Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 235 - 8. desember 2004 Sum heild gongur verri hjá fiskiskipa- flotanum í løtuni, og gongdin er hin saman hjá fiska- virkisvinnuni. Hetta er høvuðs- orsøkin til, at støð- uga framgongdin í búskapinum sein- astu árini nú er vend til afturgongd FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á fundi herfyri legði Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe fram eina sonevnda roknskapargreining av fiskiflotanum og fiska- virkjunum fyri árini 1999 til 2003. Niðurstøðan er, at fiskiflotin hevur havt nøkur góð ár, harav árið 2001 var hitt besta, og síðan hevur gingið minni væl hjá meginpartinum av flotanum. Í fiskavirkisvinnuni gongur heldur ikki ov væl í løtuni, og væntandi er, at fiskavirkini tilsam- ans fara at hava eitt und- irskot í ár, sum fer at liggja um einar 30 mil- jónir krónur. Greiningin byggir í fyrsta lagi á almennu roknskapirnar hjá feløg- unum, sum reka skip og virkir. Grannskoðarafelagið sigur, at tey við greining- ini hava lagt dent á at geva teimum, sum lesa frágreiðingarnar, møgu- leika fyri at gera sínar egnu niðurstøður. Taltilfarið er rúgvus- mikið og kann greinast á ymiskar hættir. Tó kann staðfesta, at sera stórar broytingar eru farnar fram í tíðini frá 1999 til 2003. Fiskiflotin havt eina støðuga framgongd frá 1999 til 2001, men árini 2002 og serliga 2003 hevur gingið afturá. Hetta er eina mest or- søkin til, at støðuga framgongdin í búskap- inum er vend til eina afturgongd. Greiningin fevnir ikki um 2004, men týðiligar ábendingar um, at hetta árið er verri enn 2003 hjá mongum skipum og virkjum. Eftir at Bjarni Poulsen hevði kunnað um gongd- ina hjá fiskiskipaflotan- um og í stuttum eisini um gongdina hjá fiskavirkj- unum, varð prátað ella kjakast aftur um fram um ymisk viðurskifti í vinn- uni – á sjógvi og landi. Í greinini á hesum báðum síðunum fara vit at endurgeva ein part av tí, sum var frami í hesum annars spakføra kjaki. Gomul skip og gomu Kann upsi virkast umborð heldur enn í landi? Eru vit aftur- útsigldir í søluøkin- um? Loysir tað seg at skilja fiskin fyri út- boð? Skulu skip og virkir tvinnast saman aftur? Hetta vóru nakrir av spurning- unum, sum vóru uppi og vendu í spakførum kjaki á fundi, sum Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe skipaði fyri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á fundi í hølum hjá Grann- skoðarafelagnum Rasmus- sen & Weihe herfyri, tá ið felagið legði fram eina sonevnda roknskapargrein- ing yvir støðuna hjá før- oyska fiskiflotanum og fiskavirkjunum árini 1999- 2003, var í endanum av fundinum nakað av práti ella kjaki um ymisk viður- skifti í vinnuni. Greiningin hjá Rasmus- sen & Weihe byggir í fyrsta lagi á almennu roknskapir- nar hjá reiðaríunum, sum eiga skipini og á roknskapir hjá virkjunum, sum eru við í greiningini. Tølini hjá grannskoðara- felagnum vísa, at árini 2001 og 2002 helst hava verið millum tey allarbestu hjá føroyskari fiskivinnu nakrantíð. Fáur hevur sæð betri tíðir í Føroyum, enn hesi árini vóru. Eingin samantvinning Á fundinum eftir framløg- urnar kom prátið inn á møguliga samantvinning millum virkir og skip, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Árini undan kreppuni fyrst í nítiárunum, vóru virkir og skip knýtt tættari at hvørjum øðrum, og hetta var við til at binda niður ta marknaðarskipan, sum vit hava sæð í Føroyum síðan kreppuna. Á fundinum hjá grann- skoðarafelagnum legði for- maðurin í Føroya Fiski- mannafelag, Óli Jacobsen, dent á, at tað ikki má henda aftur, at virkir og skip verða tvinnað saman aftur. Anfinn Olsen, reiðari, var samdur við Óla og segði, at tað hevur gingið lutfalsliga væl hjá før- oyskari fiskivinnu eftir, at skip og virkir vórðu loyst frá hvørjum øðrum. - Vit hava roynt hitt, segði reiðarin. Hann helt tó, at virkini kanska kundu havt størri ávirkan á, nær skipini koma inn at landa, um fiskurin skal seljast sum feskur Á fundinum varð nevnt, at túrararnir hjá føroyskum ísfiskaskipum í miðal eru longri enn túrarnir hjá eitt nú íslendskum skipum. Anfinn Olsen segði, at fiskurin, sum kemur upp á land í Íslandi, í miðal er einar tríggjar dagar yngri enn fiskurin, sum kemur upp á land í Føroyum. Olaf Olsen helt, at skipini kundu gjørt uppaftur styttri túrar og harvið komið við feskari fiski, um siglingin ikki fór burtur av fiski- døgunum. Óvirkaður fiskur og skiljing Spurningurin um stóra útflutningin av óvirkaðum fiski og skiljing av øllum fiski, áðrenn hann verður útboðin, var eisini uppi og vendi hendan dagin. Olaf Olsen segði, at reiðaríini uppliva tað, sum um tað er vantandi kapasi- tetur á virkjunum, ið er ein høvuðsorsøkin til, at tað er so torført at sleppa av við upsan. - Tað er meiningsleyst at fara av landinum við fisk- inum, um tað ikki loysir seg, og prísirnir skulu vera ógvuliga vánaligir í Før- oyum, áðrenn tað loysir seg at fara uttanlands. Tosað varð eisini um broytingarnar, sum lands- stýrið ætlar at skjóta upp við at geva útlendingum lættari atgongd til fiska- marknaðin í Føroyum. Anfinn Olsen, reiðari, segði, at útlendingar hava atgongd til marknaðin í dag ígjøgnum egin feløg í Før- oyum, sum hann tók til. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal allur fiskur, sum verður boðin út í Føroyum sum frá líður støddarskiljast, áðrenn hann verður boðin út. Olaf Olsen segði, at prís- urin fyri at skilja fiskin kemur ikki aftur í avreið- ingarprísinum í Føroyum. - Okkara royndir eru, at vit fáa ikki tað innaftur í prísi, sum tað kostar at Talgreining og kjak Tað var Bjarni Poulsen, ið starvast hjá Grannskoðara- felagnum Rasmussen & Weihe, sum hevði framløgurnar Mynd: Jens Kr. Vang