mánadagur 22. juli 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
HM í svimjing byrjar
í dag, og har eru
tríggir føroyingar við
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Hallur Hansson spældi allan
dystin á sentrala miðvøllinum,
tá ið AC Horsens í gjár vann 3-0
á útivølli í donsku Superliguni.
Hann legði upp til fyrsta málið.
Hetta var annar dysturin í
kappingarárinum. Tann fyrri
varð taptur 3-0 ímóti FC Nord
sjælland. Næsti dystur hjá AC
Horsens verður 27. juli á heima
vølli ímóti FCK.
Jóan Símun Edmundsson
skeyt
bæði
málini,
tá
ið
Arminia Bielefeld í gjár vann 2-1
í venjingardysti ímóti SC Verl
úr fjórðbestu deildini. Sigurs
málið skeyt hann við sannari
langskotsperlu úr 30 metr
um tveir minuttir fyri leiklok.
Arminia Bielefeld spælir sín
fyrsta dyst í nýggja kappingar
árinum 29. juli á heimavølli
ímóti St. Pauli.
Gilli Rólantsson varð inn
skiftur tá ið eitt lítið korter
restaði í, tá ið lið hansara,
Brann, í gjár vann 2-1 á heima
vølli ímóti Stabæk. Brann er í
løtuni nummar fýra í norsku
Eliteserien, sjey stig aftanfyri
oddaliðið, Molde. Næsti dystur
hjá Brann verður 4. august á
útivølli ímóti Ranheim.
Odmar Færø og teir í Ham
Kam taptu í gjár 4-1 á útivølli
ímóti Start í næstbestu norsku
deildini. Odmar varð útskiftur
tá ið 65 minuttir vóru spældir.
Hetta var fjórða tapið upp í
slag hjá HamKam, sum nú er
nummar 12 út av teimum 16
liðunum í deildini. Trý stig eru
niður til niðurflytingarspæl.
HB hevur rímiliga góðar
møguleikar ímóti Linfield í
Europa League. Tað meta vedd
ingarfyritøkurnar.
Sambært
teimum, so er dysturin í Gunda
dali í morgin púrasta javnur.
Sannlíkindini fyri at HB vinnur
eru áleið 38%, og tað eru tey
eisini á norðurírsku gestirnar.
Dysturin byrjar kl.16.45.
Gareth Bale er á veg úr Real
Madrid. Vinstrabeinta stjørnan
í felagnum var ikki við í venj
ingardysti ímóti Bayern Mün
chen leygardagin, og venjarin,
Zinedine Zidane, sigur orsøkina
vera, at Gareth Bale er í holt við
at verða seldur. Tað sigur hann
við tíðindastovuna AFP.
HONDBÓLTUR
Føroysku
U19-genturnar
endaðu nummar fimm í EM-
kapping í Litava. Tað er greitt
eftir at tær í gjár vunnu 30-28
á Norðurmakedonia, har tær
í hálvleikssteðginum vóru á
odda 16-10. Føroysku málskjútt
arnir hendan dystin vóru: Súna
Krossteig Hansen 6, Lív Svein
bjørnsdóttir Poulsen 5, Marita
Mortensen 5, Maria Halsdóttir
Weyhe 4, Eva Barba Arge 4,
Hjørdis Viðstein 2, Ingunn
Kristina Persson 2 og Beinta
Lindberg Hansen 2.
SÚKKLING
Tour de France fer í morgin í
holt við síðstu vikuna av kapp
ingini, og tað er lagt upp til
eitt satt brak, har Julian Ala
philippe (Deceuninck - Quick-
Step) heldur óvæntað hevur
gulu
føraratroyggjuna
ein
minutt og 35 sekund framman
fyri
verandi
vinnaran
og
favorittin,
Geraint
Thomas
(Team INEOS). Tað er sera tætt í
oddanum, og tað eru bara góðir
tveir minuttir frá nummar eitt
til nummar seks í samlaðu
kappingini.
Danski
Jakob
Fuglsang (Astana) er nummar
níggju, fimm minuttir og 27
sekund aftanfyri oddamannin.
Í dag er hvílidagur, og í morgin
verður farið í holt við seinastu
seks teinarnar fram til síðstu
málstrikuna á Champs-Élysées
sunnudagin.
SVIMJING
HM í svimjing er byrjað í
Gwangju í Suðurkorea, og har
eru tríggir føroyskir svimjarar
við. Tey eru Signhild Joensen,
Óli Mortensen og Alvi Hjelm.
Fyrst at leypa í hylin verður
Signhild Joensen, sum í dag
skal svimja 100 metrar rygg
svimjing. Fríggjadagin svimur
hon 200 metrar ryggsvimjing.
Óli Mortensen luttekur í 800
og 1500 metrum frí í morgin og
leygardagin, meðan Alvi Hjelm
luttekur í 200 og 400 metrum
blandað mikudagin og sunnu
dagin.
Føroyingar til HM í svimjing
Myndatekstur: Óli Mortensen