Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SVIMJING so undir føroyskum flaggið í sjálvum kappingunum, so har er framgongd. -Hetta er sum við øllum politikki. Hetta skal mýkjast, sigur Petur Mittún, og heldur fram: - Um vit um fýra ár eru komin allan vegin, so hevði tað verið fantastiskt. Tað snýr seg um at blíva við Føroyar hava fyrr brotið fram við at fáa altjóða viðurkenning í ítrotti. Men tað snýr seg um at halda fram við støðugum arbeiði, greiðir Petur Mittún frá. Eftir stór frambrot er so einki hent í eina tíð , og so kennist tað onkuntíð sum at byrja frá null, tá ið arbeiðið verður tikið upp aftur. (Gevur hetta betri meining?) Nú roynir ÍSF at halda fast við at arbeiðinum. – At blíva við at trýsta, tekur aðalskrivarin til. Eitt nú hevur ÍSF fingið eina avtalu við altjóða ráð­gev­ingar­ fyritøku, sum saman við ÍSF samskipar IOC verkætlanina.. Eitt av arbeiðinum í hesum sambandi er at seta sjóneykuna á allar jaligu lutinar við før­ oyskum ítrótti. - Hvørja ferð vit fáa góð ella jalig úrslit, so vísa vit á tað, soleiðis at altjóða ítrottar­ heimurin er varugur við hvørji vit eru, hvat vit gera, okkara góðu úrslit og góðu umstøður, sigur aðalskrivarin í ÍSF. Games of the Small States of Europe Umframt stríðið, at vinna luttøku á EYOF og European Games, arbeiðir ÍSF við at fáa lima­skap í leikunum, ið kallast Games of the Small States of Europe. Hesir leikir eru fyri evropiskar tjóðir, ið hava færri enn eina millión íbúgvar. Átta tær somu tjóðirnar hava luttikið síðani 1985, í 2009 slapp Montenegro við, og nú vóna føroyingar eisini at sleppa upp í part. Treytin er, at tær níggju tjóðirnar játta fyri tí. At sloppið við her, hevði verið spennandi av fleiri orsøk­ um, greiðir Petur Mittún frá. - Vit hava oyggjaleikir, sum eru – og hava verið – sera góðir fyri føroyskan ítrott, sigur aðalskrivarin, áðrenn hann greiðir frá, at onkustaðni hava Føroyar yvirhálað støðið á oyggjaleikum. Men tað næsta stigið, sum er EM og HM er rættiliga høgt í mun til oyggjaleikirnar, og hesir smá­ tjóða­leikirnir detta væl og natúrliga inn í millum fyri før­ oysku íðkararnir. Harafturat hevði tað verið sera gott at sloppið upp í part fyri fleiri ítrottargreinar. Á oyggjaleikum eru ítrottar­ greinar sum judo, fimleikur, flogbóltur og bogaskjóting bert við viðhvørt. Á GSSE eru hesar greinar altið við, so tað hevði givið ein kontinuitet við altjóða kappingum fyri slíkar greinar. Afturat tí, so hava greinar sum til dømis frælsur ítrottur, skjóting, og fimleikur ikki altjóða viðurkenning, so har ber ikki til at luttaka í HM ella EM. Við hesum leikum høvdu hesar greinarnar fingið ein altjóða pall, greiðir Petur Mittún frá. Hava áhuga úr altjóða samfelagnum Í samband við alt hetta arbeiðið hava fleiri útlendskir fjølmiðlar vitja í Føroyum, har teir hava fingið innlit í føroyskan ítrótt og arbeiðið fyri føroyskari olymp­iskari viðurkenning. Har vóru millum annað tíðinda­fólk frá BBC og nakrir japansk­ir fjølmiðlar, ið serliga høvdu áhuga í OL í Tokyo í 2020. Eisini vóru fjølmiðlar, ið ser­liga fáast við OL og IOC og vitjaðu. Tey vóru í Føroyum, hugdu eftir umstøðunum og prátaðu við føroysk ítrottarfólk, og tað riggaði væl til tess at vísa før­ oyskan ítrott fram. - Allar søgurnar vóru sera jaligar, sigur Petur Mittún, og greiðir eisini frá, at so at siga øll sum práta við føroysku um­boðini stuðla onkursvegna føroyska ynskinum um altjóða lima­skap. Og føroyska ynski fyllir eisini nógv í IOC, fekk ein av vitjandi fjølmiðlinum at kenna. Around the Rings verður mettur sum fremsti miðil, tá ið tað snýr seg um OL. Tey sendu ein garvaðan tíðindamann til Føroya, ið er vanur at senda fyrispurningar til IOC. Petur Mittún minnist at hesin tíðindamaður greiddi frá, at vanliga tekur tað minst eina viku at fáa svar frá IOC; men tá ið hann spurdi um Føroyar, kom svar upp á fáar tímar. - Vit hava rørt við nøkur ting, sigur Petur Mittún av­ gjørdur. Framvegis ein teinur eftir á mál Hóast frambrotini við at sleppa at luttaka í European Games og European Youth Olympic Festi­ val, er framvegis nakað eftir á mál hjá ÍSF. Tað sum er eftir nú, er at fleiri ítrottargreinar skulu fáa altjóða limaskap, og hetta er trupult hjá eitt nú frælsum ítrotti. Í frælsum ítrotti er ein treyt fyri at fáa altjóða lima­ skap, at tú frammanundan skal vera partur av IOC, sigur Petur Mittún. Fullan stuðul frá fleiri londum Tað er eisini trupult at greiða altjóða samfelagnum frá føroysku støðuni. - Tey, ið eru longri burturi skilja ikki, at føroyski og danski ítrottar­ heimurin eru full­kom­liga hvør sín, sigur Petur Mittún. Men í grannalondunum er góður stuðul. – Vit hava fullan stuðul frá bæði danska ítrottar­ sambandinum og donsku stjórnini, sigur aðalskrivarin, og leggur afturat at eisini úr Norra, Svøríki og Íslandi hevur ÍSF fingið fullan stuðul. Uttanfyri Norðurlond kenn­ ir Petur Mittún eisini stuðul, og greiðir frá: - Um vit hitta onkran, ið einki kennir til málið, og vit so greiða frá, so skilja tey ikki, at vit ikki eru limir. Tað er ein spurningur um NÆR - ikki UM vit fáa limaskap -Tað er ótrúliga ringt at siga hvussu langt vit eru frá at sleppa til OL, sigur Petur Mit­ tún. – Vit kenna at vit hava fingið ein fót inn um hurðina – tað at vit eru í Baku nú, ger at vit hava fingið hann eitt sindur longur innum. -Vit siga altíð at tað er ikki ein spurningur um vit fáa, men heldur nær vit fáa fullan limaskap. Tað kann taka tvey, fýra ella tíggju ár. - vit mugu bara vera har tá ið møguleikin er har, sigur Petur Mittún og hugleiðir um hvussu Fótbóltssambandið fekk altjóða limaskap. Ar­ beiðið hevði verið í gongd síðani sjeytiárini, men sein­ ast í áttatiárinum loysti alt seg brádliga. Har eru nógv­ ar gitingar um júst hvat eydnaðist, men tað, ið er um­ ráðandi er, at vera til reiðar, sigur aðalskrivarin. - Tað er umráðandi at vera á røttum stað í røttu tíðini. Tí mugu vit vera í gongd alla­ tíðina og luttaka í øllum fund­ um og tiltøkum, staðfestir Petur Mittún. Føroysku íðkararnir vóru millum áskoðararnir til setanina Orðalisti: ÍSF – Ítrottarsamband Føroya ÍSF verður rikið av eini starvsnevnd við fimm limum, har Elin Heðinsdóttir Joensen, er forseti. Harumframt eru sett eitt skrivstovufólk, eina ítrottarráðgevi og ein aðalskrivari. Sosialurin hevur prátað við Petur Mittún, aðalskrivara. IOC – International Olympic Commitee Altjóða olympiska nevndin, ið Føroyar ynskja limaskap í. EOC – European Olympic Comitee Evropiska olympiska nevndin, ið partvíst viðurkennir Føroyar. European Games Nýggj stór olympisk kapping, ið EOC skipar fyri fjórða hvørt ár. Føroyar sleppa at luttaka í teimum greinum, ið hava altjóða viðurkenning – Fleiri EM verða hildin í samband við hesar leikir, og á fyrstu leikunum í 2015 luttóku ungir føroyskir svimjarar til Junior- EM undir neutralum flaggið. Eingin føroyingur hevur fingið pláss í kappingini í 2019. EYOF - European Youth Olympic Festival Stór ungdómskapping, ið hevur verið hildin annað hvørt ár síðani 1991. Føroyingar luttaka á fyrsta sinni í hesi vikuni. Elisabeth Erlendsdóttir, Kristina í Skála, Rebekka Trygvadóttir, Ronja Ró í Dímun og Bartal Erlingsson Eidesgaard luttaka í svimjing. Bjarni Kyrri Ólavsson luttekur í judo. GSSE – Games of Small States of Europe Leikir fyri evropiskar tjóðir við færri enn einari millión íbúgvum. Níggju limalond eru: Ísland, Andorra, Kýpros, Luksemburg, Liektenstein, Malta, Monaco, Montenegro og San Marino. Tey verandi limalondini avgera umsóknina hjá Føroyum um limaskap.