mánadagur 22. juli 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tað er hugtungt at síggja føroysk
lið gera grov mistøk á evropesiska
pallinum. Bæði HB og B36 hava
verið í gávuhýri í summar og givið
mál vekk. NSÍ tykist ikki hava tikið
av møguleikanum móti Ballymena
United úr Norðurírlandi. Ballymena
bleiv so húðflogt av Malmø í
umfarinum eftir, at ein situr við
kensluni, at NSÍ skuldi havt gjørt tað
betri.
KÍ er í løtuni flaggskipið fyri
føroysk lið í Evropa, eftir at hava
vunnið á bæði Tre Fiori og FK
Riteriai. Sermerkt fyri KÍ er, at
liðið ikki er somu mistøkini. Tað vil
altíð verða eitt kjak um spælistíl og
inngangsvinkul til fótbólt – millum
annað nógvu útlendingarnar – men í
løtuni tykist KÍ okkara sterkasta vón
í Evropa.
Í fjør var tað B36, sum var
flaggskipið, so tað skiftir millum
feløgini. Tíverri eru vit nú komin í
ta støðu, at vit missa fjórða Evropa-
plássið frá 2021. Tað kemur at
hava stóra ávirkan á føroyskan
toppfótbólt. Orsøkin er, at føroyskur
fótbóltur er yvirhálaður av Gibraltar
og Kosovo.
Tað hevur seinni árini verið ein
fragd, at síggja føroysku liðini
taka Evropa-fótbóltin í álvara.
Tað hevur eisini gjørt, at vit enn
eru kappingarfør um hetta fjórða
plássið, sum vit fáa orsaka av góðu
úrslitunum í Evropa.
Men vit mugu eisini ásanna at
føroyskur fótbóltur er komin til eitt
vegamót. Vit verða yvirhálaði av
øðrum tjóðum. Vit plagdu at verða
besta av pinkutjóðunum, men í løtuni
tykjast vit ikki menna okkum eins
skjótt sum avbjóðarnir – eitt nú av
Gibraltar.
Vit síggja føroysk lið gera mistøk,
sum ikki hoyra heima í Evropa. Hetta
er als ikki fyri at lasta einstøku
persónarnar, men um vit í felag
skulu gera betri spælarar, so er eisini
neyðugt at venjingin, menningin
og ikki minst dystirnir í føroysku
kappingini eru kappingarførir. Men
tað letur upp fyri einum heilt øðrum
kjaki – tí vit hava eisini eina avbjóðing
í breiddini.
Jú, tað er nógv at hugsa um í
føroyskum fótbólti í løtuni!
sjurdur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Sambært grein á heimasíðuni
hjá UEFA, so ber nú til at rokna
út hvussu nógvar pengar tey før
oysku feløgini fáa frá evropesisku
fótbóltssamgonguni,
fyri
lut
tøkuna í Evropa í summar.
HB og KÍ standa til at fáa nógv
flest pengar, umframt at tey kunnu
leggja afturat skuldu tey komið
víðari enn eitt umfar. HB fær áleið
seks milliónir krónur fyri at blíva
meistari, og síðani spæla í 2. umfari
í Europa League. HB spælir móti
Linfield í 2. umfari í Europa League
og kann við samlaðum sigri vinna
sær tvær milliónir krónur afturat.
KÍ hevur vunnið seg víðari úr
undanumfarinum til 2. umfar í
Europa League. Tað gevur saman
lagt 5,4 milliónir krónur sambært
tølunum hjá UEFA. KÍ spælir móti
FC Luzern úr Sveis í 2. umfari í
Europa League. Kemur KÍ víðari
bíða eisini tvær milliónir krónur
eisini í vinningi.
B36 fekk væl av pengum í fjør,
tá liðið vann seg víðari til 2. umfar
í Europa League. Hesa ferð gekk
minni væl og liðið fær “bara” pengar
fyri 1. umfar í Europa League. Tað
gevur 1,8 milliónir krónur. NSÍ fær
1,6 milliónir krónur, fyri at spæla
í undanumfarinum til Europa
League. Her tapti NSÍ fyri Bally
mena United úr Norðurírlandi.
Higartil eru komnar áleið 15
milliónir krónur fyri luttøku í
UEFA-kappingum í 2019.
HB í viðgongd undan Linfield
HB skal í morgin klokkan 16.45
spæla
móti
meistarunum
úr
Norðuríslandi, Linfield FC. Úr
leguni hjá HB verður sagt, at allir
mans uttan Andreas Breimyr eru
tøkir. Norski miðvallarin er lang
tíðarskaddur.
Bartal Wardum, Adrian Justinus
sen, Ari M. Olsen og René Shaki
Joensen sótu allir uttanfyri í seinna
dystinum móti HJK Helsinki. Nú
ljóðar, at allir kunnu spæla. Bartal
Wardum er í kapping við Hørð
Askham um eitt pláss í miðverjuni,
meðan Adrian Justinussen og
Ari M. Olsen helst avloysa Pætur
Petersen og Sebastian Pingel. Líkt
kundi eisini verið til, at Brynjar
Hlöðversson byrjar á miðjuni fyri
Daniel Johnsen. Íslendski miðvall
arin er kropsliga sterkur og tað
passar helst væl til norðurírsku
mótstøðuna.
Júst fyri prentstart er greitt,
at kemur HB víðari til 3. umfar í
Europa League, so skal havnar
menn møta antin Sutjeska úr
Montenegro ella APOEL av Kýpros.
trondur@sosialurin.fo
15 MILLIÓNIR FRÁ
UEFA: HB OG KÍ FÁA
FLESTAR PENGAR
Føroyskur fótbóltur
er yvirhálaður
HB fær áleið seks milliónir krónur, meðan KÍ fær 5,4
milliónir krónur. Bæði kunnu vinna sær enn fleiri pengar,
um tey koma víðari til 3. umfar í Europa League