Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 8. desember 2004 17 At velja sær tónleik sum vinnuveg er eitt djarvt val, og tú mást av álvara brenna fyri tí, heldur Jógvan Páll Lassen, sum hevur fylgt við á síðulinjuni, meðan sonurin hevur vunnið fram í ameri- kanska tónleika- ídnaðinum TÓNLEIKAVINNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Advokaturin Jógvan Páll Lassen hevur í nógv ár havt serligan áhuga fyri før- oyska og altjóða tónleika- heiminum. Tað er ikki tí, at hann sjálvur hevur verið úti og spælt ella hevur havt ambi- tiónir um tað, men heldur tí, at sonur hansara, Teitur, hevur stílað høgt innan tón- leikin og er komin langan veg eftir stuttari tíð. – Tað er sera umráðandi, at tí brennir fyri tónleikin- um, tí tú skalt eisini kunna klára teg við smáum kor- um, um tú vilt stíla eftir nøkrum stórum, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann hevur verið ein vakin eygleiðari á síðulinj- uni, meðan Teitur hevur roynt seg úti í heimi, og hann heldur, at Teitur hevur havt nakrar eginleikar, sum skulu til. – Hann er sera miðvísur, hann hevur trúð uppá tað, og hann hevur strítt seg fram. Hann hevur eisini latið seg noyða við smá kor fyri at gera tað, sum hann helst vildi. Vinna ella ítriv Jógvan Páll Lassen heldur, at tað kann vera trupult at fáa eygað á eina føroyska tónleikavinnu, tí tað eru so fá fólk, sum veruliga liva av tónleikinum. Hjá teimum flestu verður tað eitt bland millum ítriv og arbeiði at fáast við tónleik. – Tað er áhugavert at lurta eftir sendingini Tóna- sláttur í Útvarpinum og hoyra, hvussu tað gekk fyri seg fyrr í tíðini. Teir gomlu tónleikararnir høvdu tón- leik sum sítt ítriv, men tað var eisini eitt slag av vinnu, tí landið er so lítið, heldur Jógvan Páll. – Í løtuni eru tað nakrir tónleikarar, sum liva av tónleikinum, men tað er eisini trupult, tí landið er so lítið. Tað kann bæði verða ein fyrimunur og ein vansi við einum so lítlum landi. Hvat skal tað almenna gera? Tað verður ofta tosað um, at tað almenna skal ganga undan í royndina at fáa eina føroyska tónleikavinnu upp at standa, men er tað ein gongd leið? – Tað almenna kann skapa karmar generelt. Eg hugsi um tónleikafrálæru, spælistað og líknandi, men tað lamenna kann til dømis ikki fara at reka eitt plátu- felag. Tað mugu fólkini í bransjuni sjálv gera, tí tað eru tey, sum hava best skil fyri tí, heldur Jógvan Páll Lassen. Hann heldur, at Musikk- skúlin er væl fyri og ger góðan mun í føroyskum tónleiki. – Hinvegin haldi eg, at tað manglar eitt spælistað í høvuðsstaðnum. Eitt stað, har tónleikarar púra frítt kunnu koma at spæla, og har fólk – tað nýtast ikki at vera so nógv – kunnu koma at lurta. Slík støð finnast í øllum øðrum londum, og tað hevði verið gott fyri føroyskan tónleik at fingið eitt slíkt stað. – Tað er her, at tað al- menna kann vera við og skapa nakrar karmar, tað almenna skal ikki reka nakra tónleikavinnu sjálv. Setti øl á hillar fyri at kunna spæla tónleik Føroyskir tónleikarar hava sum øll onnur eisini møgu- leikan at fara av landinum at royna seg. Tað eru fleiri, sum hava gjørt tað, og tað eru eisini fleiri, sum eru komin væl fyri. Óli Poulsen og Kári Ja- cobsen framleiða tónleik í Danmark, Eivør Pálsdóttir hevur eina veruliga yrkis- leið í Íslandi fyrst og fremst, og so er tað Teitur Lassen, sum slapp upp í part over there. – Teitur hevur verið sera fokuseraður, og hann hevur brent fyri tí, sum hann hevur gjørt. Tað ræður eis- ini um at trúgva upp á kjansin, hóast tað tekur tíð at koma fram. Teitur hevur gjørt nógv fyri at sleppa at spæla tónleik. Ta einu tíð- ina setti hann øl og soda- vatn upp á hillar á eini café í Nyhavn um morgnarnar fyri at kunna spæla tónleik restina av degnum, greiðir Jógvan Páll Lassen frá. Hví heldur tú, at Teitur hevur klárað at fingið plátusáttmála, tá ið tað eru so nógvir tónleikarar, sum royna seg? – Eg haldi, at hann hevur verið sera heppin við teim- um fólkunum, sum hann hevur valt at samstarva við. Hann hevur ein góðan manager, og eisini fólkini, sum hann hevur arbeitt saman við um tónleikin hjá sær, hava verið dugnalig og jarðbundin. – Og so hevur eisini góð evni til tónleikin – bæði at skriva sangir og at spæla. Lívið er eitt val Meðan Teitur Lassen valdi tónleikin fram um alt ann- að, hevur dóttir Jógvan Páll valt sum pápin – hon er advokatur. Er tað lættari at vera pápi til ein advokat enn ein tón- leikara? – Nei, tað er í prinsipp- inum eingin munur á at vera pápi til ein advokat og ein tónleikara. Bæði skulu út at finna sær ein vinnu- veg, og tað kann eisini verða ein stór avbjóðing at skula byrja sum advokatur í Århus. – Tónleikur er helst eitt meira ótrygt val, men tón- leikur kann eisini vera eitt arbeiði sum alt annað. Kanska er tað meira fokus á eitt slíkt arbeiði, men strangt tikið, so er tað eisini eitt arbeiði at vera tónleik- ari. Tað ræður um at ansa sær Tað verður ofta sagt um al- tjóða tónleikavinnuna, at hon er hørð, og at tað er skjótt at koma illa fyri, um tú ikki ansar tær í sáttmál- um og avtalum við plátu- feløg, bookingfeløg og onnur. – Tað er skjótt at verða vónbrotin í tónleikavinn- uni, og mann skal ansa sær væl. Regulsettið er nakað serligt, og tá eru lutvíst fá fólk, sum kenna vinnuna til fulnar. Eg hevði sum advo- katur ikki tora at nortið hesa vinnuna, tí hon bæði øðrvísi og fløkt, og eg havi ikki fult innlit í hana. Í Danmark eru tað bara einir tveir advokatar, sum veru- liga kenna tónleikavinnuna, sigur Jógvan Páll Lassen. – Tí er tað so umráðandi fyri ein tónleikara, at hann møtir teimum røttu fólkun- um, og fær rætta ráðgeving frá teimum. Tað er ikki hetta, sum kemur at føra ein tónleikara fram, men tað er sum at koyra bil við trygd- arbelti. Jógvan Páll Lassen held- ur, at ein tónleikari kann ongantíð klára at umsita øll síni viðurskifti, um hann veruliga ætlar sær nakað. – Í Føroyum gera tónleik- arar ofta alt, men úti í heimi gera fólk bara tað, sum tey eru góð til. Her eru vit bara so evarska lítil, og vit hava ikki neyðugu ekspertisuna á øllum økjum, heldur hann. Pengar og tónleikur Í Føroyum finnast tað nøk- ur plátufeløg, sum eru íðin at geva tónleik út í Føroy- um. Hesi plátufeløg eru tó sera smá, tá ið tað ræður um altjóða tónleikavinnu, og tað er vónleyst hjá teim- um at fara uttanlands við føroyskum tónleiki, so tað veruliga kann gera mun. – Tað ber ikki til at bíða eftir einum almennum plátufelag ella at onkur peningastovnur ornar fyri, tí tað er í grundini vónleyst hjá einum peningastovni at sasta sjálvur í eini tón- leikavinnu. Tað mugu vera fólk í bransjuni, sum mugu taka stigið, tí eingin ger tað fyri tey. – Vit eru sera smá, tað mugu vit viðganga, og so leingi, sum vit ikki hava nakað veruligt plátufelag í Føroyum, so skulu vit stuðla grasrøturnar, heldur Jógvan Páll Lassen. – Tú mást brenna fyri tónleikinum – Tað ræður um at trúgva upp á kjansin, hóast tað tekur tíð at koma fram. Teitur hevur gjørt nógv fyri at sleppa at spæla tónleik. Ta einu tíðina setti hann øl og sodavatn upp á hillar á eini café í Nyhavn um morgnarnar fyri at kunna spæla tónleik restina av degnum, sigur Jógvan Páll Lassen, sum hevur fylgt soninum í altjóða tónleikaheiminum seinastu árini Mynd: Jens Kristian Vang