mikudagur 8. desember 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
23
– Tað kann eisini fáa
stórar avleiðingar fyri
okkara fiskaútflutn-
ing, tí fiskakeyparar
leggja størri og størri
dent á umhvørvið,
sigur sløkkiliðsleið-
arin á Skálafirði
OLJUVERND
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Fer oljuverndarútgerðin
av landinum, er tað sera
óheppið.
Tað heldur Sunleif Høj-
gaard, sum er leiðari fyri
Skálafjarðar Sløkkiliði.
Hann sigur, at útgerðin
frá OSR, sum tey hava havt
til taks á Skálafjørðinum,
hevur roynst heilt framúr
væl.
Runavík er oljuútgerðar-
havn og har hava tey ein
vogn við útgerð frá OSR á
Tvøroyri. Og tað er meiri
enn so, at tað hevur verið
brúk fyri henni.
– Tilsamans hava vit tikið
eini 25 tons av olju upp av
sjónum inni á Skálafjørðin-
um, síðani vit fingu útgerð-
ina, sigur Sunleif Højgaard.
Talan er um oljudálking,
sum hevur tikið seg upp
aftaná óhapp í sambandi
við bunkring o.s.fr.
Tað er serliga útgerðin at
taka olju upp av sjónum
við, sum teir fara at sakna.
– Vit hava skimmarar frá
OSR á Tvøroyri at taka olju
upp við og tað er útgerð,
sum riggar framúr væl og
sum er sera vælegnað at
taka olju upp við.
Hann vísur á, at tá ið teir
hava tikið upp, er minni
enn 1% sjógvur, so reint
tekur hon upp.
– Fer hendan útgerðin av
landinum, veit eg ikki, hvat
so er til ráða at taka. Men tá
veit eg heldur ikki, hvat
endamálið er við prátinum
um at taka olju upp av sjó-
num.
Keyparar seta krøv
Sunleif Højgaard heldur
eisini, at hetta kann fáa av-
leiðingar fyri okkara fiska-
útflutning.
– Keyparar seta strangari
og strangari krøv til um-
hvørvið og skuldu teir
spurt, er tað ikki serliga
heppið at vit vera noyddir
at fortelja okkara teimum,
at vit lítla og onga´utgerð
hava til at taka olju upp av
sjónum við.
Hann vísur á, at serliga í
sambandi við aling kann
tað vera óheppið ikki at
hava slíka útgerð, tí fer olja
á sjógv, er tað so skjótt, at
hon kann dálka eitt alibrúk.
– Tað kann skjótt gerast
rættiliga
álvarsligt
fyri
okkara
útflutning,
so
kanska er hetta í síðsta enda
ikki krøv, sum vit sjálvi eru
harri yvir, men krøv, sum
okkara keyparar seta fyri
okkum.
– Tí er tað avgjørt ein
fyrimunur, at vit kunnu vísa
á, at vit hava slíka útgerð í
landinum, sum skjótt og
væl kann basa eini olju-
dálking, sigur sløkkiliðs-
leiðarin á Skálafirði.
Fer helst at henda
aftur
Eisini Jákup Lamhauge,
havnameistari í Runavík,
heldur tað vera sera óhepp-
ið, at útgerðin fer av landin-
um.
Í øllum førum er tað
alneyðugt at hava slíka út-
gerð í landinum, sigur
hann.
Hann sigur, at tað hendir
seg meiri enn so, at óhapp
og mistøk elva til, at olja
fer á sjógv og hann heldur
at tað er alneyðugt at hava
útgerð til at taka slíka dálk-
ing skjótt og væl uppaftur.
– Tað er hent fyrr og tað
er lítið at ivast í, at tað fer at
henda aftur, heldur havna-
meistarin í Runavík.
Fer hon av landinum,
eru vit ógvuliga
viðbrekin, skuldi
oljudálking tikið seg
upp
OLJUVERND
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vandi er nú fyri at tað
mesta, vit hava av útgerð í
landinum til at basa olju-
dálking, nú verður send av
landinum.
Verður hon tað, eru vit
ógvuliga viðbrekin, skuldi
ein oljudálking tikið seg
upp og tað fer at gera
møguleikarnar
at
basa
dálking, nógv verri.
Landsstýrið hevur havt
ein sáttmála við OSR á
Tvøroyri um tilbúgving
framvið landi í sambandi
við oljudálking.
Tann sáttmálin gekk út
31. oktober og Pauli Ein-
arsson á Tvøroyri, stjóri í
OSR, sigur, at enn er óvist
um landsstýrið er sinnað at
gera nýggjan sáttmála.
Eydnast tað ikki at gera
nýggjan sáttmála, verður
útgerðin send av landinum.
Ein partur av útgerðini
hjá OSR er á vognum, so at
hon er løtt at flyta stað úr
stað. Ein slíkur vognur
stendur í Havn og ein er í
Runavík.
Hendan útgerðin umfatar
m.a. oljuverjur, sum forðar
fyri at dálking breiðir seg,
og skimmarar at taka olju
upp við.
Og fæst ongin avtala við
landstýrið, fer eisini hon av
landinum.
Pauli Einarsson heldur, at
tað er rættiliga óheppið, at
vit eru so illa fyri hvar
oljuverndarútgerð viðvíkur,
tí hann vísur á, at føroy-
ingar hava bundið seg til at
halda sáttmálar um havum-
hvørvið.
Við ongari útgerð verður
tað trupult, leggur hann aft-
urat.
Pauli Einarsson sigur, at
er útgerðin fyrst farin av
landinum, verður tað lut-
falsliga dýrt at fáa hana
aftur.
– Sálvsagt ber altíð til at
útvega aðra útgerð, men tað
er altíð dýrt at byrja av
nýggjum,
sigur
Pauli
Einarsson.
Hann heldur lítið um at
tað kanska verður neyðugt
at senda verndarútgerðina
av landinum.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerking frá landsstýris-
manninum í fiskivinnu-
málum, Birni Kalsø, áðr-
enn blaðið fór til prenting-
ar.
Vandi fyri at útgerð at basa
oljudálking fer av landinum
Pauli Einarsson sigur, at sáttmálaskeiðið við landsstýrið var liðugt 31. august og fæst ikki
nýggjur sáttmáli, fer oljuverndarútgerðin av landinum
Ógvuliga óheppið at útgerðin fer av landinum
Ì Runavík hava tey tikið eini 25 tons av olju upp av sjónum við útgerðini frá OSR á Tvøroyri og fer hon av landinum er tað sera
óheppið, siga runavíkingar