Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 • mikudagur • 8. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyafeløgini hittast í Parkini Fremad Amager hev- ur gjørt av, at heima- dysturin móti FCK í fjórðingsfinaluni í steypakappingini skal spælast í Parkini ÚTISETAFELØG Jóannes Hansen Tvær fjórðingsfinalur í donsku steypakappingini eru spældar, og tvær eru eftir at spæla. Tær báðar, sum eru eftir, eru á skránni sunnudagin 6. mars. Hetta verða fyrstu rættuligu dyst- irnir aftaná vetrarsteðgin. Annar dysturin er tann millum Fremad Amager og FCK. Sambært skránni eig- ur 1. deildarfelagið Fremad Amager heimavøll móti superligu liðnum. Vanliga verða heimadystirnir hjá Fremad Amager spældir í Sundby Idrætspark. Tíðliga í heyst vóru nakrir heima- dystir hjá teimum spældir í Tårnby. Orsøkin var tann, at teir pussaðu eitt sindur upp í Sundby. Nú hevur Fremad Amag- er gjørt av at skifta heima- vøll í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Men hesa ferð verður talan ikki um at flyta til Tårnby. Held- ur verður flutt í Parkina, har FCK vanliga spælir sínar heimadystir. At Fremad Amager flytir í Parkina ber í hesum førinum við sær, at FCK hesa einu ferðina verður á útivølli í Parkini! Tað kann ikki sigast annað, enn at talan verður um ítróttarligan fyrimun fyri FCK og tað mótsatta hjá Fremad Amager. Høvuðsorsøkin, til at Fremad Amager ikki fer at spæla heimadystin í Sund- by, er tann, at tað verður ikki roknað við, at vanligi heimavøllurin hjá teimum verður skikkaður at spæla á 6. mars. Tað verður ikki roknað við, at grasvøllurin verður nóg góður at spæla á so tíðliga á árinum. Í Park- ini eru eingir trupulleikar hvat hesum viðvíkur, tí har er hiti undir grasinum. Fremad Amager hevur leigað Parkina. Talan verð- ur um eyka útreiðslur, men tað verður roknað við, at tær fara at koma innaftur í eyka inntøkum. Roknað verður við væl hægri áskoðaratali í Parkini, enn talið hevði havt verið, um dysturin hevði havt verið spældur í Sundby. Tað verð- ur roknað við, at áskoðara- talið í Parkini 6. mars fer at verða eini fimtan túsund. Eingin vissa Tá ið tað varð greitt, at Fremad Amager og FCK skuldu hittast í fjórðings- finaluni í steypakappingini, varð nevnt, at talan fór at verða um uppgerð millum tvey feløg við føroyskum spælarum. Alt bendir á, at Todi Jónsson eisini 6. mars fer at vera í FCK, og um alt gongur, sum tað verður vónað og roknað við, so verður Todi við í stríðnum um plássini í FCK álopin- um. Harafturímóti er tað meiri ivasamt, hvussu tað verður við føroyska íslett- inum í Fremad Amager. Tá ið lutakastið var avgreitt, vóru tríggir føroyskir spælarar í felagnum. Síðani eru bæði Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør fluttir aftur til Føroya. Einasti føroyski spælarin, sum nú er í Fremad Amager, er Andrew av Fløtum. Sáttmálaskeiðið hjá honum á Amager verður liðugt á nýggjárinum. Enn er ikki greitt, um Andrew fer at halda fram í felagnum, um hann fer at flyta til okkurt annað felag í Danmark, ella um hann kanska fer at flyta aftur til Føroya og harvið gera sum hinir báðir, sum hava verið í Fremad Amager. Spurningurin er, um nakar føroyingur verður eftir í Fremad Amager, tá felagið í mars mánaði fer at takast við FCK Renni- kapping í Havn leygar- dagin Leygardagin 11. des. kl. 14.00 skipa Bragdið og Trygg- ingarfelagið Føroyar fyri triða umfari av TF Vetrarkappingini í Havn RENNING tíðindaskriv TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Trygging- arfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrar- kapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toft- um, annað umfar í Klaksvík og 3. umfar verður í Havn tann 11. des. Trý tey seinastu um- førini verða í januar, februar og mars næsta ár. Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kapp- ast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Havn leygardagin renna tey hesar teinar: Veteranar kvinnur og menn (f. -1958) - 12 km Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) - 12 km Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984- 88) - 12 km Gentur og dreingir (f. 1989-93) — 4 km Startur og mál verður utt- anfyri Tryggingarfelagið Føroyar á Kongabrúnni, og byrja øll samstundis. Rutan gongur frá Trygg- ingarfelagnum, Yviri við Strond og heimaaftur runt Café Natúr. Tey vaksnu renna 3 umfør, meðan gentur og dreingir renna 1 umfar. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðurs- merki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athle- tics.fo innan fríggja- kvøldið 10. des. kl. 21.00. Startnummur verða av- heintaðið við Tryggingar- felagið Føroyar leygar- dagin kl. 13.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldurs- bólkin, eisini goldið. Mikudagin verða tveir dystir í hondbóltskapp- ingini hjá kvinnum leiktir. Í Havn fær Kyndil vitj- an av Søljuni, sum í ár hevur lyft seg nakað burt- ur úr botninum, har tær annars hava verið fastur partur seinnu árini. Hvussu langt tær gulu kunnu koma frá niðaru sessunum, veldst millum annað um, hvussu tær fara at standa seg í dystunum móti eitt nú Kyndli. Og tí er helst eingin ivi um, at tær ætla sær bæði stigini mikudagin. Í Runavík kemur VÍF á vitjan. Heldur ikki her tyk- ist vera stórvegis ivi um, hvat lið er favorittur at vinna dystin. Enn hevur Tjaldur so einki stig fing- ið, og tær úr VÍF ætla neyvan, at tær skulu verða tær fyrstu, sum missa stig móti avgjørda botnliðnum. -jm Tvær uppgerðir Sunset kappingin dagur kl. dystur dómarar 08.12 20.00 Kyndil - Sóljan Kári Hansen & Dánjal Hansen 08.12 20.00 Tjaldur-VÍF Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen