mikudagur 8. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
27
ikki svara til eina meting
um, at vit eru í einum
sveiggi innan ta vinnu-
greinina, tó at onkur upp-
skot eru um studning eftir
hesum leisti.
Rák
Er ein broyting ikki í einum
sveiggi, tá er hon helst í
einum ráki. Høvuðseyð-
kennið er, at í miðal yvir
longri tíð broytist støðan.
Taka vit hitan sum dømi,
verður í dag sagt, at miðal-
hitin á jarðklótuni hækkar
og ein orsøk kann vera, at
vit
menniskju
ávirka
náttúruna og eru orsøk til
eitt vakstrarhúsárin. Hetta
er eitt rák. Á fremmandum
máli verður hetta nevnt ein
trend. Rákið er mangan
trupult at staðfesta - og við-
urkenna
-
serliga
um
sveiggini eru stór.
Í sambandi við alivinn-
una, rækjuvinnuna, fiski-
vinnuna og helst aðrar
vinnur við, er spurningurin,
um hesar vinnur eru partur
av einum ráki, sum føroyski
parturin
av
vinnunum
neyvan hevur møguleika at
ávirka. Tað kann hugsast, at
hesar vinnur eru tað, vit
nevna "gamlar". Tað er, at
heimsprísurin er so nær
einum minstamarki fyri,
hvussu nógv tað kostar at
framleiða vøruna, at týð-
andi stórdriftsfyrimunir -
ella aðrir fyrimunir - skulu
til, fyri at tað loysir seg at
framleiða vøruna. Spurn-
ingurin er tá, um vit í Før-
oyum hava slíkar fyrimunir.
Ikki minni er spurningurin
um okkara evni at meta um,
hvar vit hava slíkar fyri-
munir.
Eru vit í einum mótráki,
rokna vit vanliga við, at
týðandi broytingar krevjast
í tí vit fáast við. Seinast, vit
í Føroyum vóru í einum
ráki, sum fekk altavgerandi
týdning fyri okkara tilveru-
grundarlag, var helst í
seinnu helvt av sjeytiárun-
um, tá ið fiskimørk vóru
sett kring heimin og havið
ikki longur kundi troytast
frítt. Eftir í hundrað ár at
hava troytt fremmandar
grunnar, vóru vit - at kalla
eftir eini nátt - trýst inn á
okkara egnu grunnar og at
býta rættindi á okkara
grunnum, við rættindi aðra-
staðni. Hendan veruleika
máttu vit tillaga okkum - og
tað skipaðu tey fyri, sum tá
ráddu fyri borgum.
Spurningurin er, um vit
ikki áttu at havt verið í eini
líknandi tillaging longu fyri
5-10 árum síðani. Spurn-
ingurin er, um okkara vinna
er í einum mótráki, sum
ikki stendur til at venda,
hóast onkur sveiggj kunnu
vera til okkara fyrimunar. Í
sjeytiárunum vóru sjómark
flutt við lóg og herskip
vóru sett at ansa eftir. Tað
rákið var ikki til at tosa seg
uttanum.
Øðrvísi er kanska við tí
ráki, vit eru í nú. Eingi her-
skip, eingin lóg og hópin av
umberingum fyri ikki at
átaka sær uppgávuna at
taka við rákinum ‘júst nú’.
Vitanarsamfelag, altjóða-
gerðing o.a. eru orð, sum
verða sett á altjóða rákið í
løtuni. Men tað tykist trup-
ult hjá okkum at finna eina
ítøkiliga mynd av, hvønn
leiklut Føroyar og føroy-
ingar skulu hava í hesum
meldrinum. Nógv bendir
eisini á, at fjáltur er komin
á mong, sum sita við onkr-
an stýrisvøl. Tað er væl
skiljandi.
Innanveggja og
uttanveggja
Sveiggj ella rák kunnu vera
uttanveggja - kunjunkturir
og trendir. Tá ið fólk van-
liga nýta orðini sveiggj og
rák í búskaparligum sam-
anhangi, er tað ein spurn-
ingur um, hvat hendir uttan
fyri okkum sjálv. Men
sveiggj og rák kunnu eisini
vera innanveggja. Eitt inn-
anveggja sveiggj nevna vit
ofta hepni ella óhepni. Í
onkrari leiðarasetan vóru
vit heppin og í aðrari vóru
vit óheppin. Í onkrari
organisering vóru vit hepp-
in, í aðrari óheppin. Okkurt
prosjekt hepnast væl, annað
hepnaðist minni væl. Hend-
an veruleika kenna flestu
okkara.
Innanveggja kunnu vit
eisini hava rák. Tá brúka vit
viðhvørt orðingarnar "ónd-
ar ringrásir" og "góðar
ringrásir". Tá ið alt gongur
"á skeiva borð" og tá ið alt
tykist "at hepnast". Í Dan-
mark er tað helst McKin-
ney Møller og forfedrar
hansara, sum standa fyri
onkursvegna at velja tann
rætta hestin væl oftari enn
tann skeiva. Hugtakið "ret-
tidig omhu" hevur fingið
kjøt og blóð í hesum felag.
Øvugta dømið er helst ØK,
sum eina tíð tyktist vera
ímyndin av altjóða Dan-
mark - og knappliga gjørd-
ist hetta felagið ímyndin av
skeivum avgerðum. Søgan
um broytingarnar í Oticon
(eitt danskt felag, sum er
millum fremstu framleið-
arar í heiminum at gera
hoyritól) fyrst í nítiárunum
er eitt dømi um, at alt kann
"forloysast" við einum taki.
Tann ónda ringrásin varð
vend til eina góða ringrás
eftir fáum mánaðum undir
nýggjari leiðslu. Tann ónda
ringrásin var í hesum føri
treytað av persónum á ov-
astu rók.
Rákið innanveggja er
næstan altíð bundið at per-
sónum, sum gera munin. Á
rætta borð ella á skeiva
borð. Kring onkrar persón-
ar tykist altíð standast rok
og óndar ringrásir eru regl-
an heldur enn undantakið.
Kring aðrar persónar tykj-
ast sjógvarnir altíð at
slætna.
Føroyar anno 2004
Sum eitt nýbrot í føroyskari
umsiting hava vit í ár fingið
tvey rit frá Búskaparráð-
num. "Konjunkturfrágreið-
ing", oktober 2004 og "Inn-
tøkustøðið í Føroyum - Hví
eru vit so rík, men ikki eins
rík og hini?", november
2004.
Onnur
viðgerð
sveiggj og hin viðgerð rák.
Vónandi verður hetta ein
fastur táttur í røktini av
okkara egna búskapi og
vónandi gerst hetta við tíð-
ini ein partur av felags
fatan millum føroyingar.
Men hvussu tulka vit
støðuna hjá Føroyum í løt-
uni? Um vit royna at tulka
sveiggini burturúr, hvussu
sær tá út við gongdini?
Hvussu er rákið?
Í seinnu frágreiðingini
frá Búskaparráðnum er ein
mynd, sum vísir, hvussu
lutfallið millum framleiðsl-
una (BTÚ fyri hvønn borg-
ara) í Føroyum og Danmark
hevur verið í árunum 1966
til 2002. Myndin vísir eina
gongd, sum helst ikki kem-
ur óvart á mong okkara, at
Føroyar síðani seinast í
sektsiárunum hava megnað
at koma sær væl og
virðiliga inn í ríka partin av
heiminum. Tað er neyvan
bert grundað á studningin
úr Danmark, at hendan
myndin sær soleiðis út.
Neyvan heldur sær myndin
soleiðis út, bert tí Danmark
var í einum mótráki nøkur
av hesum árunum. Heldur
sær myndin soleiðis út, tí
fólk í Føroyum gjørdu sær
ómak og við miðvísum
arbeiði við einum og einum
virkisøki "bygdu land".
Spurningurin er, hvussu
vit tulka kreppuna fyrru
helvt av nítiárunum og
framgongdina seinnu helvt
av nítiárunum.
Ein tulking kann vera, at
kreppan var ein beinleiðis
fylgja
av
skeivleikum
gjørdir í áttatiárunum og
framgongdin seinnu helvt-
ina av nítiárunum ein fylgja
av, at vit hava rættað flestu
skeivleikarnar. Mangt í
almenna kjakinum bendir
á, at fleiri byggja sínar
metingar út frá eini slíkari
tulking.
Ein onnur tulking kann
vera, at kreppan var ein
fylgja av stóru framgongd-
ini í sjeyti- og áttatiárunum.
Skeivleikar gjørdir í áttati-
árunum eru tá ikki høvuðs-
orsøkirnar til kreppuna
fyrst í nítiárunum Eftir eini
slíkari tulking kann fram-
gongdin seinnu helvt av
nítiárunum tulkast sum
fylgjan av teim eftirliggj-
andi virðunum frá áttatiár-
unum, sum vóru undirmett
- saman við methøgum
fiskaprísum, stórum fiska-
nøgdum og nógvari aling.
Eftir eini slíkari tulking
eigur ein stagnatión ella
niðurgongd næstu árini at
geva okkum eitthvørt at
hugsa um.
Eg havi ein varhuga av, at
veruleikin er nærri seinnu
tulkingini enn fyrru. Og eg
havi ein varhuga av, at vit
áttu at havt væl meira at
hugsa um í hesum døgum,
enn vit í roynd og veru
gera.
At skyna á ráki og
sveiggi er eitt gylt hand-
verk. Ikki at duga hetta
handverkið í eini leiðslu-
støðu kann gerast lagnan
hjá teimum, sum settu sítt
álit á leiðsluna. Um tað er
eitt land, eitt felag ella eitt
húsarhald.