hósdagur 25. juli 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Mánadagin doyði
útvarpsmaðurin Elis
Poulsen 67 ár gamal.
Seinnu árini hevur
hann verið sjúkur av
Parkinson.
Boris Johnsson er
valdur til nýggjan
forsætisráðharra í
Bretlandi.
Arbeiðsvanlukka á
Glyvursnesi kostaði
týsnáttina eitt
mannalív. Ein bilur,
sum koyrdi grót, fór út
av.
Mikumorgunin kom
Ternan aftur í sigling,
eftir at hava verið
umvæld fyri ein leka í
botninum.
Skúlin á Skúlatrøð
í Klaksvík verður
ikki liðugur til
skúlaársbyrjan í ár.
Fleiri halda, at
ólavsøkuhaldið skal
flyta meira niðan í
býin aftur, eftir at
Skálatrøð í fleiri ár
hevur spælt týðandi
leiklut .
Ólavsøka
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
listafólk eru
við á ólavsøku
framsýningini á
Listasavni Føroya
32
1 29. juli (hátíðardagur til minnis um
deyða Ólavs hins halga ár 1030); gamla
ólavsøka 10. august; (søg.) ólavsøka
síðara 3. august (til minnis um at lík
Ólavs varð tikið upp úr grøvini)
2 tjóðhátíð føroyinga hildin í Tórshavn
28. og 29. juli (tá ið løgtingið verður sett)
Nú fara vit aftur at halda ólavsøku.
Hesaferð falla ólavsøkudagarnir
sunnudag og mánadag, og tað merkir
helst, at leygardagurin verður veruligur
partur av ólavsøkuhaldinum. Hesaferð
fer politikkur helst at seta meira dám
á ólavsøku enn vanligt, tí løgtingsval
skal útskrivast innan fáar dagar. Ein
møguleiki er, at Aksel V. Johannesen,
løgmaður, útskrivar val í ólavsøkurøðu.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Hoyrdi í dag, at tað at vera
giftur, minti mest um at
vera á fornminnissavni. Tú
skalt vera friðarligur og
helst ikki nerta við nakað.
Tað nyttar lítið hjá
havnarfólki at siga »vit
síggjast« við hvønn annan
í hesum døgum
Andøvsgul upp í ein stúk, 8-13
m/s, leygarnáttina verður ættin
útsynningur, og vindurin minkar.
Skýggjað veður og regn, seinni nakað
klárari og sólglottar. Hitin verður
millum 10 og 15 stig, í støðum upp
í 20 stig. Um náttina niður í 12 stig.
Gul til stívt andøvsgul, 3-8 m/s, av
landsynningi og eystri. Turt og sól.
Hitin verður millum 15 og 20 stig.
Gul til stívt andøvsgul, 3-8
m/s av landsynningi, sum fer í
eystan. Fyrst mjørki ella regn.
Seinnapartin sólglottar í støðum.
Hitin verður millum 12 og 18
stig, um náttina niður í 12 stig.
3-8 m/s
3-8 m/s
Føroyar eru feriuraktar.
100 prosent.
Tað er vanligt, at tey flestu fara í
summarfrí beint undan ólavsøku og
soleiðis eisini í ár.
So at siga allar almennar skrivstovur
hava stongt ella hava skerda tíð opið.
Sjálvandi skal frítíðin haldast, og
høvdu vit so megna at hava okkurt,
sum líkist eini ídnaðarferiu, so at tað
privata og tað almenna halda frí ísenn,
so høvdu vit rokkið langt fram á veg.
Men hartil eru vit ikki komin. Í
Føroyum halda vit summarfrí frá
hálvum juni til hálvan september.
Ein stórur partur heldur frí frá vikuni
undan ólavsøku og mesta partin av
august, men verri enn so øll.
Haldi sjálvur, at tað er undarligt,
at vit ikki megna at finna eitt stev,
so flestu okkara halda frí samstundis
og seta ferðina í samfelagnum niður í
einar fýra-fimm vikur og ikki heilar 12
vikur.
Tað burdi verið tað rættað.
Ája!
Fiskimálaráðið hevur fingið ein
frammaná frá Føroya rætti.
Teirra pástandur um, at eitt
útlendsk felag stýrdi einum reiðarí, var
ikki tikið fyri góðar vørur av rættinum.
Enn hevur Fiskimálaráðið ikki tikið
støðu til um málið verður kært inn fyri
landsrættin og verður tað ikki tað, so
fer avgerðin at kosta landskassanum
milljónir av krónum.
Lógarsmíðið er neyvan tað besta,
vit hava sæð í hesum máli, men fyri
einaferð skyld er málið enda í rættinum,
sum hevur gjørt eina niðurstøðu,
sum gevur eigarunum viðhald og ikki
Fiskimálaráðnum.
Tað hevur við sær, at nú hevur
rætturin tulkað eina lóg, og vit sleppa
undan orðavavstri um, hvat er rætt og
hvat er skeivt.
Málið hevur fingið eina niðurstøðu.
Ája!
Vit nærkast, tá ið politiska
skipanin vaknar aftur. Skrúðgongan
ólavsøkudag og tingfundurin klokkan
13 eru tekin um, at nýggj tingseta er
byrjað.
Samstundis vita vit, at løgmaður
hevur sagt, at val verður til Løgtingið
leygardagin 31. august.
Tað vil siga, at allur august verður
eitt stórt valstríð, har kappingin
verður hørð um teir 33 tingsessirnar.
Spurningurin um, hvør fer í
samgongu er sjálvandi spennandi,
men hann er eisini púra opin.
Veljarakanningarnar benda á, at
tað verður rættuliga javnt, so tað
matematiskt helst verður torført at
gera eina meirlutasamgongu.
Verður so hugt eftir, hvørjir
politiskir møguleikar eru, so kann tað
gerast rættuliga torfør, Hinvegin - so er
hetta nakað sum veljarin í stóran mun
avger. Í minsta lagi fjórða hvørt ár
hava vit møguleika at gera
okkara støðu galdandi.
Men ólavsøkan er
fyri framman við
góðum lagi, hugna
og kanska góðum
veðri.
Birgar
ger vart við, at
ólavsøkuveðrið
er
ikki
so
vánaligt, sum
vit ofta billa
okkum inn.
Ájá!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At danska veður
stovan DMI roknar við,
at ólavsøkuveðrið veður
gott. Tað verður turt og
sól part av tíðini – hitin
kann koma upp í
20 stig.
3-8 m/s