Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 235 - 8. desember 2004 – Tilvitanin um, at tónleikur er nakað veruligt her í lívinum, er stóri munurin millum fyrr og nú. Fyrr var ein bara apukattur, um ein spældi tónleik, men í dag er tað næstan so, at ein er tað, um ein ikki spælir, sigur Georg Eystaná, sum í nógv ár hevði tónleik sum vinnuveg. Hann hevur framvegis meiningar um, hvat skal til fyri at gera tónleik til veruligan vinnuveg í Føroyum TÓNLEIKAVINNA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Georg Eystan Á minnast tey flestu frá føroyska tón- leikapallinum frá sjeytiár- unum og upp til okkara dagar. Og hann er still going strong. Serliga var tað tó í 80’unum og 90’un- um, at hann var sera virkin og hevði tónleikin at kalla sum einasta vinnuveg. Og tað var ikki bert før- oyski pallurin, ið hevði boð eftir Georg, men t.d. eisini íslendingar dámdu væl tón- leikin og minnast hann enn, umframt at hinar granna- tjóðir okkara eisini hoyrdu Georg og bólkarnar, ið hann leikti við. Men meira um tað seinni, tí tað byrjaði í Sumba, har Georg vaks upp. Nógvur tónleikur hevur verið og var í Sumba, tá Georg vaks upp. – Tað nógva var har- monikutónleikur, og tað var ikki júst tað, ið vit vóru glaðastir fyri. Vit lurtaðu eftir Luxemburg og BBC. Sum á leið 11 ára gamlir flyta Ronnie (Nielsen, blðm.) og bróður hansara til Sumbiar, og teir dugdu nakrar fáar akkordir. Nótar vóru fyri okkum sum ein staraflokur á einum eltráði, og tað var ikki sum nú, ið Musikkskúlin er komin, tí hann hevur stóran týdning, sigur Georg Eystan Á. – Talan var um tónleik hjá eitt nú Creedens og um- leið í 1975 høvdu vit bólkin Firestar, ið spældi nógv. Ikki bara í Suðuroynni. Eg minnist, at vit leiktu í Fuglafirði. Tað tók 10 tímar við Smyrli, so við Tróndi og so við bussi til Fugla- fjarðar. Og bussurin mátti koyra tvær ferðir, tí vit høvdu so nógv við okkum, minnist Georg. Svarti Fossur Veturin 1978-79 fóru Ronnie og Georg á háskúla í Havn. Her hittu teir nógvar framúr tónleikarar, sum vóru frammi í tón- leikalívinum har, m.a. Jóan Petur Andreasen. Jóhannus á Rógvu Joensen hevði verið á háskúla framman- undan, og hevði verið í upptøkuhølunum og givið singleplátu út og Háskúla- stjórin, Steinbjørn B. Ja- cobsen, eggjaði ungu sumbingunum í djarva hug- skotinum um eisini at royna at taka okkurt upp, ið teir høvdu fingist við at skapa. Og soleiðis kom single- plátan Svarti Fossur, ið varð tikin upp hjá Milson Zachariassen. Hetta var so tað fyrsta, ið hoyrdist av upptiknum tilfari frá Georg og Ronnie, men síðani hava teir verið nógv at hoyra - saman og hvør sær - og restin er at kalla søga. – Vit komu at kenna fleiri góðar tónleikarar tá, minn- ist Georg, og nevnir fleiri, ið vóru frammi á palli tá, og mangar kenna vit enn. Men Georg flutti tó suður aftur til Sumbiar og leikti eina tíð har fyri tað mesta. Vikingband Síðani kom eitt band við Georg og Tommy. Teir funnu upptøkuhøli í Svø- ríki, sum annar av monn- unum í Abba átti í, og hann var eisini har. – Men talan var um nak- að, ið var ónýtiligt, tí talan var um eitt A studio, eitt B studio og so eitt serstudio, og har endaðu vit, og úr- slitið gjørdist ikki nøktandi, tí vit skuldu fáa hjálp frá studiotónleikarum, men teir høvdu annað at gera, so vit máttu klára alt sjálvir, greiðir ein hálvgum angr- andi Georg frá, men tey flestu minnast helst, at lagið Fjallarósan gjørdist ein landaplága. Seinni, umleið 1985, fóru Ronnie og Georg og Arn- bjørn Sivertsen umborð á Norrønu at spæla, og har spældi eisini kendi íslend- ingurin Njál og við honum leikti Kolbein Simonsen. Skjótt rann saman og teir leiktu allir saman. Og tá eitt stað umborð nevndist Vik- ing Club, so kom navnið Vikingband brátt. Og Vikingband var, sum mong minnast, ein bólkur, ið veruliga spældi nógv og gav útgávur út. – Vit umsettu t.d. før- oyskar sangir til íslendskt og tað gjørdist væl dámt í Íslandi. Kendur føroyingur í Íslandi, Eskild, fekk band við Vikingband til Íslands og fekk tað í íslendskt útvarp, sigur Georg. Og síðani fór Vikingband til Íslands og gjørdist veru- liga kent, so kent, at tey enn spyrja eftir teimum har. – James Olsen og Ólavur Øster vóru við okkum. Vit spældu á konsert fyri 8000 fólkum, tá var stórt upp- livilsi, minnist Georg, sum eisini nevnir, at bólkurin leikti í flest øllum hinum grannatjóðum okkara, t.d. Noreg, Svøríki, Danmark og Hetlandi. – Eg haldi, at eg havi spælt í hvørji einastu bygd í Íslandi, sigur Georg hugs- unnarsamur. Nýggj fløga ávegis Vikingband helt fram til fyrst í 90’unum. Gerog fór tá niður til Danmarkar og heimafturkomin keyptu hann og Ronnie studio, ið nevndist LT-studio, har flest allar upptøkur fóru fram tá. Men ringu tíðirnar í 1993- 94 gjørdu hesa ætlan trupla, men tó fingust teir við útgávuvirksemi og stóðu fyri at fáa fleiri útgávur út. Og um hetta mundi kom so eisini plátan hjá Georg, har serliga lagið SASASA var nógv at hoyra, og har Ronn- ie og Georg, kanska meira enn nakrantíð, prógvaðu sínar dygdir í samstarv- inum teirramillum. So byrjaði bólkurin Berg- menn. Georg, Njál og síð- ani Sølva við óføru røddini. Serliga lagið Troystartámið fekk vind í seglini, eisini í Íslandi. Í dag leika Ronnie, Georg og Sølva nógv sam- an. Og Georg Eystan Á av- dúkar, at hann er í gongd við nýggja fløgu, men júst nær henda sær dagsins ljós, er enn ikki greitt. Tilvitan er munurin Í dag eiga vit nøvn, sum eru stór uttanfyri landoddarnar, og sum tykjast sveima høgt á alheims stjørnuhválvin- um. Og tað at leita út í heim er als ikki nakað, ið før- oyskir tónleikarar aftra seg við. Men hvør er munurin á tíðini fyri eini 15 - 20 árum síðani, og gerandisdegnum hjá teim ungu og tónleika- virknu í dag? – Tilvitanin um, at tón- leikur er nakað veruligt her í lívinum, er stóri munurin. Fyrr var ein bara apukattur, um ein spældi tónleik, men í dag er tað næstan so, at ein er tað, um ein ikki spæl- ir, sigur Georg avgjørdur. – Musikkskúlin hevur eisini ómetaliga nógv at siga og foreldur í dag stuðla børnum sínum, um tey spæla eitt ljóðføri, metir Georg, sum eisini minnir á, at ljóðførini eru væl bíligari nú, enn fyri nøkrum árum síðani. – Tónleikurin í dag er eisini við at gerast einfaldur aftur. Í 60’unum tóku bólkar tónleikin til sín, men síðani komu 70’ini og 80’ini, har alt ljóðaði av meira, uttan altíð at vera tað. Men nú tykist lættari aftur og meira tilgangiligt hjá bólkum, metir Georg. – Men tað er av týdningi, at tað í dag verður góðtikið, at ein maður er sjónleikari, tónleikari ella fótbólt- spælari. Prix Føroyar hevur eisini týdning, hóast eg ikki eri samdur við konseptin- um, men t.d. hava Eivør og Teitur vunnið Prix Føroyar, sigur Georg, sum tó hevur eitt hjartasuff: – Føroyskur tónleikur er góður, so góður, at íslend- ingar standa og gapa og ríða á føroysku bylgjuni. Men um vit hugsa um orðini, sum mær t.d. dámar at spæla mær við, so er illa statt. Nú er onki fantilsi á tekstunum og serliga før- oyska málinum, sigur Georg Eystan Á. Stovnið nýggj feløg - Skal tosast um tónleik sum vinnu í Føroyum, so er neyðugt at stovnseta eitt nýtt felag, tí tey núverandi eru ov stirvin. Bygnaðurin á nýggja felagnum skal vera nakað sum ÍSF - ein sonevndur regnskjólsfe- lagsskapur. Og so er t.d. at fáa løgmann sum verja hjá felagnum. Tá hava vit ein plattform at standa á, sigur Georg Eystan Á. Og Georg hevur dømi um, hvat tað vil siga at hava skipaði viðurskifti á økin- um, nakað, sum hann so staðiliga eftirlýsir í Før- oyum. – Eg var limur í Dansk Musikerforbund, hóast hetta var dýrt, eini 100 krónur mánaðarliga, so eg umhugsaði ofta at siga limaskapin upp. Men so spældu vit í Danmark og ein taska hvarv við ymsum virðismiklum í, t.d. ferða- seðlum. Har stóðu vit á gistingarhúsinum, men vit kærdu okkara neyð. Har varð spurt, um vit vóru limir í Dansk Musikerfor- bund og eg hevði limakort- ið upp á mær, og so var leyst og liðugt. Seinni ringdi felagsskapurin fyri at fáa váttan fyri, at vit høvdu verið á gistingarhúsinum, og seinni fingu vit rokning, har vit tó bert skuldu gjalda 25% av kostnaðninum. Teir hava eisini líknandi avtalur við tryggingarfeløg og onn- ur, greiðir Georg frá. – Í dag vilja tryggingar- feløg her hjá okkum ikki tryggja ljóðføri! Vit hava sjálvir roynt, men tað eru tey givin við. Og tónleika- lívið stendur í besta blóma......? sigur Georg við undrandi rødd og staðfestir, at skipaði viðurskifti mugu fást sum skjótast. Bara apukattar spældu tónleik Georg Eystaná royndi seg í nógv ár innan tónleikalívið í Føroyum, og hann heldur, at neyðugt er við meira skipaðum viðurskiftum í føroyska tónleikaheiminum