mikudagur 8. desember 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
19
Teitur við
gestum í
Danmark
KONSERTIR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teitur Lassen fer
næstu dagarnar at
hava tvær konsertir í
Danmark. Hann fer
at hava serligar gest-
ir við til konsertina,
men ein føroyskur
gestur noyddist at
avlýsa
Teitur Lassen fer at hava
tvær konsertir í Danmark
næstu dagarnar. Hann hev-
ur boðið nøkrum serligum
gestum við sær á pallin, og
ein teirra skuldi vera Eivør
Pálsdóttir.
Á heimasíðuni hjá Teiti
verður Eivør nevnd sum
ein av gestunum, men
hetta verður av ongum.
Eivør hevði játtað at
verið við, men hon noydd-
ist at avlýsa aftur. Eivør
spælir sjónleik í Íslandi í
løtuni, og seinasta sýning-
in verður fríggjadagin. Tí
hevði tað latið seg gjørt, at
Eivør spældi í Keyp-
mannahavn leygarkvøldið.
Men nú er tað komið
afturat, at sjónleikurin skal
filmast leygardagin, og so
verður Eivør bundin í
Íslandi longur enn upp-
runaliga ætlað, og so
noyddist hon at avlýsa
konsertina við Teiti.
– Tað er sera spell, tí Ei-
vør hevði sera fegin vilja
verið við til konsertina hjá
Teiti. Men tað letur seg
ikki gera, sigur Sigvør
Laksá,
sum
umboðar
Eivør.
Teitur og Eivør hava
verið fremstu profilarnir í
føroyskum tónleiki seinnu
árini, og bæði hava fingið
eina yrkisleið uttanlands.
Men hóast hetta hevur tað
ikki verið vanligt, at tey
hava staðið á palli saman,
og møguleikin, sum nú var
til staðar, verður tíverri av
ongum hesaferð.
Fyrra konsertin hjá Teiti
verður á Train í Århus
hóskvøldið, og tann seinna
í Stóra Vega í Keypmanna-
havn leygarkvøldið.
Ein strúkarakvartett fer
at spæla saman við Teiti,
og tað er David Mansfield,
sum hevur lagt tónleikin
hjá teimum til rættis.
Aðrir serligir gestir til
konsertirnar verða Tobias
Froberg úr Svøríki, Hush
úr Danmark og Kresten
Osgood, sum fer at spæla
trummur til nakrar sangir í
Keypmannahavn.
Umframt
hesi
nøvn
hevur Teitur eisini tveir
tónleikarar afturat sær.
Teir eru føroyski Mikael
Blak, sum spælir bass, og
Derek Murphy, sum spælir
trummur.
Á hvørjum ári selir
Plátufelagið Tult
einar 1000 fløgur til
fólk í útlandinum,
men potentialið er
nógv størri, um fólk
bara visti um tón-
leikin
TUTL
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Plátufelagið Tutl hevur í
nógv ár selt føroyskar fløg-
ur til útlandið. Hóast mark-
naðurin ikki hevur verið
øgiligur, hevur plátufelagið
trúliga røkt hendan markn-
að.
Talan er um einar 1.000
fløgur, sum á hvørjum ári
verða seldar til útlandið úr
sølubúðini hjá Tutl, sum nú
fyrst og fremst fer fram á
internetinum.
– Vit selja einar 1000
fløgur um árið, men tað
kundi verið nógv meira, um
fólk bara visti um tónleikin,
heldur Kristian Blak, stjóri
hjá Tutl.
– Men vit hava ikki ráð at
marknaðarføra okkara tón-
leik, sum tey stóru plátu-
feløgini gera, og tí mugu vit
gera vart við okkum á
annan hátt – fyrst og fremst
við at fara út at spæla á
konsertum. Eg kundi ynskt
mær at sæð, hvat hevði
hent, um vit veruliga mark-
naðarførdu føroyskan tón-
leik uttanlands, sigur hann.
Støðug framgongd
Plátufelagið
Tutl
varð
stovnað í 1997, og felagið
hevur síðani verið ein drív-
megi í føroyskum tónleiki.
Tutl hevur givið fløgur út
øll árini, og í løtuni eru
fleiri enn 200 útgávur hjá
plátufelagnum til sølu.
Seinastu 10 árini hevur
talið á útgávum ongantíð
verið færri enn 15 um árið.
Higartil í ár eru komnar
júst 15 fløgur út, men einar
fýra afturat eru á veg, og
onkur teirra kemur helst út
áðrenn ársskiftið.
– Vit hava ikki givið so
nógvar fløgur út í ár, sum
vit gjørdu í ár, og upplagið
í ár hevur heldur ikki verið
tað sama. Men 2003 var
eisini eitt óvanliga gott ár,
og tað er eingin orsøk til at
stúra fyri tað, um sølan er
eitt sindur minni í ár.
Menningin er støðug og fer
at halda fram, sigur Krist-
ian Blak.
Tað loysir seg
at fara út
Sølan av føroyskum fløgum
til útlandið fevnir um sera
nógvar ymiskar útgávur,
men tað eru nøkur nøvn,
sum fram um onnur selja
væl. Hesi eru serliga Týr,
Eivør, Spælimenninir og
Yggdrasil.
Felags fyri hesi nøvn eru,
at tey hava øll spælt nógv í
útlandinum, og tað er nak-
að, sum veruliga kann gera
mun.
– Skulu føroyingar selja
til útlandið, so mugu teir
eisini út at spæla á kon-
sertum. Vit hava fleiri
ferðir upplivað, at tað ber
til at selja hundraðtals
fløgur á eini konsertferð,
sigur Kristian Blak.
– Tað ger ikki so stóra
mun, at ein bólkur fer utt-
anlands til eina konsert,
men teir, sum veruliga eru
úti um seg og eru tað
javnan, selja fløgur til út-
landið, sigur hann.
Fjølbroytt søla
Umframt tey, sum fara á
konsert fyri føroyskum tón-
leikarum í útlandinum, og
har fáa áhuga fyri at ogna
sær eina fløgu, eru tað eis-
ini onnur, sum keypa fløgur
frá Tutl.
Føroyingar í útlandinum
keypa eitt sindur av fløg-
um, og so eru tað tey, sum á
ein ella annan hátt kenna
Føroyar, til dømis tí tey
hava verið á vitjan í Føroy-
um. Tað er eisini ein bólkur,
sum keypir fløgur frá Tutl.
– Tað er í grundini ótrú-
ligt, hvussu nógvar ymiskar
fløgur verða seldar til út-
landið. Tað eru summar
fløgur, sum tú als ikki
hugsaði um skuldu selja,
sum útlendingar av og á
keypa. Fólk hava so ym-
iskan áhuga, og tí er sølan
eisini sera fjølbroytt, hóast
tað eru nakrir bólkar, sum
selja væl meira enn hini,
sigur Kristian Blak.
Ber til at selja meira
Kristian Blak heldur, at
skulu føroyingar selja fleiri
fløgur til útlandið, so verða
teir noyddir at fara uttan-
lands at spæla.
– Vit skulu royna at fáa
fleiri bólkar til útlandið at
spæla. Tað er ein góður og
gevandi máti at gera vart
við føroyskan tónleik. Tað
ræður eisini um at liggja
fram við at verða spældur á
útlendskum útvarpsrásum,
tí tað kann eisini skapa ein
eftirspurning, sigur Krist-
ian Blak.
At fara undir nakað mið-
víst marknaðarátak uttan-
lands, er púra óhugsandi
fyri Tutl, tí fíggjarliga ork-
an er als ikki til tað.
– Skuldu vit lýst við før-
oyskum tónleiki í til dømis
Svøríki, so hevði tað kosta
so nógv, at vit skulu selt
einar 10.000 fløgur bara
fyri at fingið kostnaðin
innaftur, sigur Kristian
Blak.
Í løtuni er vegurin fram
langur, men tað er gjørligt
at selja nógv fleiri føroysk-
ar útgávur til útlendingar,
um føroyskur tónleikur
gera meira vart við seg á
ymiskan hátt sum er ráði-
ligur fyri føroyingar.
Tutl sær møguleikar
í fløgusølu til útlandið
Rockbólkurin Týr selir nógvar fløgur í útlandinum, og tað kemst av, at bólkurin er nógv úti og spælir á konsertum, og tónleikurin hjá teimum verður eisini
spældur á útvarpsrásum uttanlands. Mynd: Álvur Haraldsen