mikudagur 8. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 235 - 8. desember 2004
SJÓNARMIÐIÐ
Signar P. Heinesen
Týðandi trupulleikar í ali-
vinnuni, týðandi trupulleik-
ar í rækjuvinnuni, týðandi
trupulleikar í fiskivinnuni,
at kalla eingi nýggj virkis-
øki tey seinastu 15 árini og
fleiri mist virkisøki annars.
Og útlendingar keypa før-
oysk virkir. Hvør er lýsing-
in av hesi støðuni?
Tað orðið, sum vit oftast
hoyra, er føroyska orðið
sveiggj, sum á fremmand-
um máli verður nevnt kon-
junkturar. Er hetta mest
viðkomandi hugtakið til
støðuna?
Sveiggj
Høvuðseyðkennið
við
sveiggi er, at í miðal yvir
tíð er eingin broyting.
Hóast hitin í juli mánaða í
Tórshavn er ymiskur, rokna
vit vanliga við, at í miðal
yvir fleiri ár, er hitin á leið
tann sami. Veruligi hitin
kann samansetast av einum
miðalhita og eini óvissu.
Myndin, sum vit kenna frá
Skriftini, eru tey sjey góðu
árini og tey sjey vánaligu
árini. Aldan - alduryggur
og aldudalur - er annað væl
kent hugtak.
Tá ið ábyrgdarfólk siga,
at vinnuliga støðan í land-
inum er í einum sveiggi,
siga hesir persónar meir
enn vit ofta geva okkum far
um.
Í einum sveiggi rokna vit
vanliga við, at vinnan skal
halda stand. Ikki so, at
vinnan ikki skal tillaga seg,
men í høvuðsheitum skal
hon halda kós og um neyð-
ugt nýta av uppsparda virð-
inum eins og Jósef á sinni,
til tey góðu árini venda
aftur.
Sum skilst á almennu
upplýsingunum hevur ali-
vinnan tey seinastu tvey-trý
árini brúkt um 500 milli-
ónir kr. í eginogn og bank-
arnir umleið somu upp-
hædd eftir hesum leisti.
Higartil hevur eingin givið
sær stórvegis far um at
spyrja hví og hvør hevur
ábyrgdina av hesum, hóast
Búskaparráðið fyrr í ár
legði upp til eina slíka eftir-
meting og Sjónvarp Føroya
royndi at nærkast spurn-
inginum eina løtu. Hvussu
nógv rækjuvinnan hevur
nýtt havi eg ikki hoyrt.
Okkurt bendir á, at reiðarar
hava tikið avgerðir, sum
Sveiggj ella rák