mánadagur 22. juli 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SVIMJING
Sjúrður Hildarson Hoydal
-Vit blivu samd um at vera
ósamd, sigur Petur Mittún,
aðalskrivari í Ítrottarsambandi
Føroyar,
um
fundin,
sum
Ítrottarsambandi hevði við IOC
– altjóða olympiska nevndin – í
desember.
ÍSF hevði greitt frá sínum
sjónarmiði um at Føroyar
skuldu gerast limir í IOC, og
harvið fáa møguliga fyri at eitt
nú luttaka á olympisku leik
unum. Men svarið er rímiliga
greitt: At Føroyar fóru ikki at
fáa limaskap.
Ítrottarsambandið
lat
spurningin um IOC liggja, og
fór síðani víðari við einum
endamálið um at tryggja sær,
at
føroysku
ítrottarfólkini
skuldu fáa sum best burturúr.
At føroyskir íðkarar skulu fáa
møguleikan at kappast á al
tjóða pallum, skiltu umboðini
fyri IOC væl.
Altjóða viðurkenning gevur
menning og úrslit.
- Gongdin er púra greið.
At tær ítrottargreinar í Før
oyum,
sum
hava
fingið
altjóða viðurkenning, vaksa
og fáa betri úrslit, meðan tær
greinar, ið ikki hava altjóða
viðurkenning, hava tað trupult,
sigur Petur Mittún.
Í dag hava átta føroyskar
ítrottargreinar altjóða lima
skap. Tær eru fótbóltur, hond
bóltur, flogbóltur, badminton,
bogaskjóting, borðtennis, judo
og svimjing. Harafturat hevur
Para-ítrottur fullan altjóða – og
olympiskan – limaskap.
Mótsetningarnir
eru allastaðni
- Hvussu kann para-ítrottur
hava olympiskan limaskap,
spyr Petur Mittún og svarar
sjálvur: - Jú, tí at tey vóru við
frá byrjanini, tá ið para-olymp
iska nevndin var sett á stovn.
Samstundis hava Føroyar
rætt til at luttaka í eitt nú EM
í svimjing ella badminton, men
ikki til olympiskar kappingar.
Tað eru hesir mótsetningarnir,
ið ÍSF allatíðina vísir á, í stríð
num at vinna Føroyum fullan
altjóða limaskap.
Til seinastu European Games
hevði
Evropiska
olympiska
nevndin EOC, fingið upp í lag
at leggja EM í millum annað
judo, bogaskjóting, badminton
og borðtennis undir European
Games, sum er ein olympisk
kapping, har Føroyar ikki
sluppu at luttaka.
Hetta vísti ÍSF á, og semja var
eisini funnin fyri, at Føroyar
skuldu sleppa at luttaka undir
føroyskum flaggið í European
Games, og í øllum kappingum
sum EOC skipar fyri – so leingi
at ítrottargreinin hevur al
tjóða limaskap. Tað vil siga at
ítrottargreinar sum til dømis
skjóting og fimleikur sleppa
framvegis ikki luttaka.
Hesir mótsetningarnir eru
allastaðni, vísir aðalskrivarin
á, og greiðir frá hvussu mót
sigandi avgerðirnar hjá altjóða
sambondinum kunnu vera.
- Ja, tit mugu gjarna kappast
til Para-OL, einki problem,
men tit kunnu ikki kappast til
OL. Tit mugu gjarna kappast
til EM, men ikki til European
Games.
- Tit sleppa ikki at marsjera
inn, men tit mugu gjarna vera
her, sigur Petur Mittún nak
að speiskur, og vísir til eina
margháttliga støðu við kapp
ingini, ið Føroyar luttaka í hesa
vikuna.
European Youth
Olympic Festival
Í samráðingunum við IOC og
EOC høvdu Føroyar luttøku í
European Games sum høvuðs
endamál. Men føroyingarnir
nevndu eisini eitt ynski um
at sleppa við til stóru ung
dómskappingina,
European
Youth Olympic Festival, ið
EOC hevur hildið annað hvørt
ár síðani 1991.
Hetta eydnaðist, og í hesi
vikuni
eru
seks
føroyskir
svimjarar og ein judo-íðkari
í Baku í Aserbadjan, har tey
umboða
Føroyar
í
stóru
olympisku
ungdómskapp
ingini.
Føroyskt flagg, føroyskir
búnar, føroyskur
tjóðsangur, men...
Sunnudagin var so setanin
av European Youth Olympic
Festival. Men setanin er sum
vera man, serliga olympisk,
við millum annað olympiska
eldinum. , og Føroyar hava
framvegis
ikki
olympiska
viðurkenning.
Tí skulu teir seks føroysku
íðkararnir marsjera inn saman
við danska hópinum undir
danska flagginum, hóast at
teir eru í føroysku búnunum.
Sjálv
úrslitini
eru
eisini
olympisk úrslit undir EOC,
so um føroysku íðkararnir
vinna heiðursmerki, so verður
veittrað við merkinum, Tú
alfagra land mítt fer at ljóða
og vinnarin er í føroyska
búnanum. Men heiðursmerkini
verða kortini skrásett sum
vunnin fyri Danmark, greiðir
Petur Mittún frá.
Hetta hava tey í ÍSF ikki
verið nøgd við, og ein samd
starvsnevnd hevur tí tikið eina
ítrottarpolitiska støðu um at
føroyingarnir
marsjera
als
ikki við setanina, men sita við
Føroyska flagginum millum
áskoðararnar.
Hetta
er
ein
av
fleiri
støðutakanum, ið neyðugar
eru í hesum stríði, men Petur
Mittún greiðir eisini frá, at
átøkini hjá ÍSF fyrst og fremst
snúgva seg um at vísa seg
fram á jaligan hátt og geva
Føroyskum íðkarum møguleika
at kappast á altjóða pallinum
Hetta skal mýkjast
Hetta er ein longri tilgongd,
og har eru sjálvandi framvegis
lutir, ið ikki eru í lagið, sigur
Petur Mittún. Tí biður ÍSF
eisini um enn ein fund við IOC
í heyst, har føroysku sjónar
miðini enn einaferð verða førd
fram.
Føroyar vóru fyrstu ferð
við til European Games í 2015,
tí at ungdóms-em í svimjing
var lagt undir hesa stevnu.
Tá sluppu føroyingarnir ikki
at luttaka undir føroyskum
flaggið, men brúktu í staðin
flaggið hjá LEN – evropiska
svimjisambandinum.
Fýra
ár seinni eru føroyingarnir
Seks íðkarar umboða Føroyar á European Youth Olympic Festival hesa vikuna. Umframt
at vera góð avbjóðing úr einum ítrottarligum sjónarmiði, er føroyska luttøkan enn eitt
stig á leiðini ímóti fullari føroyskari luttøku í altjóða ítrotti. Sosialurin hevur prátað
við Petur Mittún, aðalskrivara í Ítrottarsambandi Føroya um hesar kappingar
ENN EITT
STIG ÍMÓTI
OLYMPISKU
LEIKUNUM