Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 32 Ólavsøkan 2019 Dagfinn Olsen Í ár er tað Jens Morten Mortensen, prestur í Hvalba, sum skal halda ólav­søkuprædikuna í dómkirkjuni. Hann gleðir seg, men vil ikki bein­ leiðis siga, at hann hervið fær ein serstakan pall. - Men tó er hetta øðrvísi, tí løgtingið kemur saman, fólk koma saman, og tað er tjóðarhátíð. Før­ oyingum dámar væl at koma saman, at hittast og koma burtur frá gerandis­degnum, sigur Jens Mortan Morten­sen. - At ganga úti á ólavsøku er ser­ ligt. Ein hittir tilvildarlig fólk, men tó er tað ikki so tilvildarligt, tí í veru­ leikanum kennast vit. Guðs­tæn­astan er ein týdningarmikil siðvenja, og vit eiga at markera, at vit eru eitt serstakt fólk við egnari mentan. Vit hava tað gott, og í fluttari merking kann ein siga, at vit fáa bæði sól og regn, sigur Jens Mortan Mortensen. Siðbundin ólavsøka - Vit fara altíð til ólavsøkusetanina, tað er ein hátíðarlig byrjan uppá ólav­søkuna. Eisini fara vit altíð á fólka­fund á Føroya Fólkaháskúla, ið bæði er upplýsandi, mentanarligt og hugnarligt, og har hittir ein fólk, eisini fólk, ein kendi, tá ein var yngri og lesandi. Vit plaga eisini at eisini at vitja í Listaskálanum, og at fara til kabarett. Fyrr var tivoli eisini á skránni, men børnini eru størri nú, og tað er broytt. Vit vitja familju og fólk annars, so sum heild er hjá okkum talan um eina siðbundna ólavsøku, sigur hvalbiarprestur. Bæði konan og eg hava systkin í Havn, so vit kenna okkum sum heima í vakra høvuðsstaði okkara. Tá ein býr á bygd er altíð gott at koma til Havnar. Prestur og urguleikari Jens Mortan Mortensen byrjaði at lesa guðfrøði í Havn. Síðani lá leiðin til Århus, saman við t.d. Una Næs, dóm­próvsti. - Eg byrjaði so eisini at lesa tón­ leik, og hevði eisini starv sum kirkju­ sangari. Tað var eitt starv við síðuna av lesnaðinum. Tá eg var liðugur at lesa guðfrøði, tók eg urguleikaraprógv. Tað við tónleikinum kom líkasum av sær sjálvum, sigur Jens Mortan Mortensen, sum kemur úr einu barna­heimi við tónleiki, og beiggin er urgu­leikari í dómkirkjuni, og syst­ urin spælir urgu á Argjum. Sjálvur spældi Jens Mortan Mortensen eisini urgu í Vesturkirkjuni í Havn á yngri árum. - Eg fekk starv sum urguleikari í Norðursælandi, og hevði eisini gentu­kór í fleiri ár. Tá búði eg í Keyp­manna­havn. Síðani gekk leiðin til Grøn­lands í tvey ár, og eisini har hevði eg kirkjukór, greiðir Jens Mortan Mortensen frá. - Í 1998 kom eg til Suðuroyar, fekk starv sum urguleikari og undirvísti eisini, og í 2012 gjørdist eg prestur, sigur Jens Mortan Mortensen. Jens Mortan Mortensen hevur verið for­maður í urguleikarafelagnum, hevur undirvíst nógv, og fyri stuttum gjørdi hann, í samstarvi við Nám, eitt nóta­koyrikort. Umframt skrivar hann eisini tónleik. Trúarjáttan við nýggjum lag Í morgunlestrum í útvarpinum hevur Jens Mortan Mortensen verið frammi við nýggjum lagi til trúarjáttanina. Og hann hevur fingið í lag, at á ólav­ søku í ár verður nýggja lagið nýtt til trúarjáttanina. - Eg helt, at tað kundi verið stuttligt og hóskandi, um vit fingu før­oyskt lag, men eitt slíkt lag má ikki fara ov langt frá tí, sum er frammanundan. Hetta hevur eisini við kenslur at gera, og tí eru slíkar broyt­ingar als ikki lættar at fremja, sigur Jens Mortan Mortensen. - Eg gjørdi lagið í 2013. Hugskotið kom, tá eg koyrdi gjøgnum tunnilin til Hvalbiar. Eg havi upplivað tað áður. Eg veitt ikki um tað er okkurt sinnis­ligt, ið hendir, tá ein fer inn í eitt myrkt hol, fyri síðani at koma út aftur í ljósið hinumegin í øllum góð­um. Hetta ávirkar sinnið, sigur hvalbiar­prestur, sum vónar, at nýggja lagið eisini kann kennast savnandi. At savna - Um vit venda aftur til ólav­søku­ prædikuna, so er kanska rætt, at talan er um eitt slag av serstøkum palli. Ein má í øllum førum gera sær ómak, tí sigur ein okkurt av týdningi, so hoyra fólk tað. Vit eru eitt lítið oyggja­samfelag, vit eru ymisk, men kann guðstænastan kennast savn­ andi, so er tað gott, sigur Jens Mortan Mortensen. - Kann guðstænastan við tónleiki, sálma­sangi, liturgi og prædiku savna fólk, so tey kenna felagsskap í kirkju­ rúminum, so eri eg fegin, sigur Jens Mortan Mortensen. - Vit liva í eini tíð, har fólk tosa um inni­haldið í lívinum og umrøða lívs­ virð­ini. Fólk fara pílagrímsferðir og hugsa um børnini, skúlan, náttúru­ vernd og so framvegis. Kanska skuldu vit nýtt enn meira tíð og orku uppá hesi viðurskifti. Tíðirnar eru góð­ar, men tað kann skjótt broytast, sig­ur Jens Mortan Mortensen. Enn er ólavsøkuprædikan ikki liðug. VIT EIGA AT FEVNA HVØNN ANNAN SUM TEY VIT ERU Menniskju kunnu ikki vera onnur, enn tey sum tey eru, metir Jens Morten Mortensen, prestur í Hvalba. I ár skal hann halda ólavsøkuprædikuna, og hann hevur fingið í lag, at trúarjáttanin verður sungin við nýggjum lagi, sum hann sjálvur hevur skrivað. Hann sigur, at tað týdningarmesta við guðstænastuni á ólavsøku er, at hon skal vera savnandi. - Kann guðstænastan við tónleiki, sálmasangi, liturgi og prædiku savna fólk, so tey kenna felagsskap í kirkjurúminum, so eri eg fegin, sigur Jens Mortan Mortensen Nýggja lagið til trúarjáttanina, sum Jens Mortan Mortensen hevur skrivað. Lagið er eisini at finna á youtube