Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 33 Ólavsøkan 2019 Jens Mortan Mortensen avmyndaður uttanfyri kirkjuna í Hvalba - Hon tekur endaligt skap, tá tíðin nærkast. Hon skal berast fram náttúr­liga. Talan er um ein tekst, sum er góður at prædika yvir, sum hevur verið tulkaður ymiskt, og sum hevur havt ávirkan á søguligu- og kirkju­ søgu­ligu gongdina. Teksturin tosar um at taka upp krossin og at fylgja Jesusi, og tað hevur verið tulkað sera ymiskt upp gjøgnum tíðina, sigur Jens Mortan Mortensen. Sum einasti av føroysku prest­un­ um, ið hevur sagt seg vilja víga sam­ kynd, slepst ikki undan koma inn á hendan spurningin. - Ongin orsøk er at fara í æsir við hesum, men eg standi við tað, sum eg havi sagt. Menniskju eru tey, sum tey eru. Vit kunnu ikki vera onnur, enn tey sum vit eru. Vit eiga at fevna hvønn annan, sum tey vit eru. Tað er einfalt, og tað er mín hugsan, sigur Jens Mortan Morten­ sen, prestur í Hvalba, sum í hesum døg­um fyrireikar seg til at halda ólav­søkuprædikuna 2019. Dómkirkjan. Einansti føroyski prestur, sum alment hevur sagt seg vilja víga samkynd, heldur ólavsøkuprædikuna í ár