Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sunderland hevur í mong ár verið eitt stórt og væl rikið fótbóltsfelag við góðum grund­ar­lagi og stórum fjeppara­skarða í norðeystara parti av Onglandi, men kapp­ ingar­árið 2016-17 var byrjanin upp á eina afturgongd, sum sið­vanda felagið stríðist við enn tann dag í dag. Kappingarárið 2017-18 skuldi vend koma í og kósin setast aftur ímóti Premier League, men tað kundi valla ging­ið verri, og annað árið upp í slag flutti Sunderland niður - hesaferð heilt niður í trið­bestu deildina. Júst hetta kappingarárið fylgdi eitt sjónvarpslið lið­ num tætt. Komið verður heilt tætt at leikarunum í skifti­ rúminum, leiðsluni á kontóri­ num og fjepparunum úti á gøtuni - stutt sagt verður liðið og felagið fylgt í hvønn krók. Sálin í felagnum og stóru krøvini frá trúð­føstu fjepparunum úr arbeiðara­ klassa­num í Sunder­land koma til sjóndar í hesari dokumentar­røðini, sum eisini er hug­takandi í og við at felagið rennur seg inn í eina so stóra mótgongd, og at hyggjarin tí verður drigin við í frustratiónir og ósemjur, men eisini nýggjar ætlanir og royndir at venda gongdini. Røðin fylgir við Sunder­ land frá byrjan til enda, nær­ um dyst fyri dyst, og tað eru veruligu aktørarnir - leikarar, venjarar, leiðsla og fjepparar - sum greiða frá í hesari væl framleiddu røðini, ið hevur spenning frá byrjan til enda, men sanniliga eisini nógv áhugaverd sjónarhorn og nógvar áhugaverdar røddir. HYGG UM: Tú ert áhugaður í fótbólti, og serliga tí sum fyrigongur handan leiktjøldini. IKKI HYGG UM: Tú ert meira til tað sum fyrigongur á vøllinum. HVUSSU ER AT HYGGJA: Spennandi. Tú endar við á ferðini. HVAT SIGUR TÚ? Ein góður brellbiti nú enski fótbólturin skjótt byrjar aftur! FAKTA: Røðin er í átta pørtum, og hon sæst eitt nú á Netflix. Dokumentarurin: Sunderland 'Til I Die - Alex Morgan, landsliðsleikari hjá USA í fótbólti, um lið teirra til HM hjá kvinnum - Tormóður P. Djurhuus, TB-leikari, á instagram "Eingin segði tað skuldi vera lætt at vinna ímóti KÍ á jóansøku, men tað var tað." "Vit hava allar okkara egnu søgu, og vit hava slóðað eina leið fyri at koma higar. Nú skulu allar leiðirnar flættast saman fyri at skapa eina nýggja leið - saman." Vikan ið fór Tað er lutakast í Challenge Cup í hondbólti, og har gerst greitt at føroyameistararnir úr H71 skulu spæla ímóti RK Maribor úr Slovenia. Við 0-0-javnleiki heima í Føroyum ímóti FK Riteriai úr Litava spælir KÍ seg til 2. umfar í Europa League. Hetta er fyrstuferð í søgu felagsins at KÍ røkkur so langt. HB spælir 2-2 ímóti finska HJK Helsinki og við samlaðum 5-2-tapi rúka teir úr Champions League. Teir skulu nú spæla Europa League ístaðin. B36 tapir heima í Gundadali 3-2 ímóti norðurírska Crusaders og er við samlaðum 5-2 tapið úti úr Europa League. Føroyska U19- kvinnulandsliðið í hondbólti gerst nummar fimm í EM-kapping í Litava eftir 30-28-sigur á Norðurmakedonia í síðsta dystinum. Jóan Símun Edmundsson skjýtur bæði málini í 2-1-sigri hjá Arminia Bielefeld ímóti SC Verl úr fjóðrbestu týsku deildini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jákup B. Andreasen Aldur: 21 Yrki: Fótbóltsspælari (KÍ) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Sveis 2. Nummar trý 3. 2014 4. Tour de France 5. Sverri Sandberg Nielsen 6. Zoran Pavlovic 7. Elias E. á Skipagøtu 8. Bjarni Petersen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Úr hvørjum landi er FC Luzern, sum KÍ skal spæla ímóti í Europa League? 2 Hvat nummar endaðu Føroyar á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum á oyggjaleikunum í ár? 3 Hvat ár kom Víkingur í triðja umfar í Europa League við sigri á eitt nú norska Tromsø? 4 Hvussu eitur stóra Grand Tour-súkklukappingin, sum er í gongd í løtuni? 5 Hvussu eitur føroyski rógvarin, ið nýliga hevur vunnið tvær World Cup-kappingar? 6 Hvussu eitur serbiski venjarin hjá TB í Betrideildini hjá monnum? 7 Hvør bleiv føroyskur toppskjútti hjá U17- hondbóltsdreingjunum í European Open herfyri? 8 Hvussu eitur B36-leikarin á myndini? Hví metir tú at KÍ stendur seg so væl í Evropa? - Vit hava ein sterkan hóp, og hava eftir hondini royndir í evropeiskum høpi. Og so hava vit eitt venjaratoymi, sum er væl fyrireikað og fær okkum allar at arbeiða sum ein eind. Hvat er serliga umráðandi í evropeiskum dystum? - At vera væl fyrireikaður. Vera disciplineraður og verja væl, og samstundis vera ágangandi í álopspartinum tá møguleikin er har. Evropeiskir dystir eru ofta taktiskir, og tá er tað viktigt at ikki gera feilir. Fyrireika tit tykkum til Europa League-dystir eins og tit gera til einhvønn dyst í landskappingini? - Ja, tað gera vit. Vit royna altíð at fyrireika okkum væl til hvønn dyst, og tað er líkamikið mótstøðuna. Hvussu eru vónirnar ímóti FC Luzern? - Vónirnar eru altíð góðar og vit trúgva altíð uppá at vit hava ein møguleika. Hendan uppgávan verður sera trupul og avbjóðandi, men um vit fáa eitt gott úrslit har niðri og klára at halda dystin livandi, so kann alt henda í seinna dystinum tá teir koma til Føroya. Væntar tú manglandi summarsteðgurin er ein fyrimunur ella vansi fyri landskappingina? - Tað er ringt at siga. Tað er blivin ein náttúrligur partur av kappingarárinum, og tað eru allir fyrireikaðir uppá, so eg haldi ikki tað er nakar vansi í tí. OYGGJALEIKIR