týsdagur 23. juli 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
12
Ólavsøkan 2019
Dagfinn Olsen - Myndir: Álvur Haraldsen/privat
Flest øll hava eina mynd av ólav
søkuni, og hjá mongum eru kendu
reiðfólkini helst ein ímynd av ólav
søkuni og ólavsøkusetanini.
Ein teirra, sum á hestbaki hevur
verið við til skrúðgongu og setan av
ólavsøkuni í mong ár, er Brandur í
Dali, formaður Ríðisambandi Føroya,
og fyrrverandi formaður í Føroya
Ríðingarfelag.
Brandur í Dali hevur í eini 30 ár
verið á hestbaki á ólavsøku.
- Omma og abbi mín áttu ross, og
sum 10 ára gamal fekk eg sjálvur eitt
ross, so eg havi so at siga altíð havt
við ross at gera. Gamaní kom ein lítil
steðgur í, tá eg var tannáringur, men
eg byrjaði aftur tá eg var um 20 ára
aldur, og havi verið við á ólavsøku
nærum á hvørjum ári síðani, greiður
Brandur í Dali frá.
Reiðfólk byrjaðu
skrúðgonguna
- Tað vóru reiðfólk, ið byrjaðu við
skrúðgonguni til ólavsøkusetanina.
Tað var í 1942, og beinanvegin var
tað við hvítari skjúrtu og slipsi. Vit
reiðfólk hava eina kenslu av, at hetta
er nakað, ið skal haldast í hevd. Í
seksti- og sjeytiárunum komu onnur
ítróttafólk uppí gonguna, greiðir
Brandur í Dali frá.
- Í samband við ólavsøkuna hevur
prát hevur verið um at fáa rossini
burtur, men vit kenna tað soleiðis,
at onnur eru komin uppí eina gongu,
sum vit byrjaðu av fyrstantíð, sigur
Brandur í Dali.
Serstøk kensla
- Fyri meg byrjar ólavsøkan, tá vit
byrja gonguna uppi við kommunu
skúlan, nú Finsen, og tað er ein serstøk
kensla at uppliva gonguna, setanina
og ólavsøkuna av hestbaki. Eg havi
verið nógv við í nevndararbeiði, og
havi tí verið frammaliga í gonguni.
Fólk flyta seg og virða rossini, men
bert væl vand ross eru við í gonguni,
og trupulleikar hava ongantíð verið.
Nú er krav, at reiðfólk hava hjálm, og
tað er eisini í lagi, tí á tann hátt eru
reiðfólkini eisini góðar fyrimyndir,
metir Brandur í Dali.
- Eg fái ikki altíð so nógv við av
røðuni, tá ólavsøkan verður sett.
Ofta má eg lurta eftir røðuni seinni,
tí undir setanini havi eg úr at gera
við at halda rossinum, sigur Brandur
í Dali.
Brandur í Dali metir, at ávísur
munur er á ólavsøku og ymsu festi
valunum.
- Ólavsøkan er familju- og
mentanarhátíð, í mun til festivalar
nar, sigur Brandur í Dali, og leggur
afturat, at kanska broytist henda
kenslan eisini, so hvørt ein eldist.
Kappríðing á ólavsøku
í nærum 100 ár
Eftir setanina við skrúðgongu, er tíð
in tó ikki komin at seta rossini inn.
- Seinni á degnum, eftir setanina,
er kappríðingin á skránni, og tá hon
er av, kann mín ólavsøka veruliga
byrja. Men tað hendir seg, at ein tá
er ov móður til at halda ólavsøku,
sigur Brandur í Dali.
ÓLAVSØKA
Á HESTBAKI
Ólavsøkan er familju- og mentanarhátíð, metir eitt av reiðfólkunum, ið er í fremstu røð, tá skrúðgonga er á
ólavsøku. Brandur í Dali hevur í eini 30 ár verið á hestbaki á Ólavsøku, og minnir á, tá fólk tosa um at fáa
rossini burtur tá ólavsøka er, at reiðfólk byrjaðu ólavsøkuskrúðgonguna og at seinni eru onnur komin uppí