áhoyrar­ a­num við rappi og elek­ trón­iskum tójnleiki, og tá var sera gott lív framman fyri pallin. Halberg & Friends spældu danskar popp­perlur frá áttati og níti árunum, og tað var sera hugnalig løta. Tórsfest byrjaði klokk­ an fýra seinnapartin og helt fram til klokkan trý sunnumorgunin. Tá vóru fólk mettað av nógvu upp­livingunum. TÓRFEST SETTI LÍV Í HAVNINA Ein blandað áhoyrarafjøld fekk framførslur frá popparum, rapparum og rockarum