mikudagur 8. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
25
ul framleiðsla standa seg best
støddarskilja. Tey størru
virkini vilja ikki hava fiskin
støddarskildan, men kanska
tey smærru virkini vilja,
segði hann.
Edmund Jacobsen, sum
starvast í Føroya Banka,
helt, at verður fiskurin
skildur
umborð,
spara
reiðarí og manning eitt lið á
landi, og tí helt hann, at
meira skuldi ligið eftir í
prísinum.
- Men tað ger tað ikki
kortini. Vit fáa ikki meira
fyri fiskin við skiljing,
staðfesti Ragnar Olsen,
reiðari.
Anfinn Olsen segði, at
støddarskiljing er við at
gerast "gandaorð" í fiski-
vinnuhøpi.
- Men hetta trúgvi eg
einki upp á, segði hann.
Hann visti annars at siga,
at íslendingar hava økt
munandi
um
loftvegis
flutningin av fiski millum
Keflavík og Boston í USA
síðan yvirgangsatsóknirnar
hin 11. september, tá ið
flúgvingin millum Evropu
og USA minkaði.
Upsi virkast umborð
Spurningurin um virking av
eitt nú upsa umborð á
skipunum heldur enn í
landi, nú trupult serliga er
at sleppa av við og fáa prís
fyri upsa, var eisini frammi.
Tað var Leivur Mohr,
fyrrverandi virkisleiðari og
sum í fleiri ár hevur starv-
ast á vinnulívsdeildini hjá
Føroya Banka, sum reisti
spurningin, um møguleikar
eru at virka upsa umborð.
- Er tað ein møguleiki at
fara út á sjógv at arbeiða
upsa? spurdi hann.
Olaf Olsen var ikki sann-
førdur um, at hetta er ein
gongd leið.
- Skal upsin arbeiðast
umborð, er í fyrsta lagi
neyðugt við nýggjum íløg-
um, og tað er dýrari at gera
verksmiðju umborð enn í
landi.
Fyrrverandi reiðarin á
Beta visti annars at siga, at
nýggju skipini eru nógv
effektivari í veiði enn tey
gomlu.
- Tey eru effektivari, enn
vit trúðu, segði hann.
Afturútsiglt sølulið
Ragnar Olsen helt, at Før-
oyar eru afturútsigldar í
søluliðnum í mun til okkara
grannalond.
- Eg kundi eisini hugsað
mær, at meira kundi verið
gjørt við at fingið betri prís
fyri vøruna, men hetta veit
eg ikki, segði Olaf Olsen.
Onkur, sum var við á
fundinum, helt fyri, at kann
vøran ikki seljast betur,
megna virkini kanska at
varðveita skiftisavlopið við
at "klípa" burtur av fiska-
prísinum.
Eftir at Bjarni Poulsen
hevði havt sínar framløgur
av gongdini hjá fiskiskipa-
flotanum og var farin undir
at talgreina gongdina í
fiskavirkisvinnuni, gjørdi
Olaf Olsen sær eina áhuga-
verda niðurstøðu.
Tað vísir seg nevniliga, at
tað eru línuskipini, ið telj-
ast millum tey elstu skipini
í flotanum, sum av ísfiska-
skipunum hava tey bestu
úrslitini seinastu árini, og
samstundis er tað salt-
fiskaframleiðslan, sum í
Føroyum er ein hin elsta, ið
hevur bestu úrslitini á landi.
- Hetta merkir, segði Olaf
Olsen, at tað eru tey elstu
skipini og tann elsta fram-
leiðslan, sum standa seg
best.
Eftir framløgurnar hjá Bjarna Poulsen um
gongdina hjá fiskiskipaflotanum og
fiskavirkisvinnuni, var orðaskifti
Mynd: Jens Kr. Vang
- Skal upsin arbeiðast umborð, er í fyrsta lagi neyðugt við nýggjum íløgum, og tað er dýrari at
gera verksmiðju umborð enn í landi, segði Olaf Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen