mánadagur 22. juli 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
TÍÐINDI
Steinar Patursson
Men
vit
skulu
ansa
okkum ikki at loypa fram
av og fara upp at flaksa,
tí at nøkur nøkur ung eru
drukkin. Vit skulu hava
eitt sindur av perspektivi
í kjakinum.
Tað sigur Óli Rubek
sen, ráðgevi hjá SSP.
SSP er samstarv, ið er
millum skúla, sosialar
myndugleikar og politi,
og samstarvið hevur til
endamáls at fyribyrgja
kriminaliteti og skaðandi
atburði millum børn og
ung.
- Tað eru um 700 børn
í hvørjum árgangi. Um 10
prosent av teimum fara
við síðuna av, so eru tað
70 børn. Men tá eru fram
vegis 90 prosent, sum ikki
gera tað, sigur hann.
- Ja, tað eru nøkur av
okkara ungu, sum ikki
hava tíð at bíða. Ja, tað
eru nøkur ung fólk, sum
kanska gera tað eina ferð
og ordiliga sláa ígjøgnum.
So kann tað vera aftaná,
at tað var kanska ikki
so smart kortini, sigur
hann og vísir á, at hóast
vit skulu arbeiða ímóti,
at tey ungu lata vera við
at drekka, so skal kjakið
ikki bara snúgva seg um
tey fáu, ið onkursvegna
detta ímillum.
Ivasamt við trendinum
Óli Rubeksen vil vera við,
at støðan er heilt greitt
batnað seinastu nógvu
árini, og at drekkimynstr
ið millum tey ungu ikki er
tað sama, sum tað var fyri
20 árum síðani.
Lív Justinussen, sum
er
sálarfrøðingur
hjá
Bláa Krossi, er tó ikki
eins avgjørd og sigur, at
tað ber illa til at úttala
seg um.
- Tað er trupult at út
tala seg nágreiniliga um
eina broyting, tí tað finn
ast ov fá hagtøl. Tað eg
kann siga er, at landslagið
er
broytt.
Fyrr
vóru
smærri stevnir, og í dag
eru stórir festivalar. Eitt
annað, ið er broytt, eru
sosialu miðlarnir, ið hava
stóra ávirkan á tey ungu.
Eg kann eisini siga, at
vit hava verið tilstaðar á
festivalum í trý ár, og har
síggja vit ov nógv ung
undir 18 ár rúsað.
Foreldur eiga
týðandi leiklut
Bæði í SSP og hjá Bláa
Krossi er tó greitt, at ein
týðandi partur av fyri
byrgjandi
arbeiðinum
liggur heima hjá for
eldrunum.
- Tað er holdningurin
hjá foreldrunum, sum
hevur allarstørstan týdn
ing. Og tað er har, sum vit
arbeiða. Vit leggja nógva
orku í at fáa foreldrini
við upp í part, sigur Óli
Rubeksen.
Hann sigur, at nógv
hava havt ta støðu, at best
var at læra børn og ung
at drekka heima undir
tryggum umstøðum, har
foreldrini kundu halda
eyga við, hvussu nógv
børnini
fingu
innum.
Tann støðan er tó ikki
eins vanlig í dag, og hon
var fyrr.
- Um tú spyrt foreldur
í dag í mun til fyrr, sum
hava átt børn í dag og nú,
so siga tey, at tað gera tey
aldrin aftur, tí tað riggar
simpulthen ikki.
Samstundis er eisini
neyðugt hjá foreldrum at
tosa við børnini um tað
at drekka, men at tosið
skal hava til endamáls at
skilja børnini heldur at
moralisera, tí so klamsa
børnini í og vilja ikki for
telja nakað, sigur hann.
Mentanin skal broytast
Børn og ung vilja vera
partur av einum bólki, og
tí kann tað vera torført
hjá teimum at lata vera
við at smakka sær á, tá
onnur gera tað, sigur Lív
Justinussen og vísir á, at
ein partur av arbeiðinum
hjá teimum í Bláa Krossi
er sostatt at at broyta
mentanina hjá teimum
ungu yvirhøvur.
- Har kunnu vit hyggja
eftir Íslandi fyri at vita,
hvat tey hava gjørt fyri at
broyta hesa mentanina,
sum var millum tey ungu.
Vikuskiftið handlaði um
ballið, men í dag handlar
tað um ítrótt ella onnur
ítriv.
Íslandi sá rúsdrekka
sum ein trupulleika, sum
foreldur
og
samfelag
máttu loysa í felag, og tí
varð nógv gjørt fyri at
tryggja, at børn og ung
høvdu atgongd og pengar
til ítrótt og onnur ítriv,
ið geva eina natúrliga
kenslu av gleði og at hava
tað gott.
Óli
Rubeksen
vísir
eisini til átøkini í Íslandi
sum fyrimynd,
- Tað er tað íslendska
modellið. Tað er nógv
meira skipað viðurskifti,
tá tað snýr seg um tilboð
til børn og ung. Tey, sum
arbeiða við børnum og
ungum í Íslandi, eru vaks
in. Tað er ikki ung, sum
læra ung. Og tað er ein
partur av tí at gera tað
trygga samfelagið. Tað,
at tú gert skipanir, har tú
roynir at fáa øll børn við
upp í part.
Tey ungu skikka
sær væl
Hvussu støðan er og ikki
við
rúsdrekkanýtsluni
millum børn og ung, so
vísir og Blái Krossur á, at
yvirhøvur skikkað børn
og ung seg væl í Føroyum.
Blái krossur hevur í
nøkur ár havt ein bingju
til staðar á festivalum,
har tað ber til hjá ungum
at koma inn til eitt prát
ella at fáa hjálp, um ov
nógv er farið niðurum.
Bingjan fær nógv vitjandi
– í fjør vóru um 5000
vitjandi til G! festivalin,
Ólavsøku og Summar
festivalin.
-
Tey
skikka
sær
ótrúliga væl, og tey eru
ótrúliga fitt, sigur Lív
Justinussen og leggur
aftrat, at onkur av teim
um vitjandi hevði sagt, at
besta ballið á G! Festivali
num var í bingjuni hjá
Bláa krossi.
steinar@sosialurin.fo
UNG OG RÚSDREKKA
- VIT MUGU IKKI
LOYPA FRAMAV
Tað er hásummar í Føroyum og í bestu veitslutíð. Hetta sást aftur í døgunum aftaná Voxbotn,
tá løgreglan vildi vera við, at alt ov nógv blaðung vóru at síggja full í Vágsbotni. Vikuna
eftir kunngjørdi Tórshavnar kommuna og fyriskipararnir í felag, at næsta ár skulu átøk
gerast fyri at basa rúsdrekkanýtslu millum tey, ið ikki hava aldur til at drekka