Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 235 - 8. desember 2004 Á Tvøroyri arbeiða tey miðvíst fyri at lokka meiri vinnulív til Suðuroyar. Og tey halda, at tey hava nógv at bjóða vinnu- lívi framum onnur øki í landinum ØKISMENNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað hevur alstóran týdn- ing at fáa meiri virksemi til Suðuroyar. Tað heldur Jaspur Vang á Tvøroyri. Hann er nývaldur býráðs- limur á Tvøroyri. Og nú býráðið skipaði seg, varð hann eisini valdur til for- mann í havnanevndini í bý- ráðnum. Og hann metir, at júst Tvøroyrar Havn kann ger- ast eitt týðandi virkisøki hjá kommununi í komandu árum. – Umframt kommunu- skattin, er havnalagið ein- asti inntøkumøguleiki av týdningi hjá kommununi, so eg haldi, at vit eiga at leggja stóran dent á at fáa fleiri inntøkur haðani, sigur hann. Somu áskoðan hevur eisini býráðið á Tvøroyri, sum nú leggur frá sær. Pauli Einarsson, sum er næstformaður í havna- nevndini, og varðveitir starvið í tí komandi býráð- num, sigur, at í seinastuni hevur býráðið lagt stóran dent á arbeiðið at fáa meiri virksemi til Tvøroyri og til Suðuroyar sum heild. Sostatt hevur Tvøroyrar Býráð verið í samband við nógv feløg og nógvar fyri- tøkur, bæði í Føroyum og uttanlands. Og tað vísir seg at vera rættiligur áhugi fyri at brúka Suðuroynna meiri, eitt nú til eina fríhavn og í næstu framtíð fer tað at vísa seg, um nakað kemur burt- urúr. Og tvøramenn halda seg hava góð kort í hondini, tí teir siga, at teir vóru teir fyrstu í Føroyum at søkja um loyvi at gera fríhavn. – Tað var longu fyri 20 árum síðani mitt í áttatiár- unum, at Tvøroyrar Býráð søkti landsstýrið um loyvi til at gera fríhavn. Vit fingu loyvi í 1988. Men vit kundu ikki byrja tá, tí lógargrund- arlagið var ikki gjørt, sigur Pauli Einarsson. Nú eru neyðugu lógirnar smíðaðar. Og nú spurning- urin um fríhavn spøkir aft- ur, heldur hann, at tað vildi verið løgið at lopið tey um, sum fyrst lógu framvið. Og tað verður í sama sporið, at tað komandi bý- ráð fer at arbeiða. – Tað verður ofta fýlst á, at Suðuroyggin er so av- skorin. Tað er rætt, at hon er ikki í miðstaðarøkinum, Men aftur fyri hava vit nógvar fyrimunir at bjóða vinnulívinum, sum mið- staðarøkið ikki hevur, sigur nývaldi formaðurin í havnanevndini, Jaspur Vang. Hann vísur á, at nú nýggj samferðsluhavn er gjørd á Tvøroyri, er havnin á Drel- nesi leys. Annars hevur oljuútgerð- arfelagið Norserv fyrsta- rætt til havnina á Drelnesi í fimm ár afturat, men leiðsl- an í Norserv hevur eisini boðað frá, at kemur um- sókn um at brúka økið til annað, vinnuligt endamál, fer hon ikki at leggja seg í vegin fyri tí. – Annars er ógvuliga stórt lendi framvið havnini á Drelnesi og tað er onki í vegin fyri at hava annað virksemi eisini, skuldi brúk verið fyri økinum til eina oljuvinnu. Yvirhøvur munnu tað vera fá, sum hava so stórt økið við havnaløgini, sum Suður- oyggin hevur. Og so hava vit harafturat góðar firðir, sum eru bæði tryggar og kyrrir. – So tilsamans hava vit nógv at bjóða vinnulívi. Og tá ið Hovstunnilin er komin um tvey ár, er onki at koyra ímillum Vág og Tvøroyri. Og tá ið nýggi Smyril somuleiðis kemur einaferð næsta ár, fer tað eisini at skapa heilt aðrar møgu- leikar fyri flutningi til og úr Havnini, enn vit hava nú. Og at enda hava vit eisini tyrlusamband við megin- landið, sigur nýggi formað- urin í Havnanevndini Lágt kostnaðarstøði Jaspur Vang sigur, at skulu vit tosa um tey bleytaru virðini í hesum sambandi, heldur hann, at Suðuroygg- in hevur ein heilt stóran fyrimun framum onnur øki í landinum, Og tað er, at kostnaðar- støðið er væl lægri í Suður- oy enn í miðstaðarøkinum. – Prísurin á grundstykkj- um og prísurin á húsaleigu og húsakeypi, er væl lægri í Suðuroy, enn í miðstaðar- økinum. – Av øðrum fortreytum kunnu nevnast, at vit hava bæði tollavgreiðslu, løg- reglu, sjúkrahús og apotek á Tvøroyri. Í Hvalba er trol- virki. Og í Vági eru stórar frystigoymslur, djúphavn og skipasmiða. Annars eru smiðjur bæði í Vági og á Tvøroyri. – Alt hetta eru fyritøkur og stovnar, sum eru von at avgreiða skip og sum tískil vita, hvat tað snýr seg um. – Harafturat er Suðuroy eitt fiskivinnuøki burturav og vit hava sostatt ein langa og drúgva siðvenju í at veita tær tænastur, sum brúk er fyri í hesum sam- bandi. Jaspur Vang heldur, at ikki minni týdning hevur tað, at vit hava eisini ein stóra arbeiðsmegi, sum er tøk. Og hetta er arbeiðs- megi, sum í stóran mun er roynd í tí slagi av arbeiði, sum brúk vildi verið fyri. Og skal frítiðin fáast at ganga, eru tríggjar ítróttar- hallir, tveir svimjihylar og fleiri fótbóltsvøllir í Suður- oy, leggur hann afturat. – Samanumtikið hava vit nógv at bjóða fram. Og vit hava átrokandi tørv á at fáa meiri virksemi í oynna og sostatt eru vit eisini til reiðar at strekkja okkum langt fyri at veita so góða tænastu sum gjørligt, sigur Jaspur Vang. Hava góðar umstøður og tíð til at hjúkla um vinnulívið – Vit hava nógv at bjóða fram, bæði av hørðum og bleytum virðum, sigur Jaspur Vang, sum er nývaldur formaður í havnanevndini í Tvøroyrar Býráð