Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Ingilín Didriksen Strøm, valevni Javnaðarfloksins Í løtuni bíða vit eftir, at einstaklingar hvør í sær leggja um frá olju til el. SEV útsetur pumpu­ skipan­ina í Vestmanna, tí um­leggingin gongur ov seint. Vit mugu tora at seta krøv. Við krøvun­um fylgir ábyrgd. Ábyrgd fyri, at øll megna at gera broyt­ing­ina, uttan at tað skapar stórri ójavna í samfelagnum, so at eisini tey ið eru ringast fyri fíggjarliga kunnu vera við. Tí umleggingin er dýr, og tað eru verri enn so øll, ið hava ráð. Serliga sum bú­ staðar­marknaðurin er í dag. Men sum samfelag og heims­borgarar hava vit ikki ráð at lata vera. Vit hava tørv á ein­ um samfelagsbanka ið virkar fyri sam­felags­ lig­um áhugamálum, um at veita lán til tey, ið vilja búgva uttanfyri høvuðs­staðin, og til teirra, ið ikki hava ráð at gera um­leggingina alt fyri eitt. Sum støðan er nú, er ein partur av Bank­ Nordik almennur. Allíka­væl verður bank­ in rikin eins og aðrir bank­ar í landinum, har avgjøld verða løgd eftir egnum ætlanum. Hesin parturin átti at verið seldur og settur í ein samfelagsbanka, har fólkið kann hava lønar­ konto, og lán kunnu veitast til bú­stað­ir uttan fyri Havn­ina og til grønar set­húsa­orku­ loysnir. Tey, ið eru ringast fyri, skulu ikki gjalda hægsta prísin fyri flyt­ ingina burtur frá kol­ vetni. Tað er lættast, og bíligast á standandi fóti at smekka eina olju­fýr upp og keypa sær ein bíligan, brúkt­ an bensinbil. Tað má broytast, bæði frá privatari síðu, so heild­ ar­pakkar eru til el­loysn­ ir, og frá almennari síðu, so øll fáa ágóðan av orku­skifti­num. Tí í síðsta enda er tað bíligari at hava elbil og hita­pumpu ella jarðhita. Oljuprísurin vaksur og vaksur, tað ger el­ prísurin í minni mun. Hetta kann tí eisini vera við til at geva teimum, ið hava lítið, meir millum hend­urnar. Ójavni skal ikki vera ein avleiðing av grønu umleggingini Jens Heri Bolstad Mortensen Valevni fyri Sjálvstýri Nú kunnu vit aftur lesa um dálking í Vágsbotni, og eru tað lítið hugaligar mynd­ir, ið verða bornar okkum lesarum, og er tað væl skilligt, at Mortan Johannessen og aðrir við honum geva ilt av sær.  Ymsar dálkingar hava verið runt um oyggjarnar við jøvnum millumbili, tey farnu nógvu árini. Til alla lukku, hevur ong­in álvarsom dálking verið.  Havnarvág er ein fantast­isk perla, men tað krev­ur, at hon verður hild­in, og at øll óhumska ikki fær loyv at renna beint á sjógv. Tað eru nógvir báta­ eigarar, ið klaga um, at skrokk­urin á batinum er so skitin, tá ið hann verður tikin upp, at ein skuldi trúð, at teir høvdu siglt í olju. Eg skal ikki peika á nakra ávísa dálk­ing­ar­ keldu, men tað kundi verið áhugavert at fingið stað­fest, hvar dálkingin stavar frá, og so fingið tik­ið hond um hetta. Í fyrsta umfari skuldu tey, sum dálka fingið álagt strangar treytir fyri teirra virksemi, og í øðrum lagi, skuldi muna­ góðar bøtur verið givnar, um so er, at treytirnar ikki verða fylgdar. Um eitt skip bunkrar, og olja fær loyvi at renna á sjógv, skuldi hetta verið sekta við einari stórari upp­hædd, og ikki bert nøkrum fáum túsund krón­um. Í mínum virki á sjón­ um, havi eg verið við til hundratals um ikki túsund­tals lastingar og bunkringar av olju, uttan at nakað er farið í havið, so tað er eisini ein spurn­ ingur um at skipa seg rætt, tá ið bunkra verður. Ein rímiliga bílig loysn er, at leggja eina olju­ sperr­ing runt skipið, áðrenn byrjað verður at bunkra. Um so eitt óhapp hendir, er lættari at taka oljuna upp, og hon spreið­ ir seg ikki. Um so er, at óhapp ella vanlukkur henda, skulu vit sjálvandi hava eina so góða tilbúgving sum gjør­ ligt. Vit liggja sera fjar­skot­ in, so tað er alneyðugt, at vit sjálvi eru før fyri at taka hond um hetta. Hugsið tykkum til um eitt av stóru ferða­manna­ skipunum liggur og rekur fyri vág og vind í Nóls­ oyarfirði. Ein tilkandi bumba, eru eisini tey vrak, ið liggja sokkin kring oyggj­ ar­nar, fleiri av teimum við eini ókendari nøgd av olju í tangunum. Hvør minnist ikki Ol­ shanu, ið sakk, og eru tað fleiri við henni. Vit skulu eisini tora betri at kanna eftir um tey skip, sum vitja okk­ ara firðir, halda seg til gald­andi lóggávu. Eg hugsi um brúk av olju við røttum svávul innihaldi, brúk av incine­ rator ( brenni­ovni ) um­ borð, skiftan av bar­lasti vatni, røtt burt­ur­bein­ing av burturkasti osfr.  Tá ið eg verði valdur á ting, vil eg arbeiða fyri at styrkja okkara eftir­lits­mynduleika, og geva teimum góð kor at arbeiða undir. Eisini vil eg gera mítt fyri, at vit kunnu hava eina lítaleysa tilbúgving, um vanlukkan hendir. Vónandi kann hetta vera við til at minka um dálking kring allar Før­ oyar, og ikki minst gera okkum før fyri at traðka til í neyðstøðu. Eftirlitsmyndugleikin og tilbúgvingin má styrkjast alt fyri eitt Brandur Sandoy, Valevni Fólkafloksins Vinnuhúsið má hava misskilt argumentini fyri sjó­mannafrádráttinum, og so fylgir Vinnuhúsið eisini ómetaliga illa við gongdini í sjóvinnu okkara. Ein heilt lítil partur av sjóvinnu okkara, uppi­ sjóv­arflotin, hevur góðar dagar, hýrurnar eru góðar og ongir rekruter­ ings­trupulleikar eru. Restin av flotanum, alt frá línuskipum til garna­ skip til trolarar, øll hesi stríðast hvønn dag við at finna fólk til komandi túr. Ofta kemur tað fyri, at línuskipini sum skulu hava 14 mans umborð til hvønn túr, loysa við 10- 12 monnum, tí at teir fáa ikki fólk. Nýggja støðan ið íkomin er, nú fiski­vinnu­ nýskipanin bleiv trýst ígjøgnum Tingið, hevur fyri manningarnar á m.a trolarum verið ein sonn van­lukka, og eru hýrur teirra nógv lækkaðar. Hesar manningar eru ofta so langt niðri í inn­ tøku, at teir fáa ikki meiri enn minstuløn. Tí er tað óða­manna­ verk at taka burtur sjó­ man­na­frádráttin. Av­ leið­ing­in av tí verður, at okkara fólk flýggjar og reiðaríini fáa sær út­ lendska arbeiðsmegi um­ borð. Tá er lítið vunnið. Nei, heldur eiga vit at fara hinvegin og siga, at skipanin við sjó­manna­ frádrátti eigur at fevna um alt okkara fólk sum balist á sjónum, m.a eisini teir sum eru við hav­ rann­sóknarskipi, vaktar- og bjargingarskipi, og strand­faraskipum. Vit tosa um sera lítlar pengar, sum heldur ikki fara longri enn til okkara egna fólk við hesum skip­ um, og síðani aftur út í um­far í samfelagnum. Okkara sjófólk skal hava nakrar ágóðar fram­ um okkum onnur, sum njóta og brúka sam­felag­ sins ágóðar hvønn dag, hetta er ikki teimum sum sigla beskorið. Sjómannafrádrátturin skal víðkast – ikki avtakast og sendi hann til útheimin 2020 Tel. 34 18 00 ∙ bokhald@sos.fo Umbiðið kalendarin nú