Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 13 Ólavsøkan 2019 - Kappríðing á ólavsøku hevur nær­um verið í 100 ár. Byrjað var við kappríðing í 1921. Byrjaða varð við Sundsvegin, siðani við Vel­ba­stað­ vegin og so hevur kappríðingin verið við Marknagil, og er har enn, sigur Brandur í Dali. Samanhald millum reiðfólk Ofta verður tikið til av uttan­fyri­ stand­andi, at millum reiðfólk tykist gott samanhald at vera, og Brandur í Dali er ikki ósamdur. - Reiðfólk hava gott samanhald. Tað er sum ein stór familja. Upp á gott og ilt. Sum í einari stórari familju, so verður kjakast, og tað kann ofta verða tikið harðliga til, hart og kontant, men so er eisini liðugt, og eing­in fer firtin til hús, sigur Brandur í Dali. - Sum heild er sera gott samanhald millum fólk í Føroyum, sum eiga ross, metir Brandur í Dali. - Tað kemur meira enn so fyri, at fólk spyrja, um tað ikki er strævið at hava ross. Tá plagi eg at siga, at hetta er ein lívsstílur, og kennist tað stræv­ið, so er tíð at selja rossini og finna sær okkurt annað at nýta tíðina til, sigur Brandur í Dali, og leggur afturat, at tey har í húsinum hava fimm ross. FAKTA: Fyrsta kappríðing í Føroyum var á ólavsøku í 1921. Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti menn kappingina út á Velbastaðvegin. Føroya Ríðingarfelag varð stovnað í 1943, og var endamálið millum annað at fyriskipa hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili. Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk, ið skipaðu fyri, og hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarar á odda. Skrúðgongan fór av Vaglinum út á Velbastaðvegin har riðið vaðr kapp.  Seinni bleiv hetta afturvendani tiltak, har øll ítróttarfólk luttaka, og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan, tá ólavsøkan verður sett.     Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl. 14.00.