mánadagur 22. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað er at kalla púra kvirt í
B36-húsinum. Stóri pinnur er
ikki komin runt tíggjar ferðir,
tá vónin um víðari luttøku í
Evropa er sløkt. Gestirnir úr
Belfast, sum vunnu fyrra dyst
in 2-0, koma á odda við óblein
leiðis frísparki úr bara fimm
metrum.
Andrias H. Eriksen er óans
in og kemur undir trýst, tá
hann skal trilla bóltin aftur
til Hans Jørgensen í málinum.
Afturleggingin liggur illa og
hevur kós móti málinum. Hans
Jørgensen tveitur seg niður og
má brúka hondina. Tað gevur
eitt óbeinleiðis fríspark, sum
Jordan Forsythe smekkar í net
takið.
1-0 til gestirnar og nú skal
B36 fram at skjóta fýra mál!
- Hetta er ein katastrofa, ella
tað er hvørt fall ikki gott nokk.
Eg haldi at vit gera eina roynd
í dag. Til tíðir riggar tað, men
tá tú gevur teimum eina slíka
gávu tíðliga í dystinum verður
torført, sigur Jákup á Borg,
venjari hjá B36.
Fleiri broytingar
Heimaliðið
er
uttan
Alex
Mellemgaard, Benjamin Heine
sen og Michal Przybylski, sum
byrjaðu í Norðurírlandi, og
Brian Jakobsen, sum kom inn
í tí dystinum. Inn koma Bjarni
Petersen, Stefan Radosavljevic
og Hugin Samuelsen.
Stefan Radosavljevic spælir
sín fyrsta dyst fyri B36 frá
byrjan, Bjarni Petersen kemur
inn í miðverjuna, meðan Erling
Dávidsson verður fluttur út á
vinstra bakk. Hugin Samuelsen
byrjar á vinstra vongi, har
Jákup á Borg, venjari hjá B36,
hevur eina ætlan um at hann
skal vinna luftdystirnar, tá B36
spælir upp.
Fyrsta málið hjá Crusaders
FC tykist skelka B36. Spælir
gongur seint og er uttan hug
flog. Hugin Samuelsen hevur
tað trupult á vinstra vongi,
meðan Lukasz Cieslewicz hev
ur torført við at hótta verjuna
hjá gestunum.
Tá 28 minuttir eru farnir
kemur mønustingurin. Paul
Heatly rekur í vinstru síðu og
roynir seg við skoti. Bólturin
fer millum beinini á einum
verjuspælara og endar júst
røttu megin stongina.
Í yvir ein hálvan tíma er B36
við undirlutan og kemur ikki
til meiri enn tí einu royndina
á mál.
B36 vaknar
Í leypi av fyrra hálvleiki broytir
B36 ætlan. At byrja við ætlar
B36 at spegla spælistílin hjá
Crusaders og spæla beinleiðis
og kropsliga fótbólt. Tá riggar
betri, tá Magnus H. Jacobsen,
Stefan Radosavljevic og Lukasz
Cieslewicz fáa fatur á bóltinum.
-Vit ætlaðu at byrja við at
spæla ein sindur kropsligt og
spæla við longum bóltum fram
til Hugin. Tað riggaði ikki, men
so sóu vit, at tá Stefan, Lukasz
og Magnus fóru at spæla bólt,
runnu hinir aftaná.
Tað riggaði væl, sigur
Jákup á Borg og leggur
afturat:
-Vit
spæla
væl
í
pørtum
av
fyrra
hálvleiki, men koma til
ov fáar kjansir. Í seinna
hálvleiki koma vit til størri
kjansir. Vit skora ikki upp á
teir, meðan hinir eru kyniskir
og skora, sigur Jákup á Borg.
Eisini skifta Árni Frederiks
berg og Hugin Samuelsen síðu.
Við sínum vinstra beini sleppur
Árni til fleiri innlegg í vinstru.
Tað gevur avkast stutt seinni.
Tíggu minuttir fyri hálvleik
leggur hann innfyri, eftir skjótt
og væl spælt álop. Málverjin
kemur út og fær hondina á,
men bólturin endar við at raka
Hugin Samuelsen, ið minkar
um munin.
Seinni hálvleikur er seks
minuttir gamal, tá Stefan Rado
savljevic verður spældur leysur
í vinstru. Komin á baklinjuna
hyggur hann upp og spælir
Lukasz Cieslewicz, ið javnar
til 2-2. Nú manglar B36 trý mál
fyri at koma víðari.
-Um vit fingu eitt mál
afturat, so hevði verið áhuga
vert at sæð reaktiónina hjá
teimum. Eg visti væl, at tað
fór at verða torført, men tað
var stuttligt at vit fingu stuðul
frá áskoðarunum og eina løtu
kemur ferð á spælið og vit
spæla við yvirskoti og sjálvs
álitið. Júst soleiðis, sum eg vil
hava tað, sigur Jákup á Borg.
Crusaders
punkterar
góða lagið
Tað
stendur
við
í
eitt
stórt
korter.
B36
hevur
bóltin og hóttir
norðurírska málið,
sum
er
nærmast
B36-húsinum í seinna
hálvleiki. Í fleiri førum er
Lukasz Cieslewicz á bóltinum
frammfyri B36-húsinum og tað
dámar áskoðarunum.
Men við eitt er alt við tað
sama. Paul Heatly, vinstri vong
urin hjá Crusaders FC, stingur
av, meðan meginparturin av
liðnum hjá B36 hevur verið
í álopi. Hann blívur leysur
og skorar til 3-2, sum eisini
verður
úrslitið.
Innskiftu
Michal Przybylski og Hannes
Agnarsson fáa eisin lív í dystin
seinastu løtuna og skapa ein
gyltan møguleikan, men skotið
fer uppum.
-Tað var so jaligt og festiligt í
f jør.
Hetta
er
ikki
tilsvarandi
skuffandi, men tað
er líka við. Eitt er at vit ikki
koma víðari og sleppa at spæla
handan
stuttliga
dystin
í
Onglandi, men vit tosaðu eisini
í hálvleikinum um at bidraga
til føroyskan fótbólt í Evropa,
sigur Jákup á Borg.
Tað verður nú Crusaders,
sum skal møta enska felagnum
Wolverhampton, sum á fyrsta
sinni luttekur í Evropa.
B36 fær 1,8 milliónir krónur
fyri luttøkuna í Evropa í ár.
Góða summarið í fjør gav áleið
seks milliónir krónur.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Europa League:
JÁKUP Á BORG UM DYSTIN:
-Tað er tíðliga, at vit mugu tuna okkum inn til at
vit ikki koma víðari, men vit vilja gjarna hava eitt
stig ella ein sigur í hesum dystinum. Eg føli ikki, at
teir eru so góðir at vit ikki kunnu stjæla ein sigur.
Teir eru kropsliga sterkir, men tá vit fóru at spæla
bólt høvdu teir trupult við at fylgja við okkum.
Ein brølari longu aftaná tveir minuttir sendi B36 í gólvið. Heldur
ikki eydnaðist at vinna føroyskum fótbólti eitt stig, eftir at hava
skorað tvær ferðir – og tað er venjarin hjá B36 keddur um
BRØLARI KOSTAÐI
DÝRT – B36 ER ÚTI